Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-02-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. februar 1990síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Abyrgdarblaðstjóri. Jan Miiller i Fyritaksstjóri. Kristjan Dahl Blaðfólk Høgni Djurhuus | Randi Jacobsen Utgevari Prent P/t Sosialurin ! Uppseting P/t Sosishæn P'4 Pressan 1981 Bústaður: Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoga 76 Argir | 110 Tórshavn Telefon: 11820 Í Teletax 14720 Óheppin træta I hesum døgum eru vit vitni til eina heldur óhepna trætu millum føroyingar og grønlendingar, sum kann enda við eini orrustu skulu vit ganga eftir tíðindunum í útvarpinum gjáramorgunin. TAÐ vit her sipa til er sáttmálatrætan millum føroysku yvirmenninar á grønlendskum fiskiskipum og reiðaríimi. Grønlendingar ynskja ein nýggjan sáttmála við føroysku yvirmenninar, sum teljast upp móti 100 í tali og tískil eru ein av lív- æðrunum í stórum parti av grønlendska fiskiflotanum. Hetta vilja føroyingar og felag teirra i Føroyum ikki góðtaka, ti teir siga, at sambart útspælinum ella kravinum frá grønlendingum merkir hetta, at føroyingarnir skulu munandi niður í løn MALID hevur so fingid ta avleiding, at føroysku yvirmenninir hava sett blokadu verk móti teimum grønlendsku skipunum, og úrslitið er tað, at ein stórur partur av grønlendska fiskiflotanum liggur fyri ICY. SAMBART tíðindunum í útvarpinum í gjár, so hevur stóða føroyinga loypt ødi í mangan grønlending, og hóttanir um valdsgerðir hava verið frammi. UTTAN at leggja okkum út í tað sáttmálastríð, sum nú er millum báðar partarnar, so kunnu vit bert vóna, at báðir partar eru so mikið at sær komnir, at teir vilja geva seg - fyri at fáa neyðugar samráðingar í lag. At Ljósmyndar: Kalmar Lindenskov i seta hart móti hørdum frá báðum síðum kann hava álvarsligar av- leiðingar og enda við, at tað veruliga fer at verða sett hart móti hørðum, hvør so enn ætlar at byrja. FØROYINGAR eiga ikki at g6dtaka fullkomiliga órímulig krøv frå grøn- lendskari síðu, men tað má heldur ikki vera so, at vit føroyingar bara rætta bringuna fram og vilja vísa okkara styrki. Tað tænir ongum endamáli. Føroyingar og grønlend- ingar eru vina- og grannatjóðir - og henda vinskap mugu ikki slíkar hendingar sleppa at forkoma líka mikið hver so elvir til stríð. TAÐ er eingin ivi um, at báðar tjóðirnar hava brúk fyri hvørjari aðrari. Sum smáar tjóðir við viðkvæmari mentan standa vit sterkar við at standa saman. Okkara egnu felags áhugamál, so sum okkara náttúruríkidómi og okkara umhvørvi, eru vit sjålvi best til at verja - ímóti ágangi uttaniirå VIT eru altíð so skjót at finna skeivleikar hjá ødrum heldur enn okkum sjálvum. So hevur eisini verið í Føroyum. Teir føroyingar eru helst Ikki so fáir sum ikki dáma grønlendingar, hóast størstiparturin av okkum virðir grønlendingar sum øll onnur fólk. Men millum okkum eru so nøkur fólk, sum alla tíðina hava lyndi til at såa hatur og misálit á Onnur, tí tey ikki júst gera sum okkum lystir ella ti tey ikki vilja tæna okkara áhugamálum. Tí tey ikki hava somu áskoð- anir sum vit. Tórfinn Smith | TAÐ er neyðugt, nå umrødda træta er við at gerast til eitt veruligt stríð millum grønlendingar og føroyingar, at vísa á, at ein av okkara fremstu politikarum, umbodandi stjórnarflokkin á danatingi, hevur verið tann, sum aftur og aftur hevur roynt at birta upp undir hatur ella klandur millum føroyingar og grønlendingar. TAD er stutt sidani, at hann i stjórnarblaðnum holvdi eina lortabytiuna fyri og aðra eftir yvir grønlendingar, tí teir ikki vildu geva okkum fisk og meira burtur av teirra egna ríkidómi. Vit minnast, hvussu hesin fremsti uttanrikispolitiski fram søgumaður fólkafloksins ferð eftir ferð langaði út eftir grønlendingum Fyrst tí teir dittaðu sær at hava ein: meining um okkara brødralag við apartheidstýrini í Sudurafrika og Nambia og vóru so mikið erligir og søgdu sum var, at slík apartheidsar:starv innanfyri danska kongaríkið kundu teir ikki góðtaka Og soleingi vit føroyingar hildu fram við tí. soleingi fingu vit ongan fisk frå teimum. Greið og erlig tala HETTA elvdi ul eina hetzliknandi herferð móti grónlendingum, eina niðurgerðing av grønlendingum sum fólk og tjóð. Henda herferð stóð tann føroyski fólkaflokkurin, núverandi stiórnarflokkur Førova aftanfvri. tí flokkurin tók ongantíð avstand frá ti sum hesin framstandandi politikari floksins aftur og aftur framtúraði við. SO koma næsta herferðin, og tað var í samband við Føroyingahavnina og møgulieikan hjá okkum at fáa fiskakvotur í Grønlandi. Aftur ein niðurgerðing og útspilling av grønlendingum, sum nú høvdu vent brødratj6dini Føroyum bakið > takkarlønin fyri at vit høvdu lært teir at fiska osfr. ERU grønlendingar vreiðir inn á føroyingar í hesum døgum, so skyldast tað neyvan bara teirri sannroynd, at semja ikki fæst millum teirra reiðaríir og okkara yvirmenn. Nei, tað man stinga nógv djúpri. Í hvort fall so djúpt, at tann kluvt sum ÓLi Breckmann við fólkaflokkinum í sínum skjaldramerki, hevur grivið millum tjóðirnar báðar, verður torfør at tirva til aftur. Ein kluft, sum leið- andi fólkafloksmenn við løgmanni á odda, um vilji var til tess, kundu fyri- byrgt við at sett stavnamannin uppá pláss. Men tað hvorki tímdu, tordu ella vildu teir, og nú sæst so úrslitið av hesi miðvísu herferð móti grønlendingum VONANDI verður trætan millum føroysku yvirmenninar og grønlendsku reiðarríni loyst skjótt. Men tann dagur má vera farin, lå vit føroyingar uttan víðari og sum eina sjålvfylgju halda okkum kunna fáa framhaldandi vinning av, at tað vóru sum einaferð løgdu grøn- lendingum lag á at fiska og vóru við til at menna teirra fiskivinnu. jamu Gott og væl Tróndur Djurhuus hevur vidhvørt lyndi til at eks- perimentera í so nógv við forminum, so formurin gerst so åhugaverdur, at tað, sum eftir stendur, er, at tað má vera okkurt á- hugavert við manninum sjálvum, meðan vit gloyma tað hann fortelur okkum. Tað gjørdu vit ikki hóskvgldið í sending- ini um løgtings- og lands- styrismanna-lønir og sam- syningar og bidipengar. Greidur problematikkur, greiðir spurningar, og ym- isk sjónarmið og hartil greið tel á skerminum. Sjónarmiðið hjá Anfinni Kalsberg var hugvekjandi og mær dámdi væl, at Tordur Niclasen gjørdi (sjónvarpið) vart við, at talan var bert um 2,6 miljónir í bíðipeningi og gav sjónvarpinum eitt tips: landskassayvirtrekk uppá 300 miljónir í 1989. Tað er langt síðani vit hava sæð tann kritiska Trond, so tað var ein hóskandi uppgáva fyri hann a la Heygadrangur: Yvirtrekk í SO'unum t.d. I hesum teigi hevur mangan verið klikt niður á útvarpið. Tað fer eisini at verða gjørt framyvir í teimum fórum, har orsøk er ul tess. Men farna vik- an hevur borið boð um, at tað ber til at gera eitt rímiligt útvarp. Fyrst okkurt hjartasuff, so kunnu vit taka tað posi- tiva í seinna enda. Barna- útvarpið, - onkuntíð skal farast meira gjølligt igjøgnum barnasending- arnar yvirhøvir. Nú lænti eg oyra eina lítla løtu til barnaútvarpið tyskvøldid. Tað byrjaði við spurning- inum Hvat vilja tit hoyra? Og børnini svara søgur og sangir o.s.fr. Mær tókti tað undarligt at byrja við eini 'mini- orðabók". Ikki ti at børnini ikki krevja 'máltátt í eyð- kennis-svarinum og als ikki tí, at ein slíkur mål- táttur er nakað vánaligt hugskot. Tvørturim6ti! Byrjið við einum sangi ella eini søgu ella bara einum 'hvat hava tit gjørt í dag?"-práti við tvey børn. So sita børnini og lurta, bara tað, teimum stendur í boði, vekir sang- og rútmu-gleði ella er nóg forvitnisligt. Nú kundi væl verið byrjað við einum måltåtti kortini. Men tað hevði kravt, at hann var forvitn- isligur. Ein hoyrdi, at málmaðurin (eg fekk íkki við, hver tað var, - Herl- uf?) hevði gjørt sær ómak, men enn havi eg ikki hoyrt um nakað barn, sum skilti tað, sum sagt var (eg útvarps- og sjónvarpsummæli havi hoyrt um eitt, sum bað mammu sína koma og seta seg hjá ti, >tí handan søgan er so Ohugnalig«! og um fleiri vaksin, ið heldur ikki skiltu tað). Leggið vurtur at brúka "lýsingarorð', 'hjáorð' o.s. fr. (uttan so, at tey verða vidgjørd burturav). Takið brot úr onkrari barnasøgu, so børnini hava nakað konkret at halda seg til; tå fara tey at skilja, um fjallatussin hevur tad gott ella væl. Annars skal eg heilsa frá einari 10 ára gamlari vinkonu í Vest- manna, at søgan í barna- útvarpinum er einastand- andi góð. Og so kann eg ikki lata vera við at venda aftur til sendingarnar hjá Helga Jacobsen frá grindaráð- stevnuni i Århus. Fyri tad fyrsta ger hann sama mistakið, sum Árni Greg í sjónvarpinum á sinni, tá hann fór við Sundstein og Ivan og Purkuni til Keyp- mannahavnar: fer heilt til Århus fyri at tosa vid føroyingar. Tad er óneyð ugt. Hví íkki tosa við aðrar enn føroyingar, nú tú vart farin, - bæði út- lendingar, sum vóru har og útlendingar, sum ikki vóru har, - eitt nú Green- peace ella aðrar. Hartil er útvarpið ótrú- liga partískt í grindamál- inum, eins partískt og gamla útvarpsmanningin var tað. Og tað er ótol- andi! Eisini hetta evnið skal takast fyri eina aðra ferð. Hóskveldið hoyrdi eg okkurt um, at føroy- ingar vórðu hóttir við lívinum í Grønlandi; eg fekk tað ikki rættiliga vid, men vælsignaðir endi ikki í grindajournalistikkinum: føroyingar hava grein í sínum máli, meðan grøn- lendingar eru við ómæl- andi at líkna og bæði 6- reiðiligar snildir og hartil fúsir at taka lív. Og so „var tað tann positivi UF-kritikkurin. Utvarpstidindini eru av sonnum strammaði upp. Serliga ein dag herfyri - tann fyrsta dagin Ditleif Eldevig varð havdur frammi - vóru tíðindini góð. Vit vita, at tit fylgja væl við í maskinmeistara- Osemjuni, men nú var hon hóskiliga flutt afturum, meðan annað og meira týdningarmikið kom fyrst. Og ikki minst uttanlands- tíðindini vóru frålik, - ikki bert umsett og lisin upp av handahógvi, men rediger- aði! Ditleif Eldevig varð siter- aður fyri at hava sagt, at einki hald var í hasum, sum islendski skiparin førdi fram: at Havsbrún gevur minni upp, enn landað verður. Well, tað, má Ditlev hefta fyri, og møguliga sigur hann satt. Men kannið tað nú! Væl- signaðir kannið tað nú, tí eg dugi væl at síggja teir handilsigu fyrimunirnar fyri Ditleiv, um so er at hatta ber til. Og so var tað Jóhann Mortensen og John Smith. Frálíkt, endiliga eitt tungt Framhald á síðu 6 ———— &—h——…… Af [ff [ff [fy ff ff Af Af [ff —— |—————————||— ||||—|—>Ø>.UY|"—[[| ret ——— f—8$————|————