hósdagur 1. februar 1990síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 13 — 1. februar 1990
Gamlamannadansur
å Viðareiði
til frama fyri bygdarhús á Viðareiði
Bygdarfelagid »Ternan« á
Viðareiði skipar leygar-
kveldið 3. februar fyri
gamlamannadansi i KlI-
høllini, har orkestrið Sput-
nik av Tveroyri spælir.
Atgongumerkið kostar 80
kr. og aldursmarkið verð-
ur 20 kr.
Sputnik er annars eitt
vælumtókt navn innan
foroyska tónleikaheimin.
M.a. hava teir givið út
plátuna »Oyggjaland í
søl«, har kendasta lagið
óivað er >Ég sjólívið
valdi«. Sangarin Jens Lis-
berg hevur eisini givið út
plátu einsamallur og
syngur har m.a. um >Tá
sjómaður kemur heim«.
Sputnik spældu til dans
í Klaksvík so seint sum í
november mánað i fjør, og
leitaði nógv fólk sær tá í
KÍ-hellina at taka ein
»swing-om«. Teir i Sput-
nik lótu sjálvir sera væl at
dansinum hetta kveldið.
Síðani bygdarfelagið
»Ternan« varð stovnað 8.
oktober 1978, hevur mið-
víst verið arbeitt fram
ímóti at byggja eitt bygd-
arhús á Viðareiði. Til tess
at fáa pening til vega,
hava ymisk tiltøk verið
roynd, so sum eydnuhjól,
bingo, lutaseðlasela og
okkurt annað. Ikki hava
hesi tiltøk verið til fá-
nýtis, tí stuðulin má sig-
ast at hava verið góður, og
eigur felagið tí í dag um-
leið hálva millión inni-
standandi. Tó er langt eft-
ir á mál enn, tí sum kunn-
ugt tátta bæði peninga-
stovnar og landsmyndug-
leikar í viðv. láni- og
stuðulsveitingum — í hes-
um sparitíðum.
Men bygdarfelagið fer
tó ikki at gevast á hond-
um fyri tað, og hildið verð-
ur fram við góðum treysti.
Ætlanin er at hava fleiri
tiltøk í nýggja árinum, og
av teimum verður dansur-
in í KÍ-hellini tað fyrsta.
Umframt tey ådurnevndu
»traditionellu« tiltekini
verur eisini umhugsað at
hava eitthvert nýtt >ori-
ginalt< á skránni í ár, men
hvat tað verður, er ikki av-
gjørt enn.
Síða 3
Se
Seyðurin
sparlar á
parkettgólvið
Gamli loranbygningurin á
z
Vágseiði er eití av
náttúruvakrastu plássum í
Føroyum, og sera væl
liggja húsini á sjálvara
eggini fyri, tá tað snýr seg
sum ferðafólk
/ágseiði er ein av
teim dýra bygningunum, sum landið eigur
suðuri í Vági. -I miljónaklassanum. Men í dag
sparlar seyður á parkettgólvið. Nú verður
umhugsað at nýta húsini til ferðafólk.
-Eg eri ómetaliga góður
við seyð, men eg haldi tað
vera í so nógv avgjørt, at
hava húsini, sum landið
eigur á Vágseiði, til uppi-
hald hjá seyði. Har gongur
hann og sparlar á parkett-
gólvið, segði Niels Pauli
Danielsen, løgtingsmadur,
sum eisini segði seg ivast
í, um parkettgólv var tað
besta fyri seyðin.
Orsøkin til, at tosað varð
um gomlu loranhúsini á
Vágseiði á tingfundinum í
gjár var eitt uppskot frá
landsstýrinum um at selja
nøkur av sethúsunum, sum
landsstýrið eigur í Vági.
Talan er um at selja
gomlu loranhúsini yviri á
Brekkubg, sum eru í sera
ringum standi. Tað fer
eftir landsstýrisins metan,
at kosta ov nógv at seta
húsini í standi fyri síðani
at leiga tey út. Tí verður
hildið skilabetri, at selja
tey sum tey standa.
Hesi húsini stava eisini frá
loranstóðini. Tey standa
inni á Bakka og verða nú
nýtt sum vardur verk-
staður.
Tað var av hesi orsøk, at
Nicls Pauli Danielsen
spurdi, hví gomlu loran-
húsini á Vágseiði ikki
eisini skuldu seljast.
TIL FERDAFOLK
Upplýst varð á ung-
fundinum, at enn er eitt
sindur óvist um hvat
húsini á Vágseiði skulu
brúkast til, men ta hevur
verið upp á tal, at nýta tey
í samband við ferðafólka-
vinnuna. Til hetta endamál
eru húsini sera væl egnað,
og útsýnið er so gott sum
nakra staðni.
SOSIALAN TØRV
Hergeir Nielsen mælti
fíggjarneyndini til, at
verða húsini seld, so at
lata tey til onkran, sum
hevur serligan sosialan
tørv. Hesum segði lands-
stýrismaðurin í fíggjar-
málum, Ivan Johannesen,
seg ikki hava nakað sum
helst í móti.
tór.-
FÅ FÅ = 7
Várframsýning '90
Felagið Føroysk Myndlistafólk boðar
frá, at skipað verður fyri várframsýning í
Listaskálanum i døgunum 9. — 25. mars.
Framsyningin er almenn og skulu i
minsta lagi 5 verk sendast nevndini at
meta um.
Tey, ið hava hug at luttaka fáa til-
meldingarblað við at ringja tlf. 61617,
1 1866 ella 177 68. Freistin at melda seg
til er 23. februar.