leygardagur 17. februar 1990síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Nr. 20 — 17. februar 1990
Síða 3
Banki stovnar
Fossbankin fer saman við
ødrum áhugaðum í Føroy-
um at stovna eitt felag,
sum í næstu framtíð fer at
sýkja Landsstýrið um
loyvi at fara undir trygg-
ingarvirksemi.
Hetta upplýsti nevndar-
formaðurin í Fossbankan-
um, Hjarnar Djurhuus, á
aðalfundi bankans í gjár-
kvøldi. Hann segði, at frí
kapping eigur at vera á
tryggingarmarknaðinum í
Føroyum.
Samstundis mælti hann,
óbeinleiðis kanska, til, at
samhaldsfasti eftirlønar-
grunnurin verður strikad-
ur. Tí hesin grunnur fer at
avmarka møguleikarnar
hjá tí einstaka at velja sína
egnu tryggingarskipan.
Í ársfrágreiðingini, sum
er góðar 10 A4-sidur,
verður sum vant í slíkum
frágreðingum vidgjørd
landsins og bankans stóða.
Bankaformaðurin kemur
við góðum ráðum, til-
mælum og frámælum.
Hann sigur millum ann-
að, at vit longu nú noyð-
ast at fyrireika okkum til
uppaftur stórri almennar
skerjingar í 1991 og kom-
andi árum.
Mælt verður til, at
londini í Norðuratlants-
havi stovna eina fiskasølu
saman mótvegis EF.
Fossbankin ávarar móti
at seta í verk stuðulsskip-
anir fyri alivinnuna á sama
hátt sum fyri fiskivinn-
una. Vinnan eigur at
byggja á fríar marknaðar-
kreftir.
FÍGGJARDEPIL
Føroyar hava brúk fyri
tryggingarfelag
nyggjum inntøkumøgu-
leikum. Øll eru ivaleyst
samd um tað. Fossbankin
hevur eitt uppskot: gerið
Føroyar til figgjarmiddepil
eins og fleiri aðrar litlar
tjóðir. Ein lóggáva kann
tryggja stórum útlendsk-
um fyritøkum fyrimunir
við at hava holdingfeløg
skrásett í Føroyum.
Fossbankin heldur, at
høga rentustødid i Føroy-
um eigur at varðveitast, so
fólk framvegis hava hug at
spara upp.
hd
Rundaði hålva milliard
1989 var eitt gott ár hjá
Fossbankanum. Rakstrar-
årslitid var 5,9 mill. kr.
(44%) betri enn i 1988.
Urslitid var, fyri avskriv-
ingar, burturleggingar og
virdisjavnan, 19,4 mill.
kr.
Figgjarjavnin rundadi
hålvu milliardina. Hann
var 426 mill. kr. í 1988
og 507 i 1989.
Uppsparingin minkadi
munandi, upplysti nevnd-
arformadurin á aðalfundin-
um í gjårkvøldid. Innlåns-
vøksturin var bara 4%,
upp i 332 mill. kr. Utlån
vóru við árslok 294 mill.
kr. Vøksturin i 1989 var
5%.
18 félk arbeida i Foss-
bankanum, sum hevur
6.609 viðskiftafólk. Vinn-
ingsbýtið er 6%. Partaeig-
arar eru 2.000 og parta-
- Úrslitið hjá Fossbankanum
44% stórri í 1989 enn í 1988.
Innlánini minkaðu munandi.
brøv í Fossbankanum
verða nú seld fyri kurs 200
ul 250.
hd
Frá Norðstreymoyar
Dansifelag
Saman við Vága Dansifelag og Klaks-
víkar Dansifelag verður skipað fyri
HUGNAKVØLDI
í Bygdarhúsinum í Kollafirði
leygarkvoldið 17. februar
Byrjað verður kl. 21 við fyrilestri hjá
Arna Thorsteinsson.
Kostnaður kr. 50,- fyri limir okkara.
Verð vælkomin!
Nevndin
sum Árni Gregersen legg-
ur til rættis. Lat tað verða
sagt alt fyri eitt, at tað er
gleðiligt, at roynt verður
at bróta upp úr nýggjum,
tá talan er um føroyskt til-
far í sjónvarpinum, og ikki
kann annað sigast enn, at
Árni riggaði væl sum vert-
ur í hesi sendingini, og
hevði tíbetur eisini fingið
fatur á fólki, sum vit ikki
vanliga síggja í sjónvarps-
stovuni, hóast okkurt
undantakið var. Innlegg-
ini á talarapallinum frá
ymsu fólkunum vóru
rættiliga ymisk í dygd,
men øll viðkomandi. Utt-
an at fara nærri inn á hvat
har bleiv sagt, so kann ein
loyva sær at fýlast á, at
verri gekst hjá Árna at fáa
fólk at halda seg til evnið,
sum var til umreðu, tá
kjakið fór í gongd, og tað
var spell, tí har bleiv
næstan bara tosað um
steðuna í dag (av góðum
grundum, sjálvandi), og
ov lítið um tað, sum lá
frammi í komandi eld —
har haltaði nakað. Og
sama er at siga um tekn-
isku síðuna, serliga hvat
ljósinum viðvíkti. Men tá
hugsað verður um, at
hetta var fyrsta royndin í
so máta, so var sendingin
ikki av leið, tverturímóti.
Áðrenn eg gevist á hes-
um sinni, skal eg takka
Dagmar Joensen Næs fyri
frálíku sending hennara
Arbeiði søkist
Alt hevur áhuga. Eri útbúgvin maskin-
smiður og havi tað stóra koyrikortið.
Havi stóran áhuga fyri foto.
TIf. 21 269 ella 89 269
um arbeiðsloysið í Feroy-
um, sum send varð í
síðstu viku. Hon hevði
fingið tríggjar mans at
greiða frá vónleysu steð-
uni, sum teir vóru komnir
út í -— og vóru hetta
meistarligar samreður.
Tveir as, báðir oman-
fyri 60, og =) ein miðald-
randi, høvdu roynt alt
sum var møguligt fyri at
fáa annað arbeiði, men alt
til onga nyttu — og tí
máttu teir ta tungu leið at
blíva klientar hjá Almu, tí
ongin arbeiðsloysisstuðul
stendur teimum í boði
tann dag í dag i Føroyum.
Her eru vit eftirbátur við
lít. Øll lond, sum vit van-
liga meta okkum við, hava
eitthvert tilboð at bjóða
arbeiðsleysum fólkum,
men vit eru ikki komin
longri enn til at koyra tey
undir forsorgarlógina
skammiligt.
At so løgmadur enn ikki
hevur funnið út av, at tað
er eitt vist arbeiðslovsi í
Foroyum, tað er bara milt
sagt harmiligt í hverji
verð livir hesin maðurin“
Johan Samuelsen
HANDILSSKÚLIN Í TÓRSHAVN
HANDILSSKÚLIN Á KAMBSDALI
FHS
(grundútbúgving í fyrisiting, handli og skrivstovu)
Innskriving av næmingum til skúlaárið 1990/91 fer fram hetta
til 9. mars kl. 12.00.
Innskrivingarseðilin fæst frå handilsskúlanum í Tórshavn ella á
Kambsdali.
Umsøkjarin skal hava lokid 9. floks prógv sum minsta krav.
Innskrivingarseðilin skal sendast til tann skúlan sekt verður inn
a.
FØROYA HANDILSSKULA FØROYA HANDILSSKÚLA
Marknagilsvegur 77
Postsmoga 177
110 Tórshavn
Tlf. 17177
Kambsdalur
530 Fuglafjørdur
Tlf. 44 900