týsdagur 13. februar 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Abyrgdarblaðstjóri. Jan Miller
Fyritaksstjóri: Kristjan Dahl
ljósmyndari. Kalmar Lindenskov
Blaðfólk. Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith Prent:
Utgevari — Pif Sosialurin | Bústaður: Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoga 76
Uppseting: P/F Sosiahrin Argir 110 Tórshavn
P/f Pressan 1981 | Telefon: 11820 Tetefax: 14720
Mandela leyslatin
SUNNUDAGIN var ein av heimsins
mest umrøddu monnum, Nelson Man-
dela, leyslatin úr fongslinum í
Suðurafrika, har hann hevur sitið í
meira enn 27 ár. Ein hending, sum
saman við teimum mongu
kollveltandi broyungunum í Eystur-
europa hesa seinastu tíðina, gevur
okkum vónir um ein tryggari og betri
heim. Ein hending, sum er við til at
bróta niður múrar millum hvít og
svørt. Ein hending, sum gevur okkum
vón um, at tann stóri svarti meirilutin
í Sudurafrika kann síggja fram móti
ljósari og rættvísari tíðum.
TAÐ var sudurafrikanski
stjórnarleiðarin de Klerk, sum tók
avgerðina at leysalata Mandela. Hetta
var ein skilagóð avgerð, sum gevur
okkum vónir um, at tað møguliga fer
at eydnast at vinna teimum svertu
javnrættindi uttan blóðugt stríð. Men
tað er greitt, at við hesi hending er
bert skjøtil settur á. Hevur tú sagt Á
er tú noyddur at siga B osfr. De Klerk
noyðist nú at halda fram við
demokratiseringini, sjålvt um hetta fer
at elva til stórt móttrýst frá teimum
vidgongdu hvítu. Hesi vilja nevniliga
ikki siggja broytingar. Tey siggja
helst tey svertu búgvandi i
smálondum fyri seg við avmarkadum
møguleikum í mun til tey hvítu. Hesi
tu vilja gera alt tey eru ment fyri at
steðga royndunum at bróta niður
núrar apartheids. Tað er heldur ikki
so legið, at tey oftani verða mett at
hava stóra virðing fyri ti politikki ella
HER verður nógv at umrøda, nú
samráðingar standa fyri. Tað er ilt at
meta um nú, hvat fer at henda. Men
tað at Mandela er leyslatin er so ein
byrjan, ein sera týdningarmikil byrjan
og eitt týðandi stødi at byggja víðari
á, nú tað ræður um at betra um
viðurskiftini hjá teimum svgrtu. Men
apartheid fer ikki at hvørva við eitt nú
Mandela er leyslatin. Tað fer uttan iva
at taka drúgva tíð at røkka endaligum
loysnum. Leyslaungin av Mandela er
ein liður í hesi process. Hann skal
verða tað liðið, sum fær gongd á og
kann skunda undir eina skjóta loysn.
ENN er ov tíðliga at meta um, hvat
Mandela fer at fáa burtur úr sínum
royndum at vinna teimum svertu
javnbjóðis rættindi við samráðing-
arborðið. Men næstu ferð svenska
nobelnevndin skal til at kjósa sær ein
vinnara av nobelfridarheidurslønini,
so mugu vit bara vóna, at Mandela fer
at standa frammaliga á listanum. At
hesin maður hevur halgað alt lív sítt
fyri eini so tydningarmiklari søk sum
hesi og hevur sítið í fongsli
meginpartin av ævi síni fyri somu
søk, tað eigur at viga tungt, tá avgerð
skal takast um ein komandi avtakara
av nobelfridarheiduslønini.
FAD stendur eisini púra greitt, at vid
eini tílíkari viðurkenning fer Mandela
at verða enn betur førur fyri at
stridast fyri rættvísis søk teirra svørtu
Tað vildi verið tann størsta viður-
kenningin, sum umheimurin kundi
givið Mandela og annars øllum
teimum svertu í Suðurafrika, sum
dagliga stríðast ímóti teirra
omenniskjansligu apartheidskipanini. F
ideologi, sum nazistarnir stóðu fyri. ;
EISINI føroyingar hava eitthvert 5
Í Ti stóra sovjetsamveldinum hava vit samstarv við Sudurafrika. Men vit
seinastu árini verið vitni ul nógvar hava eismi samtykt bann, sum tó
broytingar. Og aftanfyri hesar stendur hevur givið undantaksloyvi fyri É
em maður, Gorbatjov. Nú Mandela er samarbeiði, sum longu var í gongd, tá 5
latin leysur kunnu vit rokna vid stór- bannið varð samtykt. Hvussu nú við 8
um broytingum í Sudurafrika eisini. Í
bådum førunum er talan um menn,
sum hava dirvi og skil til at siggja,
hvat må gerast kosta hvat tad vil, og ti
eru tad uttan iva mong, sum vilja av
við teir. Tað er ti inniliga vón okkara,
at bæði Gorbatjov og Mandela verða
lív lagað at fremja tær so neyðugu
broyungar bæði í Sovjetsamveldinum
og Sudurafrika. Vit mugu so eisini
vóna, at intentiónir de Klerk eru
ærligar og veruligan, at hann ikki
gevst á hálvari leið ella bakkar fyri
teimum viðgongdu av teimum hvítu
TAÐ er vissuliga í tókum tíma, at
Mandela er leyslatin. Hann er kanska
tann einasti, sum er førur fyri at
sameina tey svørtu, og hann er helst
tann eimasti, sum hvítu leiðararnir
kenna seg tryggar at sita til
samráðingarborðið við. Teir virða
hann fyri treiskni og dirvi hansara, og
teir ræðast hann eisini, tí hann er so
avhildin millum tey svertu. Henda
ræðsla teirra fyri honum skal meira
skiljast so, at teir vita, at skuldi
okkurt hent Mandela, tá verður tað
ikki lukkuligt at vera hvítur í
Sudurafrika. At de Klerk tí hevur
tikið avgerðina at lata henda kendasta
og best umtókta av øllum svørtum
leiðarum leysan kemst helst eisini av,
at de Klerk metir Mandela at vera
tann rætta mannin at samráðast við.
Tí hóast sína fortíð í ANC, so heldur
de Klerk henda mannin at vera ein
hóvligan og klókan mann, sum ikki
leypir framav. Helst er bygt upp álit
teirra millum, men sjálvandi er enn alt
ov tíðliga at siga nakað við vissu um
hetta. Tað fáa vit meira at vita um í
komandi tíð.
TAÐ verður spennandi at fylgja
gongdini í Sudurafrika komandi
mánaðirnar. Tað er greitt, at vidgongd
hvít fara at gera alt fyri at forkoma
royndunum hjá de Klerk og Mandela
at broyta viðurskiftini hjá teimum
svørtu. Spurningurin nú er so eisini,
hvat Mandela fer at krevja av de
Klerk. Hvat fara aðrir svartir leiðarar
av krevja av Mandela sum
samráðingarleiðara! Hvat kann de
Klerk ganga við til osfr. Jú nógvir eru
spurningarnir. Ein spurningur er tó
heilt greiður, og hann er, at tey svørtu
vilja ikki hava eina hálva loysn, eina
loysn, sum bara lutvíst gongur teim-
um á met. Antin fult demokrati og
javnbjóðis rættindi við tey hvítu clla
framhald av stríðnum, eisini um
neyðugt við vápnum.
MANDELA hevur longu gjørt greitt,
at tað hann ynskir, og hetta krav
tykist at vera Ofråvikiligt, tað er "ein
maður - ein atkvgða". Tástaðni hava
tey svørtu javnbjóðis rættindi við tey
hvítu. Hvíta stjórnin sigur seg vilja
ganga við til at broyta valskipanina,
men hevur latið tey svørtu vita, at
talan verður um eina ella aðra
valskipan, sum gongur tí svarta
meirilutanum á meti. Ottin millum
tey hvítu fyri, at tey svørtu koma til
ræðið er stórur, tí við at broyta val-
skipanina soleiðis sum tey svgrtu vilja
tað, merkir tað í høvudsheitum, at tey
hvítu missa stóran part av valdi
sínum. Tey hvítu bera tá av álvara
ótta fyri lívinum. Tað er henda ótta
teir svørtu leiðararnir nú skulu til at
sannføra hvítu stjórnina um ikki
verður veruleiki. Endamálið er at
svørt og hvít kunnu liva lið um lid í
einum framtíðar Suðurafrika.
hesum samstarvi! Løgmaður nam við
henda spurning í eini útvarpssamrøðu
sunnudagin. Hann fegnaðist um
gongdina í Sudurafrika og helt fyri,
eins og tann bretska Margareth
Thatcher hevur gjørt tað, at nú eiga
vit at umhugsa at slaka uppá tað
handilsbann, sum er sett í verk móti
Suðurafrika. Løgmaður visti á, at frå
i. mars í ár verður ikki møguligt at
hava handilssamband við Suð-
urafrika. Hetta hevur okkara løgting
samtykt. Nú heldur løgmaður vidur-
skiftini vera so nógv broytt í
Sudurafrika, at vit eiga at broyta
heita.
OKKARA metan er tann, at hvorki
løroyingar ella aðrir eiga nú
beinavegin Mandela er leyslatin at
sleppa øllum sanktiónum móti
Sudurafrika. Tí hóast Mandela er
leysur aftur, so er apartheid framvegis
livandi í Sudurafrika. Vit eiga at geva
royndunum hjá de Klerk ans og allan
stuðul, men vit mugu heldur ikki
leypa framav og taka nærum einasta
vápn, sum tey svertu hava havt,
nevniliga sanktiónirnar móti
apartheid, burt. Lat okkum heldur
vita, hvussu leikur fer fram. jami