Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-02-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. februar 1990síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Abyrgdarbladstjori Jan Miller Fyritaksstjóri. Kristjan Dahl Ljósmyndari Kalmar Lindenskov Blaðfólk Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Térfinn Smith Útgevari: P/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26 Uppseting: P/f Sosislurin Argir Prent: P/f Pressan 1981 Telefon: 11820 Postadressa: Postsmoga 76 110 Tórshavn Teletax: 14720 Vilja vit læra av mistøkunum! FISKIVINNA okkara fevnir um skipini og so virkini. I bådum førum hava vit føroyingar bygt út og endurnýggjað uttan stórvegis miðvísa stýring og úlrættalegging. Tað hevur verið nærum frítt spæl, tann og tey, sum hava ynskt at fáa sær skip og virki, eru sloppin í gongd. Bæði myndugleikar og fíggjanarstovnar hava givið grønt ljós. NÚ sansar álvarsliga at bæði á sjógvi og á landi. Vit hava fingið ein so mikið stóran fiskiflota, at stovnarnir eru hart troyttir, og tískil er ov litid i part til hvørt skipið. Flestu av okkum sanna tí nú, at betur hevdi verið, um vit í stórri mun høvdu stýrt og tilrættalagt útviklingin. Tá hevði hetta ikki hent í so stóran mun.Semja er ti um at koyra skip úr flotanum fyri at bóta um støðuna. Í landi hava vit so tey umleið 22 fiskavirkini, tey flestu vanlig flakavirki. Eisini her hava vit bygt og bygt út uttan at hyggja til, um tað nú fór at vera nóg mikið av fiski til hesi mongu virki. Hetta ásanna vit nú, men um somu tíð er litil ella eingin hugur at brúka modellid frá fiski- flotanum: nenviliga at fækka um virkini, soleiðis at meiri fiskur verður í part til hvert av teimum, eins og við skipunum, tá tey eru færri í tali. NÚ er tað altíð so lætt at vera eftirklókur og siga, at vit áttu ikki at havt gjørt so og so, men heldur uppá handa og hin mátan. Tvs. ístaðin fyri at bygt 20 flakavirki , so áttu vit at tilrættalagt soleiðis, at vit fingu nøkur flakavirki, kanska eitt í hvørjum stórri eki ella so. Og ístaðin fyri at bygt hundraðtals fiskiskip, serliga trolarar, so áttu vit heldur at bygt færri skip. TÅ føroyingar fóru til at gera flak og byggja flakavirki fyrst i 60-unum var eitt rættiliga áhugavert tjak millum vinnulívsfólk og politikarar. Tað vóru tey, sum søgdu, at best mundi vera, at vit bara bygdu trý stór flakavirki. Men tað vóru so hini, sum søgdu, at her mugu fólk sjálvi sleppa at avgera, hvat tey vilja seta pengar í. Vilja tey byggja flakavirki so tey um tað. TAÐ, sum hendi, var, at útviklingurin fekk fritt spæl og vit fingu tey mongu flakavirkini. Hetta hevði við sær eina bygdamenning, sum øll fólk í landinum vóru fegin um, eisini teir vinnulivsmenn, sum upprunaliga søgdu, at tað hevði verið best við trimum virkjum. Nú vælstandur varð í landinum og alt sá út ul at ganga tann rætta vegin, so varð nidurstødan tann, at tað var nú gott kortini, at vit ikki stýrdu gongdini, soleiðis at vit fingu færri virki og harvið færri arbeiðspláss kring landið. Nú var jú tað hent, at bygdafólk høvdu tikið seg saman um at stovna sít! egna flakavirki. Og á henda hátt at varðveita búsetingina á plássinum. Hetta dugdu flest øll at síggja var mikið gott. Í DAG er nógv broytt. Viðurskiftini eru ikki tey somu longur, tí nú eru vit komin hartil, at sjálvt grundarlagið undir øllum - fiskurin, røkkur ikki til til øll tey mongu skipini og virkini. OG HVAT nú kunnu vit tå spyrja! Skulu vit fara at geva ávísum skyldina fyri, at tað hevur verið stýrt og lítið! Skulu vit nú fara at geva teimum viðhald, sum á sinni søgdu: lat okkum bert byggja trý stór virki - ella skulu vit gleðast um, at okkara politikarar ikki blandaðu seg og tóku møguleikan frá teimum mongu bygdunum at fáa sítt egna flakavirki!!! SUM sagt er tað so lætt at vera eftirklókur. Veruleikin er nokk tann, at vit í dag kunnu geva partvíst báðum hesum sjónarmiðjum viðhald. Tí vit síggja, at tað vildi verið ein vanlagna fyri bygdirnar, góvu vit teimum ikki møguleikan at virka fiskin. TAÐ stóra MEN finst mitt ímillum hesi sjónarmið. Nevniliga at tað kanska hevði verið betri við 10 ella 12 flakavirkjum, og at hædd varð tíkin fyri at bygt hesi kring alt landið I dag hava vit trý flakavirki á Skålafjørdinum tætt upp at hvørjum ødrum. Ein kann spyrja, um tað ikki hevði verið ein skilabetri iløga, at her bara var eitt ella í mesa lagi tvey slik virki. Spurningurin er tá eisini hvussu stórar íløgur kundu verið spardar í havnabygs Og taka vit eitt annað økt sum Sundalagið, tá kann ein eisini spyrja seg sjálvan, um tað ikke heyði verið nóg mikið við emum virki. Hetta virkt skuldi verið lagt miðskeiðis í økinum, har tað var best og bíligast at byggja og har góðar havnaumstødur fingust fyri bíligasta penga. Tvs. at virkið ikki neyðturviliga skuldi verið bygt í eini bygd men kanska millum bygdir. Og soleiðis kundi ein halda fram at spyrja. NIDURSTØDA okkara er tann, at vit í okkara framtíðar útbygging av sam- felagnum eiga at læra av fortíðini. Vit eiga at vita og viðganga, hvgrji mis- tók eru gjørd, og vit eiga at vísa á, hvar vit raktu í plett. LYKLAORÐINI í útbyggingini av samfelagnum eru langtíðarplan- legging - økis- eins væl og landsplanlegging. Tað kann ikki vera rætt, at tilvildarligar og oftani politiskt litadar og politiskt bundnar avgerðir koma at mynda hetta okkara samfelag í alla framtíð. Vit mugu hugsa longur fram - um at okkara komandi ættarlið eisini skulu húsast her. Vit mugu ikki gevast við at gera ílggur og menna vinnuna og samfelagið alt, men vit mugu gera tað við meiri skynsemi og úlrættalegging enn higartil. NETTUP gongdin innan okkara fiskiflota og okkara flakavirki vísir okkum, at her hevði verið betri, um vit stýrdu nakað og løgdu betri til rættis. TAD verdur sagt, at vit mugu ikki endurtaka gjørdar skeivleikar. Um somu tíð síggja vit so, at nýggj fiskavirki, tey sokallaðu alivirkini, stinga seg upp sum hundaland. Spurt verður hví vit ikki heldur leggja útbyggingina av alivinnuni soleiðis til rættis, at vit umbyggja nøkur av okkara flakavirkjum til at arbeiða alifisk, heldur enn at skula lata part av flakavirkjunum standa tóm. LÆRA vit av okkara egnu mistøkum ella eru vit bara í ferð við at endurtaka tey! Hetta er spurningurin, sum vil eiga at viðgera í dagsins samfelag, nú vit skulu til at umleggja partar av vinnuni og fara í gongd við nýggjar framleiðslur. Tað er líul dugur í at vera efurklókur, um tú ikki kanst brúka tað til nakað. Latið okkum læra av mistøkunum. jamú