Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-01-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. januar 1990síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Spariknívurin rakar nú fólkaskúlan MÁLIÐ um Heygadrang hevur fingið nógv umødu i fjølmidlunum hesa seinastu tidina. Tad er bædi gott og rætt, at slikt ålvarsmål verdur væl lyst í fjølmidlunum og fer eisini Sosialurin at fylgja við í hesum máli. TÓ skal sigast. at tað er ikki gott um eitt tílíkt mál leggur "roykslør” yvir onnur týðandi mál í samfelagnum. Tað må ikki vera antin ella - men bæði og TA verður skrivað, so er tað ti, at vit onga létu ivast í, at núverandi landsstýrið hevði dámt best, alt annað før í gloymibókina og øll bara hugsaðu um Heygadrang. Tá hevði spari- og skerjipolitikkurin hjá landsstýrinum ikki fingið ta umrødu, sum landsstýrið annars ber ótta fyri SKERJINGARNAR, sum landsstýrið hevur skotið upp at fremja á nógvum samfelagsøkjum, eru so púra burturvid, at tær mugu ikki sleppa at verða tagdar burt. Bara tað at skula seta í verk sparingar í sjúkrahúsverk- mum uppá nærum hálvthundrað milliónir frá degi ul annan, uttan nakra langtíðarplanlegging og uttan nakran veruligan langsiktadan spari- politik á sjåkrahusøkinum, er so púyra burturvid, at hetta mål må ikki tigast burt í fjølmidlunum. NÚ koma so sparingarnar at merkjast å ødrum økjum eisini. Nu skulu onnur í samfelagnum eitt nú innan undir- visingarverkid til at spara so tað torslær . Í síðstu viku høvdu lærarar og stjórar i fólkaskúlanum fund i Havn, har sparingin í skúlaverkinum varð vidgjørd. Enn er ikki nógv komið út frá hesum fundi, men vit hava frætt, at lærarar og skúlastjórar kring landið alt eru kunnaðir við, hvussu nógv teir mugu til at spara. SJÁLVANDI skal eisini skúlaverkið spara, tá tíðirnar eru, sum tær eru Men hetta má bara ikki gerast á ein slíkan hátt, at tað gongur ov nógv út yvir sjálva góðskuna í undirvísingini Ein sparing innan skúlaverkið átti sjálvsagt at verið gjørd við eini lang- tíðarsparing í huga, tvs. planlegging saman við sparingum og yvir eitt ávíst áramál. Abyrgdarblaðstjóri. Jan Miller Fyritaksstjåri: Kristjan Dahi Ljósmyndari Kalmar Lindenskov TAÐ, sum nú tykist fara at henda innan skúlaverkið, er tað sama sum vit uppliva innan heilsuverk- ið.Landsstýrið og figgjarnevnd hava bara sitid og kuttað so og so nógv burtur av jåttanunum og siga so, at nú mugu tit sjálvir húsast við pengunum sum frægast. SOMU fólk, sum hava verið við til at leggja lunnar undir eitt betri og fjølbroyttari framtíðar skúlaverk, taka nú við einum part av grundarlagnum undan tí. Tað vil við gðrum orðum siga, at teir siga eitt og gera eitt annað. HETTA at reka ein politik uttan mál og mið hevur eyðkent hetta lands- stýrið og eru bestu dømini sparingar- nar innan heilsuverkið og undirvís- ingarverkið. Ella lat okkum bara taka tað almannaverkið, har tað enn eingin arbeiðsloysistuðul finst og har for- sorgarhjålpin verður munandi skerd - um somu tíð sum tað verður tosað um vaksandi arbeiðsloysi FAD sum vit skrivaðu her í blaðnum í fjør um avleiðingarnar av sparing- unum innan skúlaverkið - og sum varð afturvíst av m.a. landsstýris- manninum í skúlamálum - tykist nú at gerasat veruleiki, nenviliga at tað sum svarar til eini 80 størv í fólka- skúlanum, skal spartast burt. TAÐ er greitt, at hetta fer at hava við sær, at ein hópur av lærarum missir arbeiði. Og tað fer at hava við sær, at serliga tey veiku børnini verða við undirlutan. VIT mugu góðtaka sparing i skúlaverkinum, tá alt samfelagið skal spara. Men vit góðtaka ikki, at skúlaverkið eins og heilsuverkið, nú við eitt pennastrok verður syndrað. Vit eru sjálvandi noydd til at boyggja okkum fyri einum meiriluta á løgtingi, men vit átala mátan, sum henda sparing er gjørd út frá. Fíggjarnevndin hevur kalt og kyniskt kutað so og so nógv % av á játtanunum til skúla og heilsu - uttan at geva sær fær um avleiðingarnar. Tá tað skal sparast, so má tað gerast við skili. Og tað má gerast uppá longri sikt - væl tilrættalagt, og soleiðis at tey menniksju, sum hesar sparingar raka, eisini verða eftirspurd. OG tað er júst tað tey ongantíð eru. Vit vita, hvussu ótrygg fólk í heilsuverkinum hava kent seg, ti tey fingu einki itøkiligt at vita um, hvar sparast skuldi. Og nú er stødan helst tann sama í skúlaverkinum. Lærarar- nir kenna seg ótryggar, tað, sum teir hava veirð vid til at byggja upp. fær Blaðfólk Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Prent: Utgevari P/t Sosialurin Uppseting. P/t Sosialurin P/f Pressan 1981 nú eitt skot fyri bógvin, og teir sjálvir vera møguligar koyrdir av skútuni. EINKI er so ringt sum óvssan. Óvissan um at skula missa sitt arbeiði, Óvissan um, at eins egna arbeidsøki skal skerjast, soleiðis at stóðið lækkar. Soleiðis at tey fólk, sum á einhvønn hátt hava tilknýti til hetta øki, verða við sviðið soð. SPARI-OG SKERJIPOLITIKKURIN hjá hesum landsstýrinum er eitt sera gott dómi um, hvat tað vil siga at verða tveittur út í óvissuna. Hetta høvdu teir kunnað bøtt um, um teir høvdu lagt ein politikk til rættis, sum gekk longur enn bara eitt ár fram. Tað hava teir so vist, at teir ikki eru menn Bústaður: Argjavegur 26 Teiefon: vo BO ARA 0 0 ÁPE S1IØEEIIIISSIOIØIDI ES Í Í Postadressa: Postsmoga 76 Argir 110 Tórshavn 11820 Telefax 4720 A 0 20 2538 PA SLLLASS SES LLLA SIA ALLS SUM RSS UU hh 1 097 AU fyri. Ti raka sparingar og skerjingar ai ov hart og komandi tíð fer tianverri at ásanna henda veruleiki. EITT er at gera. Tað er framhaldandi at vísa á, hvussu Grealistiskur og Omenniskjansligur sparipolitikkurin hjå landsstyrinum er. Tad fara vit her å bladnum at halda fram vid. Og so kunnu Pauli Ellefsen, Signar Hansen, Hergeir Nielsen, Eilif Samuelsen og hvat teir nú eita skriva hvat teir vilja og leggja okkum undir at gera tingini verr! enn tey eru. Tingini eru so ring, sum teir nú einaferð hava gjørt tey til. Tað kunnu teir bara takka sær sjálvum fyri. jamu