fríggjadagur 7. februar 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 26 - 7. februar 2003
Nr. 26 - 7. februar 2003
19
Sambært amerik-
anska uttanríkisráð-
harranum, Colin
Powell, skal eingin
vera í iva um, at
prógvini, sum hann
legði fyri ST-trygdar-
ráðið, eru haldgóð,
men tey ivingarsomu
lótu seg ikki sannføra
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen:
Hóast amerikanski uttan-
ríkisráðharrin nýtti bæði
myndir,
avlurtingar
og
fregnartænastufrágreiðing-
ar, tá hann royndi at sann-
føra limirnar í ST-trygdar-
ráðnum um, at Irak hevur
hópoyðingarvápn, tóktist
tað ikki sannføra tey lond-
ini, sum frammanundan
ivaðust í, hvussu gott amer-
ikanska grundarlagið fyri
einum møguligum álopi
var.
Russiski uttanríkisráð-
harrin, Igor Ivanov, vissaði
sín amerikanska starvs-
bróður um, at hann hevði
lurtað væl eftir tí, sum hes-
in hevði sagt. Hann helt, at
londini eiga nú at kanna
amerikanska próvtilfarið,
og meðan tað verður gjørt,
skulu kanningarnar hjá
vápnaeftirlitsmonnunum
halda fram.
Frakland ávaraði eisini
trygdarráðið ímóti at leypa
framav. Dominique Villi-
pin, uttanríkisráðharri, við-
gekk, at Irak hevur ikki
gjørt, sum landinum er
álagt, og hann mælti til at
tvífalda ella trífalda talið á
eftirlitsmonnum, samstun-
dis sum flogeftirlitið skal
økjast.
Kinesiski uttanríkisráð-
harrin, Tang Jiaxuan, helt,
at so leingi tað er møguligt
at loysa kreppuna á friðar-
ligan hátt, eiga allir partar
at virka fyri tí.
Bara tann bretski uttan-
ríkisráðharrin, Jack Straw,
segði seg hava fult álit á
amerikansku prógvunum.
Standa Russland, Kina og
Frakland við sítt, noyðist
USA helst at sleppa vónini
um stuðul frá trygdarráðn-
um, tí øll trý londini hava
sýtingarrætt í ráðnum, men
George W. Bush, forseti
hevur sagt, at støðan hjá
trygdarráðnum verður ikki
avgerandi fyri ta avgerð,
sum hann fer at taka.
Norðurkorea kann
fara at leypa á
amerikanararnar
heldur enn at bíða
eftir, at USA fer at
leypa á landið, tá
kríggið við Irak er av
NORÐURKOREA-USA
Árni Joensen:
Tað sigur ein talsmaður hjá
stjórnini í Pyongyang við
bretska blaðið The Guar-
dian.
- USA sigur, at tað skal
avgreiða Irak fyrst, og at vit
eru næst í røðini. Men vit
hava okkara móttiltøk. Tað
eru ikki bara amerikanar-
arnir, sum kunnu fremja
fyribyrgjandi álop, sigur Ri
Pyong-gap við blaðið.
Ávaringin hjá tals-mann-
inum kom, samstundis sum
suðurkoreanska
tíðinda-
stovan Yonhap endurgav tað
størsta
noðurkoreanska
blaðið, Rodong Simmun,
fyri at hava havt líknandi
ávaringar.
- Fremja amerikanarar
eitt sokallað fyribyrgjandi
álop á okkara friðarligu
kjarnorkuverk, fara vit at
svara aftur við kríggi, veru-
ligum kríggi, skrivaði tað
norðurkoreanska
blaðið
sambært Yonhap.
Blaðið vil vera við, at
amerikanararnir eru í ferð
við at fyrireika eitt álop á
tað týdningarmesta norður-
koreanska kjarnorkuverkið,
Yongbyon, sum sambært
norðurkoreansku myndug-
leikunum verður nýtt til at
útvega landinum ta neyð-
ugu elorkuna.
Amerikanarar hava av-
sannað, at teir ætla at leypa
á Norðurkorea. Donald
Rumsfeld, verjumálaráð-
harri, hevur kortini sagt, at
tað kann gerast ein trupul-
leiki fyri norðurkoreanar,
taka teir sína kjarnorku-
verkætlan uppaftur, og um
teir fara at útvega sær sjálv-
um og øðrum kjarnorku-
vápn.
Sum væntað vísa
irakar amerikanska
próvtilfarinum aftur
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen:
- Hatta var lygn úr einum
enda í annan. Tann beri
heilaspuni, og endamálið
var ikki annað enn at út-
vega USA eina umbering
fyri at rættvísgera eitt álop
á Irak.
Hetta var tann fyrsta al-
menna irakska viðmerking-
in til røðuna hjá Colin
Powell í ST-trygdarráðnum.
Amer al-Saadi, sum er
ráðgevi hjá Saddam Huss-
ein, forseta, segði, at Irak
fjalir einki og hevur einki at
fjala. Hann helt haraftur-
ímóti, at tað, sum Powell
legði fram, prógvar, at USA
brýtur ta seinastu ST-sam-
tyktina um Irak, tí sambært
henni skulu øll londini
útvega vápnaeftirlitsmonn-
unum og altjóða kjarnorku-
stovninum alt tað tilfar,
sum tey hava um Irak. Tað
hevur USA ikki gjørt, segði
irakski ráðgevin.
Norðurkorea hóttir við kríggi
Tann beri heilaspuni
Ivi um amerikansku prógvini
Saddam Hussein hevur
nóg mikið av biologisk-
um og kemiskum vápn-
um til at beina fyri fólki
í hundraðtúsundatali, og
fær hann sín vilja, hevur
hann skjótt eisini kjarn-
orkuvápn.
Tað er í hvussu er nið-
urstøðan hjá amerik-
ansku stjórnini.
Sambært
teimum
amerikansku kanning-
unum hevur Irak í
hvussu er 8.500 litrar av
Anthrax, men tá vápna-
eftirlitsmenninir vóru í
Irak í nítitárunum, hildu
teir, at Irak hevði evni til
at gera umleið 25.000
litrar av hesum evnin-
um.
Harafturat siga amer-
ikanarar, at Irak hevur
evni til at gera 400
biologiskar
bumbur.
Sagt verður, at irakar
hava útgerð, sum kann
gera meiri biologiskt
eitur, enn Irak hevði
undan Flógvakrígnum.
Talan er millum annað
um miltbrand, Aflatoxin
og Ricin. Harumframt
vilja amerikanarar vera
við, at Irak hevur stórar
goymslur av ymsum
bakterium so sum tyfus,
kolbrandi, kolera og
koppum.
Tá talan er um kemisk
vápn, siga amerikanarar
seg hava prógv fyri, at
Irak hevur fleiri slík
vápn á goymslu, og at
tey vandamestu av hes-
um eru sinnopsgass og
nervagassið VX. Hildið
verður, at Irak hevur
einar 550 granatir við
sinnopsgassi, og at land-
ið hevur útgerð til at
gera umleið 500 tons av
slíkum vápnum. Oman á
hetta kemur so, at síðani
kríggið millum Irak og
Iran eru umleið 1.000
tons av kemiskum vápn-
um horvin í Irak, og
irakar hava ikki verið
førir fyri at greiða frá,
hvat er vorðið av teim-
um.
Amerikanarar halda
ikki, at Irak hevur kjarn-
orkuvápn, men at lítið
restar í, til tann fyrsta
irakska kjarnorkubumb-
an er veruleiki. Irak hev-
ur tann neyðuga kunn-
leikan og tøknina til at
gera
kjarnorkuvápn,
men landinum tørvar út-
gerð til at ríka uran.
Sambært USA hevur
Irak fleiri ferðir roynt at
fáa fatur á hesari út-
gerðini.
Sambært ST-samtykt-
um hevur Irak ikki loyvi
at hava rakettir, sum
bera longri enn 150 kilo-
metrar, men amerik-
anarar siga, at irakar
hava einar tólv rakettir,
sum bera millum 650 og
900 kilometrar. Haraft-
urat hava teir eina verk-
ætlan, sum umfatar rak-
ettir, ið kunnu flúgva
meiri enn 1.000 kilo-
metrar, og teir eru eisini
í ferð við at gera eina
aðra rakett, sum fer at
røkka 1.200 kilometrar.
At enda vil USA vera
við, at irakar hava roynt
at ment eitt lítið ómann-
að flogfar, sum kann
flyta bæði kemisk og
biologisk vápn.
Vápnini hjá
Saddam
So tættir standa teir á koreanska markinum. Fremst á myndini ein amerikanskur og ein suðurkoreanskur hermaður, aftanfyri ein
norðurkoreanskur hermaður. Nú hóttir Norðurkorea við kríggi
Colin Powell hevur
verið roknaður sum
dúgvan millum
heykarnar í amerik-
ansku stjórnini, men
við sínum stóra
sjálvsáliti og nærlagni
hevur hann víst, at
stundum er tað
dúgvan, sum vinnur
ÁRNI JOENSEN:
Heykur ella dúgva? Higar-
til hevur Colin Powell,
uttanríkisráðharri
verið
roknaður sum dúgvan í
stjórnini hjá George W.
Bush, forseta, har heykarn-
ir sita tættir. Hann er mað-
urin, sum amerikanarar seta
sítt álit á, tá tað ræður um at
sannføra umheimin um, at
tað er neyðugt at fara í
kríggj við Saddam Hussein
eina ferð afturat.
Krígsmaðurin Powell er
fyrrverandi generalur við
fýra stjørnum á økslini,
hann hevur verið trygdar-
politiskur ráðgevi, og tey
eru mong, sum halda, at
hann hevði kunnað verið
forsetavalevni, hevði hann
havt hug til tess. Undir
Flógvakrígnum fyri tólv
árum
síðani
var
tann
fremsti ráðgevin hjá táver-
andi George Bush, forseta.
Árini síðani hevur hann
ofta verið frammi alment,
men neyvan nakrantíð hava
so mong eygleitt hann, sum
tá hann fyrradagin royndi at
sannføra altjóða samfelagið
um, at Saddam Hussein
fjalir eina rúgvu av ólóglig-
um vápnum. Tað sást, at
hann hevði fyrireikað seg
væl, og hann var nærlagdur
sum altíð. Uppgávan var
eisini stór. Hann skuldi
sannføra hinar limirnar í
trygdarráðnum og altjóða
samfelagið um, at Saddam
Hussein er fullur av lygn,
og at amerikanska stjórnar-
umsitingin hevur prógv
fyri, at so er.
Vinnur í seinna enda
Colin Powell er tann føddi
hermaðurin, og ábyrgdar-
kensla og loyalitetur eru
hansara eyðkenni, siga tey,
sum kenna hann.
Tað er alment kent, at
hann stundum hevur havt
tað strævið, síðani hann tók
við uttanríkisráðharrastarv-
inum. Millum embætis-
menninar í uttanríkisráðn-
um er hann nógv avhildin,
men hann hevur havt
mangan dystin við politikk-
in hjá Hvítu Húsunum,
verjumálaráðnum og ikki
minst Dick Cheney, vara-
forseta. Fleiri ferðir tapti
hann í fyrsta umfari, men
nakrar mánaðir seinni vísti
tað kortini, at tað var hann,
sum hevði havt rætt. Ella
sum ein av embætismonn-
um hansara í uttanríkis-
ráðnum segði herfyri:
- Vit vinna meiri, enn vit
tapa, men tað er bara so
leingi at bíða eftir sigrin-
um.
Powell verður sagdur at
vera ein maður, sum hevur
álit á sær sjálvum, og tá
hann tók orðið í trygdar-
ráðnum mikudagin, mundi
hann eisini kenna seg vísan
í, at tað, sum hann hevði at
siga, fór at ávirka tey, sum
lurtaðu og hugdu. Hann var
sannførdur um, at myndirn-
ar, sum hann vísti, søgdu
sannleikan, og at ljóðbond-
ini, sum hann spældi,
søgdu eisini sannleikan.
Men hann visti eisini, at
uppgávan var alt annað enn
løtt. Í trygdarráðnum er ivi
um amerikanska próvtilfar-
ið, í Kongressini er somu-
leiðis ivi um álopsætlanina
hjá forsetanum, og fjøl-
miðlarnir - heldur ikki teir
amerikansku - hava svølgt
tað, sum er lagt á borðið.
Stórt álit
Tað er sagt, at Colin Powell
er sera nærlagdur og um-
hugsin, og at hann kannar
allar upplýsingar, eisini ta
minstu, áðrenn hann kunn-
ar almenningin. Hetta skal
fregnartænastan CIA hava
sannað meiri enn einaferð,
síðani hann tók við.
Eitt er altjóða samfelag-
ið, eitt annað er tað amerik-
anska samfelagið, og tá tað
snýr seg um tað seinna,
leggur Colin Powell stóran
dent á at varðveita sítt trú-
virði. At tað hevur eydnast
tí gamla nærlagda her-
manninum at varðveita sítt
trúvirði sást í einari mein-
ingakanning, sum varð
gjørd fyrr í vikuni. Har
svaraðu 63 prosent av teim-
um spurdu amerikanarun-
um, at tey hava størri álit á
uttanríkisráðharranum enn
á forsetanum. Bara 24
prosent søgdu tað øvugta.
Nærlagdur gamal krígsmaður
C
M
Y
K
19
18