týsdagur 13. februar 1990síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AR
Fá
Nr. 18 — 13. februar 1990
Borgin verður hart rakt
Borgin á Sandi er ímillum
minstu flakavirkini í Før-
oyum. Sambært uppriti-
num um fiskivinnuna fær
hon bert 3,11% av ráfiski-
num, sum verður avreidd-
ur í Feroyum. Borgin
hevði eitt hampiliga gott
ár í 1989 og fekk tá íalt
3.500 tons av ráveru til
framleiðsluna. Vit spurdu
Eyðun Olsen, stjóra á
Borgini, um hann var
negdur við prosentpartin,
ásettur er í uppritinum.
Velst um samlaðu
nøgdina
>Tað velst sjálvandi um,
av hvussu stórari nøgd
parturin er. Tad hava vit
ikki fingið at vita enn. Er
100.000 tonsum
ella minni, so stendur heilt
illa til hjá okkum. 3.000
tons eru alt ov lítið. Vit
mugu tá fortjena so nógv
pr. kilo, at tað letur seg
næstan ikki gera. Hvat
hendir, fáa vit bert hesa
nøgd, er ringt at meta um.
Eg kann kortini siga, at í
mun til so nógv onnur
flakavirki er steða ikki
serliga ring hjá okkum.
Seinasta ár fingu vit 3.500
tons og vit kunnu klára
nann av
okkum við tí nogd, hóast
tað hevði ikki verið nakað
problem fyri okkum at
taka uppímóti 5.000 tons
um árið, treytað av fiska-
sløgum. Vit hava mann-
skap til tað, og er nógvur
saltfiskur, kunnu vit
koyra nógv igjøgnum við
teimum tveimum kapasi-
tetum, vit hava.«
Uppbodssølan
trupul at fåast vid
Eyðun Olsen var sera
ivingarsamur mótvegis
uppboðsseluni.
>Tað verður ógvu
liga torført hjá okkum at
fáast við hana. Verður hon
í Klaksvík, sum sagt verð-
ur í uppritinum frá lands-
stýrinum, liggja vit geo-
grafiskt illa fyri. Vit mugu
hava ein mann afturat
bara fyri at fáast við upp-
bodssøluna. Tað verður
eisini trupult at fáa nakað
burturúr, tí fiskurin, vit
meguliga kunnu keypa á
uppboðsseluni, fer ikki at
skapa nógv virði. Tað
verður bjóðað upp í topp,
soleiðis at talan kann
ongantíð verða um ta
stóru fortjenastuna.«
Bonus-skipanin
kann virka
Eyðun var positivari mót-
vegis bonus-skipanini,
sum landsstýrið ætlar at
seta í verk:
„Í sambandi við bonus-
in mugu vit leggja okkum
eftir at gera produkt, sum
vit fáa stig fyri, og tað eru
vit í roynd og veru longu
byrjaðir við. Eg haldi, at
bonus-skipanin kann
virka væl og fáa virkini til
at gera dýrari veru. Tað
verður sjálvsagt nógv
betri uppá lands-basis og
tað kann eisini fáa Fiska-
seluna til at gera meira
við seluna. Samanumtikið
kann eg siga, at hóast vit
ikki eru positivt innstill-
aðir mótvegis ráverubýti-
num, so noyðist man at
spyrja um alternativ. Vit
mugu heilt einfalt læra
okkum at liva við hesum«.
IE
prosentpartinum og tey
kunnu býta um fiskaslog
sínámillum.
Landsstýrið umsitur
skipanina og ásetir eina
vegleiðandi nøgd í tons-
um, sum hvert virki kann
taka ímóti hvert fjórð-
ingsár.
Landsstýrinum verður
heimilað at leggja eitt
virki stilt í eina tíð, sum
keypir ein sterri prosent-
part, enn tí er tillutað.
Heldur virkið fram at
keypa ov nógvan fisk,
verður málið sent løgregl-
uni.
Við ársbyrjan verður
gjørt upp, hvussu virkini
hava hildið sína kvotu.
Hevur eitt virki keypt ov
nógvan fisk, skal lands-
stýrið krevja vinningin av
hesi framleiðslu frá tí og
lata landskassanum hann
til minstalen og annan
stuðul til fiskivinnuna.
Ein minni negd kann
javnast út árið eftir.
Uppbodssøla
Landsstyrid fer at leggja
uppskot fyri tingiå um
eina uppbodssølu. I fyrsta
umfari verður bert henda
uppboðsselan, men ar-
beitt verður við at fáa eina
uppbodssølu via telefon
eisini. Innihaldið í lógini
verður hetta:
— Uppbodssølan byrjar
i august 1990.
— ØINl fiskasløg kunnu
seljast å uppbodi.
— Frá august 1990
verða 150 tons av býtis-
fiski seld um vikuna í 40
vikur. Harafturat kunnu
oll fiskasløg, sum ikki eru
í býtinum millum fiska-
virkini, seljast á uppboði.
— Fiskur, keyptur á
uppboðsselu, verður ikki
roknaður upp í ráfiska-
býtið.
— ØL fiskifør og virki
kunnu selja å uppbodi.
Eisini utlendsk fiskifør
kunnu selja å uppbods-
sølu, treytad av at tey
annars hava neyðug loyvi.
— Í 1990 verður upp-
boðsselan í Klaksvík. Ein
meiriluti í samgonguni
ger av, hvar uppboðssela
skal vera eftir 1990.
— Ein og hver skal hava
møguleika at bjóða á upp-
boðsselu. Keyparar skulu
frammanundan veita
bankatrygd fyri keypi-
num
— Landsstýrið skal seta
uppboðsseluna í gongd,
skipa fyri uppboðum og
útvega heli.
— Ein fastur uppboðs-
seljari verður settur.
— Flutningsstudningur
verður latin til flutning av
fiski frá uppboðnum til
virki. Studningurin verð-
ur lagaður soleiðis, at oll
virki verða javnsett.
— Fiskaseljari hevur
ábyrgdina av fiski, sum
onki boð er uppá.
Keyp av fiski til
virkingar
Í uppritinum verður sagt,
at meguliga kann frystur
fiskur keypast aðrastaðni,
t.d. frá Kanada, Alaska,
Íslandi ella Grenlandi.
Fyri at fáa royndir í
gongd, fer landsstýrið at
leggja uppskot fyri tingið
um — í eina tíð — at veita
studning til keyptan fisk.
Upphæddin verður 1 kr.
kg. fyri innvigaða vekt av
frystum fiski til virkingar.
Frystur fiskur, sum
virki keypa uttaneftir,
verður ikki roknaður upp í
ráfiskabýtið.
Prísstudningur
Ætlanin er hereftir at gera
greiðan skilnað millum
tann pris, sum fæst á
marknaðinum fyri fiskin,
og tann studning, sum
verður latin úr landskass-
anum. Studningsskipanin
skal gerast einfaldari.
Landsstýrið fer at
leggja fleiri lógaruppskot
fyri tingið um hetta, sum
kunnu virka, tá verandi
prísskeið er úti 30. juni
1990. Uppskotini verða:
— Lóg um, at landsstýr-
ið og løgtingsins fiski-
vinnunevnd áseta prís-
ískoyti hvenn 1. apríl og
1. oktober. Meiriluti
krevst bæði í landsstýri-
num og fiskivinnunevnd-
ini hver sær. Prísískoytið
verður ymist fyri ymisk
fiskasløg og verður býtt
eftir sáttmálanum millum
skip og manning. Í fyrstu
syftu verður harumframt
latin manningar- ella
rakstrarstudningur fyri
ikki at broyta núverandi
samlaðu studningsupp-
hædd, fyrr enn sáttmála-
skeiðini eru úti, og fiski-
menn og reiðarar í sam-
ráðingum kunnu broyta
býtið.
— Lógir um minstalen,
dagsstudning og minsta-
forvinning.
— Ein prísásetingar-
nevnd ásetir ein minsta-
prís fyri fisk, avreiddur í
Feroyum. Minstaprísurin
skal skiljast soleiðis, at
tað er ikki loyvt at keypa
fisk, ætlaður til manna-
fødi, fyri minni enn henda
prís. Tað er sjálvandi
loyvt at keypa fisk fyri
meira enn minstaprísin,
og ætlanin er, at bert tann
vánaligasti fiskurin verð-
ur keyptur fyri henda prís,
meðan fiskur, sum er góð
vera og framúr góð vera,
eigur at verða keyptur
fyri hægri prís alt eftir,
hvussu stórt virði veran
hevur, sum fæst burtur úr
fiskinum.
— Í prísásetingarnevnd-
ini sita 2 umboð fyri fiska-
keyparar og 2 umboð fyri
seljarar. Tey velja ein upp-
mann. Fæst ikki meiriluti
fyri einum uppmanni, til-
nevnir sorinskrivarin ein
uppmann.
Lógirnar um Ráfiska-
grunn og Studningsnevnd
verða settar úr gildi.
Bonusskipan fyri
flakavirki
við tí endamáli at fáa fisk-
in virkaðan til best megu-
ligan prís, arbeiðsfólki,
virkjum, fiskiførum og
samfelagnum sum heild
til gagns, er ætlanin at
gera eina bonusskipan
fyri góðskaðar verur. Við
hægri riisi og bonus skal
meira góðskað vera geva
virkinum sterri skiftis-
avlop og ávirka avreið-
ingarprísin uppeftir.
Stuðulin til fiskivinn-
una verður sostatt býttur
sundur í tveir partar: ein
fyri at fáa fiskin veiddan,
og ein annan fyri at fáa
fiskin virkaðan til ávísar
úrdráttir.
Tann fyrri studningurin
kann latast sum kilo-
studningur fyri veiddan
fisk. Torferari er at áseta
studning til virkini fyri
ávísar úrdráttir.
Skal trygd fáast fyri, at
fiskurin ikki bert verður
vendur á gólvinum og síð-
ani seldur óviðgjerdur,
ber ikki til at hava bonus
beinleiðis á ráfiskinum,
men fiskurin má helst
vera komin til eitt ávíst
viðgerðarstig.
Verður fiskurin skorin
til flak, kundi t.d. úrteku-
prosentið verið avgerandi
fyri, hvussu stórt bonusið
skal vera. Tey ymisku
fiskaslegini hava eitt úr-
tekuprosent, sum ikki er
líka stórt fyri tey ymisku
fiskasløgini, og tað er
heldur ikki javnt yvir alt
árið, tí fastleikin og fitin
eru ikki eins altíð.
Tað verður heldur ikki
lætt at fylgja við á teim-
um ymisku virkjunum,
um nú úrtekan er skrásett
rætt. Ti ber helst ikki til
at lata úrtekuna stýra
bonusinum. Men til tess
at forða fyri, at fiskur fer
ótilvirkaður av virkinum
við studningi, ber til at
lata studning fyri tann
fisk, sum verður skorin til
flak. Tá kundi bonusið
verið pr. kg. flak.
Tað kundi verið roynt at
havt bonusið sum ein pro-
sentpart av virðiseking-
ini, men hetta er torferari
at skráseta. Eisini er tor-
ført at rokna út, hvat tað
gevur, áðrenn ein bonus-
skipan yvirhevur er
roynd. Tá ein skipan er
roynd í eina tíð, er iva-
leyst lættari at broyta til
eina aðra, sum virkar bet-
ur.
Ætlanin er tí at áseta
eitt bonus pr. kg. flak fyri
tað, sum verður skorið, og
onnur bonus pr. kg. lidna
veru fyri tað, sum fer í
deteilpakking.