leygardagur 10. februar 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
tíðindablaðið
Postadressa: Postsmoga 76
110 Tórshavn
147 20
Abyrgdarbladstjori Jan Miller
Fyritaksstjóri Kristjan Dahi
Ljósmyndar: Kalmar Lindenskov
Blaðfóik Høgni Djurhuus
Tórfinn Smitt
Utgevari Pt Sosialurin
Uppseting P/t Sosialurin
Pif Pressan 1981
Bústaður. Argjavegur 26
Argir
11820 Tetetax
Prent: Teiefon
hesum landi, tá er tað heilt burturvið, útflutning. Tær fáa ongan tjans. Her
Steðgar alt upp!!!
SOSIALURIN fær mangt eitt toyggið
frá samgongumonnum í hesum
døgum. Vit verða lagdir undir at mála
alt so svart so svart. Tað kundi næstan
sæð út sum, at tað er Sosialurin, ið er
atvoldin til trupulleikarnar í
samfelagnum, taka vit tað fyri fult,
sum samgongupolitikarar varta upp
við í teirra poliusku målgøgnum.
EIN skuldi trúð, at tit høvdu annað at
takast við, annað at vísa á í politiska
arbeiði tykkara, enn bara at skylda
uppá hini. Tykkara "góða mamma tað
var ikki eg-politikkur" er tykkum til
litlan sóma. Heldur áttu tit at tora at
ukid á tykkum ábyrgdina av ti
politikki, sum tit vitturliga hava sett
út í kortið.
TAÐ er ikki bara okkara blað, sum
skrivar um tær sera óhepnu og
óhugnaligu fylgjur, sum tykkara
skerjingar- og uppbremsingar
politikkur hevur við sær. Hetta síggja
tit eisini svart uppá hvítt í hinum
bløðunum, og út hoyra og síggja hetta
í útvarpi og sjónvarpi. Stødan i sam-
felagnum er veruliga álvarslig. Og so
ber ikk: til bara at keglast um, hver
nú hevur skyldina. Hana hava
poliukarar úr øllum flokkum, sum
hava myndað landsstýrið øll tey
mongu seinastu árini. Eisini
javnadarpolitikarar. Men tað eru
eisini viðurskifu aðrastaðni, sum hava
ávirkan á, hvussu gongst her heima.
Fyri bara at nevna nakað, so eru tað
lágir fiskaprísir og minkandi kvotur
Hvat prísunum viðvíkur so er tað
skeiv adressa at skylda uppá
politikararnar, tá eigur at verða hugt
nærri at, hvussu okkara fiskivinna
verður rikin og stýrd og hvussu vit
selja okkara fisk.
AT tað skal sparast, har hetta er
gjørligt, og ikki minst, har tað
frammanundan hevur verið oyslað og
søplad við pengunum, tað eru uttan
iva flest øll samd um. Men við einum
at steðga øllum samfelagshjólunum,
soleiðis at alt steðgar upp í
samfelagnum, tað kunnu vit á ongan
hátt góðtaka.
VAR skil í monnum, so løgdu teir ein
langtidarpolitikk. Bara hetta at skula
spara ein stóran part av játtanini til
okkara neilsuverk burt eftir eini løtu
er óðamannaverk.
OG bara at skerja fyri síðani at koyra
pengarnar í eina alt ov óproduktiva
og órationellu vinnu er eins stórt
óðamannaverk. Eisini her áttu tit at
hugt nærri at, hvussu vit fáa eitt gott
og sunt vinnulív, heldur enn bara at
koyra í tí gamla. Tit eru inkonse-
kventir út um alt mark. Hvar er
rættvísi, hvat er skil og logikkur, tá út
ødrumegin krevja av almennum
stovnum, at teir skulu rationalisera og
spara, og tit hinumegin lata alt ganga
í tí nógv stuðlaðu "privatu" vinnuni!
OG tá okkara løgmaður aftur og aftur
pástendur, at einki arbeiðsloysi er í
Ummælið sum h
tí øll vita, at hetta er ikki so. Alt fleiri
fólk missa arbeiði fyri hvgnn dag sum
gongur. Tað er ov bíligt bara at siga,
at hesi fólk kunnu fáa sær okkurt
annað arbeiði. Gera tey ikki tað, so er
tað tí, at tey ikki tíma, og tá er tað
teirra egna skyld. Soleiðis hugsar og
talar okkara løgmaður - og tað í
ramasta álvara.
ÁLVARATOS! Kann ein løgmaður
loyva sær slíkt! Er tað ikki uppgáva
hansara at fylgja við, hvat bylgist í
fólki - í samfelagnum - og reka ein
politik, sum hevur stødi í hesum
veruleika!
Í blaðnum í dag vísir ein av okkara
ungu ídnaðarmonnum á, at tað fer at
enda galið fyrr ella seinni, um hildið
verður fram við at stegda øllum
virksemi í hesum landi. Hann spyr,
hvaðani vit skulu fáa pengar at gjalda
okkara skuld í útlondum við, um vit
taka alt arbeiði úr hondunum á fólki!
HANN heldur støduna vera sera
vandamikla. Vit kunnu fara eitt stig
longur og siga, at okkara núverandi
landsstýri er ein hóttan móti okkum
øllum her búgva. Tað hóttir eitt og
alt. Tekur arbeiði frá fólki, tekur
arbeiðshugin frá fólki. Var nakar
dugur í ti, so SÓu vit, at nýggjar
royndir vórðu stuðlaðar, royndir at
fáa í gongd nýggjar framleiðslur. Men
hvussu bera teir seg at. Jú teir hava
bremsað so nógv, at tað ikki ein gang
fæst fígging til skilagóðar
verkætlanir. Nettup ætlanir, sum
skulu skapa arbeiði og gkja okkara
má vera okkurt ravruskandi galið.
NÚ vil onkur siga, at hesir okkara
stýrandi menn fara nokk at taka annað
skinn um bak, nú teir síggja, hvønn
veg tað ber. Hertil er at siga, ai tað,
sum hendir, er ikki ein tilvildarligur
politikkur. At steðga gllum virksemi,
at skerja allar almennar veitingar,
sum vit øll fáa ágóðan av, tað er ein
ávísur politikkur. Tað er politikkurin
hjá flokkum sum sambandinum og
fólkalfokkinum. Teir vilja ikki standa
aftanfyri hvørki Thatcher ella
Schlúter. Eyðkenni fyri teirra og
politikkin hjá okkara stýri er
nevniliga, at skerja ístaðin fyri at
framleiða seg burtur úr eini kreppu.
Tað er henda politik vit ikki eiga at
góðtaka.
LATIÐ okkum framleiða okkum
burtur úr trupulleikunum og ikki bara
yppa gksl og skerja og aftur skerja.
Okkum tørvar nyhugsan. Vit hava
brúk fyri fólki, sum síggja longur
fram, bæði hvat sparingum og
nyiløgum og nýroyndum viðvíkur -
og ikki bara velja at fara um garðin,
har hann er lægstur. Løgmaður og
fólk hansara mugu taka annað skinn
um bak - ella fara av nesinum. Vit
kunnu ikki bara hyggja at, meðan eitt
og alt steðgar upp í hesum samfelag-
num. So kann vera líka mikið, hvønn
politiskan flokk tú hoyrir til. Sum
borgari í hesum samfelag mást tú
kunna krevja av øllum
okkara politikarum, at teir brúka sítt
vit og skil.
jamii
útvarps- og
Aðaliundurin
1 sovjetska
flokkinum
kommunist
hevur verið ovast i tid
indabreddunum um allan
eim Itesar seinastu dag-
nar; men eitt undantak
var i Degi og Viku tys-
kveldið. Har
evni av ti
blivu fleiri
vanliga slag-
sum t.d. lodnufiski-
brotið i Kovanum á Gilja-
APK-málið o.s.fr.,
umredd, áðrenn spenta
stødan í sovjetska komm-
unistaflokkinum varð tik-
in upp á tungu. Stutt var
innslagið um gongdina í
Moskva, og demokratiser-
ingsútspælið frá Gorba-
tjov til seguliga aðal-
nevndarfundin, sum
vissuliga kann fáa týdn-
ing fyri heimssteðuna
sum heild. Men í min. og
sek. metti SvF innbrotið i
Kovanum og so aðal
nevndarfundin í Moskva
eins — í míni verð ein log-
in tíðindaprioritering, ser-
liga tá vit kugsa um, at
NCSI,
SVF og Útvarpið eru ein
astu fjølmidlar sum gera
nakað við
Sein-
nevnivert
uttanlandstilfarið.
asta innslagið í Degi og
Viku týskveldið, nevni-
liga tíðindini um mongu
børnini í sum
vóru rakt av herviligu
sjúkuni AIDS, tað rakti
meint. Kanska í so hart,
so tað hevði verið hósk-
við ávaring
áðrenn
Rumenia,
andi eini
frammanundan,
ræðumyndirnar komu á
skermin. Neyðars bern,
flestu av teimum vóru
smittað aftan á blóðyvir-
føring v.m. og ólukku
dyrini høvdu verið beind
burtur av vegnum, so
leingi ómennið Ceausesu
var við valdið. Hann unti
teimum ikki eingang hita
og neyðuga rekt á sjúkra-
húsunum. Hann bart út
noktaði fyri, at sjúkan í
heila tikið fanst har í
landinum; sjúkan var eitt
vesturlendski fyribrigdi,
sum ukið varð til. Og tå
tað visti seg, at hon fanst
har hóast alt, so blivu teir
læknar, sum ætlaðu at
kunna almenningin um
hættisligu steðuna, bein-
leiðis hóttir við lívinum,
um teir vágaðu sær at
gretta nakað um AIDS í
Rumenia. Alt hetta kemur
nú loksins undan kavi,
men hóskaði als ikki tá
inn í kommunistisku para-
dismyndina, Ceau-
sesu royndi at fyrigykla
umheiminum av sær og
landi sínum og sum
partvíst, tíverri, eydnað-
ist sera væl, so væl t.d., at
Margretha drotning gav
honum Elefantordanin av
l. stigi.
Tá ið vit standa andlit
til andlit við slík ómenn-
iskjanslig stjórnarveld, so
mega vit enn einaferð
ásanna beinraknu orð
Churchill's: Demokrati,
sum styrishåttur, er nak-
ad lort — eg kenni bara
ongan betri.
Tvær radsendingar, av
sum
teimum frægu, hava verið
sendar í SvF seinastu
vikuskiftini, nevniliga
danska Matador friggja-
kvøld og vesturtyska Ber-
tini familjan sunnukvøld
tvey vælvald kvøld til
sovorånar upplagdar
familjusendingar sum hes-
ar. Hesar sendingar, so
ólíkar tær annars eru i
innihaldi og vavi, hava
hugtikið fjøld av fólki, og
hóast hetta er triðja ferð-
in, at Matador verður
send, so skilji eg væl, at
DR hevur funnið fram til,
í síggjarakanning, at um-
leið 2 mill. danir sótu
frammanfyri skerminum,
eisini á hesum sinni, með-
an Matador var á skránni,
tí so framúr er lagt til
rættis av Erik Balling og
Lisu Nergárd, og sjónleik-
ararnir eru av teimum
bestu, sum Danmark eig-
ur, so úrslitið kundi ikki
blíva annað enn gott; ong-
in ivi um, at hend sending
eisini er fallin í góða jerð í
sjónvarps-
ummæli
Johan Samuelsen
skrivar
Feroyum. Sendingin slær
fast við sjeytummaseymi,
at smátjóðirnar hava
møguleikan at kappast
við altjóða, og tá serliga
amerikanska, filmsidnad-
in, sum vit verda (yvir)
fóðrað vid dag og dagliga,
uttan at skammast á nak-
ran hátt, tverturímóti.
Evnid um Bertini familj-
una, sum verður forfylgd
av nazistunum, er sjálv-
andi vælkent, men í hesi
sendingini vidgjørt á eitt
sindur annarleiðis hátt,
nevniliga hvussu henda
familjan av »blandadum«
slagi, t.v.s. annar hjunafe-
lagin jødi, hin ikki, og
børnini ti »bastardar« av
1. stigi, sambært Núrn-
bergarlógunum, sum slóð-
aðu fyri nazistisku for-
fylgingini av jødunum i
Tridja Rikinum, roynir at
sleppa undan at enda sin-
ar dagar i tyningarlegum
Hitlers — hetta eydnast
fyrst og fremst óferu
mammuni at takka fyri.
Ein spennandi og sannfer-
andi lýsing av viðurskiftu-
num hjá jødunum undir
Hitlerstýrinum, sum
>