hósdagur 22. februar 1990síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 22 — 22. februar 1990
anna
Tað er komið fyri fleiri
ferðir, at hondbóltsdóm-
arar hava fingið oman yvir
seg eftir loknan dyst, -
bæði munnliga og eisini
onkran lúsingin.
Eftirlitsfólk
Nú kann vera nóg mikið,
heldur kappingarstjórin
Hans Holm. Upp undir
seinasta vikuskiftið sendi
hann bræv til felggini,
sum hava lið í 1. mans-
deild og til teir dómarar, ið
eru settir at dóma teir
dystir, ið eftir eru í deild-
ini.
Í brævinum skrivar
kappingarstórin, at til
dystir í 1. mansdeild skal
felagið syrgja fyri at hava
eftirlitsfólk ul taks, sum
eisini kunnu tryggja væl-
ferð dómaranna.
Einki nýtt, men...
- Heimaliðið hevur eftir
reglunum ábyrgdina fyri
vælferð dómaranna sum
er, so Í so máta er hetta
einki nýtt, sigur Hans
Holm í stuttari viðmerk-
ing.
Sparið pening
keypið frá
KONTORGROSSISTEN
Mangla tygum
nýggj tól
HAVA VIT: frá kr
Kassatól ... . 4.000,-
Skrivimaskinur .. 2.190,
Kopimaskinur ... 8.995.
Telefax .. .. 8995.
Faxomat ... .. 2.195.
Telefonsvararar . 1.290,-
Far-teldur ....... 9.995,-
Teldur ..........9.495,.-
Harddiskar ......3.200,-
Diskettudrev .... 1.400,-
Kopipappir
2500stk....... 269.-
BRÚKT TÓL:
Kopimaskinur ...
Partafelagið
KONTORGROSSISTEN
FØROYAR
Tif. 197 95 - Fax 197 85
- Men tað hevur vundid
uppá seg við at gera seg
inn á dómararnar (í summ-
um fórum eisini i lægru
deildunum), og tí er tað
neyðugt at seta eitt bein-
leiðis krav um eftirlitsfólk,
og tað er nakað spildur-
nýtt, leggur Hans Holm
aftrat.
Dómararnir kanna
Dómararnir hava sjálvir
skyldu at kanna eftir áðr-
enn dystarbyrjan, at eftir-
litsfólk er tøkt. Hans Holm
sigur, at fylgja heimaliðini
ikki kravinum ella megna
tey ikki uppgávuna, so
kann tað koma upp á tal at
frådøma teimum rættin til
heimavøll.
- Oskilid må stedgast,
og ongantíð ov skjótt, sig-
ur Hans Holm.
Eingin nevnd
Nú so nógv hevur verið
tosað um døming, spurdu
vit Hans Holm, hvussu er
við menningini av døm-
img og dómarum innan
hondbóltin.
- Sum er er eingin dóm-
aranevnd innan HSF, hó-
ast ein slík er kravd í lóg-
unum sigur Hans Holm.
Men feløgini komu ikki
við evnum til nevndina, so
hon kundi snøgta sagt ikki
mannast á aðalfundinum
Kapping av náði
Hans Holm sigur, kapp-
ingarstjórin og -nevndin
als onga ábyrgd hava av
dómarasetanum. Men um
so var, at ikki hann (ella
onkur annar) ikki av
sínum eintingum setti
dómarar til dystirnar, so
var eingin kapping.
ówh
TA |
galt!
Feløgini í 1. mansdeild skulu hava eftirlitsfólk, sum kunnu tryggja vælferð dómar-
Kristin Vestergaard, HSF:
Nú fer okkurt at henda
Fundur var í hondbóltssambandinum fyrrakvgldið.
Millum evnini var dómaraspurningurin. Kristin
Vestergaard, formadur, sigur, at nå fer okkurt at
henda í hesum spurningi.
HSF ætlar sær undir skeiðvirksemi. Tá Hjalmar
Petersen og Kristian Johansen koma aftur úr Nor-
egi í september og vónandi hava staðið A-royndina
(sí aðrastaðni á ítróttarsíðunum), so er ætlanin, at
teir skulu standa fyri skeiðum kring landið. Síðani
skulu felggini hava innanhýsis skeið.
Tað er ikki óhugsandi, at ikki verður bíðað til
inntil heystar, men at byrjað verður longu fyrsta
dagin, men tað verður alt avgjørt á næsta HSF-
fundi, sum verður 1. mars.
HSF-formaðurin sigur annars, at landsliðsspurn-
ingurin kemur fyri í hondbóltssambandinum beint
eftir lokna kapping.
Hjalmar og Krist-
lan skulu til A-
royndina
í Noreg íseptember. Í juni skulu teir
dóma í millumlandakapping í Svørikt
Tveir av frægastu hond-
bólts-dómarum okkara,
Kristian Johansen og
Hjalmar Petersen, hava
leingi ligið fyri at farið til
A-royndina; A-prógvið
gevur rætt ul at dóma
dystir á hægsta stiigi. Men
hvørja ferð hava viður-
skifti gjørt seg galdandi,
sum hava forða teimum í
at fara.
Ikki nóg mikið at
duga reglurnar
Nú verður tað so. Í
septembur skula teir til
Noregs at royna, hvussu
kønir teir eru. Teir skulu
upp í teoretiskari roynd,
har teir í felag skulu svara
Ørgrynnu av spurningum,
og teir skulu til praktiska
roynd, har teir døma.
Oftast eru tað sekslanda-
kappingar, ið verða nýttar
til hetta endamálið.
Tað er kortini ikki nóg
mikið at vera kønur ella
rættari: tað nyttar lítið at
vera kønur, tá tú ikki
megnar at fylgja við. Tí
Skulu teir eisini upp til ein
kondi-roynd.
Viðurkenning
Í juni mánaða skulu teir
báðir dóma í eini millum-
landa-kapping i Svøriki.
Eingin ivi es um, al har fer
at verða hildið eyga við
teimum, ti øll dómara-
pørini har verða pør, sum
Skulu ul A-royndina.
- Vit hava leingi verið
skrásettir sum B-dómarar
hjá altjóða hondbóltssam-
bandinum IHF og innstill-
aðir til A-royndina, og
viðurkenningin, sum ligg-
ur í tí, hevur gjørt, at vit
hava havt hug at hildið á,
sigur Hjalmar Petersen
Hann sigur eisini, at tað
verður meira krevjandi at
vera A-dómari, tí í roynd
og veru er ein til roynd
hvønn dyst tá:
Avbjóðing
- IHF-eygleiðarar eru til
staðar, hvørja ferð tú
dømir, og eru teir ikki
nøgdir við avrikið, so
kunnu teir krevja teg til
nýggja roynd, sigur hann.
Teir eru báðir spentir upp
á hesa avbjóðingina, sum
vónandi fer at smitta av
her heima:
- Tá verður viðurkenn-
ingin av démarauppgåv-
uni vónandi størri, tá vit
hava altjóða uppgávur, og
fyri okkum hevur tað við
sær, at vit alla tíðina noyð-
ast at vera væl fyri, bæði
SO Og SO siga ler.