hósdagur 22. februar 1990síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 22 — 22. februar 1990
til viðgerðar i
landsstyrinum
-Vit eru ikki hugaðir fyri, at menn fara á húsagang uttan víðari,
men kunnu so heldur ikki fíggjarliga lofta hvórjum last-
bilaeigara, sum hevur forkeypt seg, fsigur Jógvan Sundstein,
lógmaður m.a. í eini viðmerking til áheitanina frá last-
bilaeigarum um, at landsstýrið afturindar teimum tollin, nú
einasti úvegur er at selja dýru bilarnar av aftur landinum.
-Vit hava tosað um hatta
málið men hava ikki við-
gjørt tað liðugt. Tað eru
nógvir lastbilaeigarar, sum
hava forkeypt seg, og teir
fáa neyvan brúk fyri
bilunum tey fyrstu tvey
árini, í hvussu er ikki í
stóran stíl, men nakað fer
arbeiði so at gkjast
kortini.
Jógvan Sundstein sigur
víðari, at hann hevur ikki
ætlanir um at vísa eitt slíkt
mál frá sær.
-Vit vilja viðgera tað, tí
vit eru ikki hugaðir fyri, at
menn uttan víðari fara
fallit, men so kunnu vit
heldur ikki siga, at vit
Skulu lofta einum og
hvørjum lastbilaeigara
fíggjarliga. Men er tað
nakað,sum vit við rímulig-
heit kunnu medvirka til,
so er tað møguligt, at vit
gera tað.
-S0 tú sigur ikki korta-
nei til eitt tílíkt ynski frá
lastbilaeigarunum?
-Tað geri eg so avgjørt
ikki. Tí tað at menn ikki
fara á heysin, og at menn
koma klára seg framyvir
er meira vert enn nakrar
fáar tollkrónur sigur
Jógvan Sundstein í eini
viðmerking til ynski hjá
lastbilacigarum at fáa
endurgoldid toil uppá
lastbilar, sum ætlanin er at
flyta av landinum aftur.
Undirsjóvartunnilin
Uppá fyrispurning hví ikki
landið kann seta í gongd
arbeiði aftur sum t.d. at
byrja uppá undirsjóvar-
tunnilin sigur løgmadur, at
undirsjóvartunnilin fyri-
bils er steðgaður. Arbeiði
skulu tó gerast. Tað al-
menna skal gera iløgur
fyri 550 mill. kr. um árið,
men tær fyrstu 33U mill. I
1990 fara fyri ein stóran
part til at gera arbeiði,
sum eru í gongd, liðug.
Ringvegur í gerð
Men tað verða so kortini
onnur arbeiði, sum skulu
gerast. Løgmaður vísir á,
at spurningurin um
ringveg í Tórshavn liggur
rættiliga frammaliga, og
fer landsstýrið skjótt at
tosa við Tórshavnar
kommunu um hetta
arbeiði. Júst hetta arbeiði
er tengt at liðuggerðini av
Kaldbakstunnlinum.
Uppá fyrispurning
hvussu skilagott tað nú er
eitt nú at dríggja arbeiðið
uppá Kaldbakstunnilin og
um hetta ikki bara kann
gerast dyrari i longdini av
hesi orsøk,sigur løgmadur
at tað er møguligt, at tad
verdur dyrari, men hetta
målid fara teir so eisini at
taka upp innanfyri tær
rammur, sum annars eru
åsettar.
Schumann Hjaltalin, sum
arbeidir vid eini ætlan at
hjálpa lastbilaeigarunum
at útflyta bilarnar, teir eru
brendir inni við, sigur seg
vera fegnan um, at
landsstýrið nú fer at
viðgera umsóknina at fáa
tollin afturgoldnan
Løgmaður vísir á, at tað
at arbeiði uppá Kald-
bakstunnilin nú ikki verð-
ur koyrt við fullari ferð
hevur eisini nakað við
ferðsluspurningin at gera
og her má ringvegurin tí
eisini koma inn í myndina.
-Vita vit Ld. skjótt, at
ringvegurin verður liðugur
um eini trý ár, so kann tað
vera at vit speeda upp við
Kaldbakstunnilinum sigur
Jógvan Sundstein jan
Síða 13
Fulltrúi á deildini
fyri fiski- og aðrari
vinnu á
Landsskrivstovuni
Eitt starv sum fulltrúi á deildini fyri fiski-
og aðrari vinnu á Landsskrivstovuni er
leyst at søkja. Deildin umsitur
høvudsmål:
hesi
— Fiskivinnu
— Sjóvinnu aðra enn fiskivinnu
— Fiskaaling
— Ídnaðarmál
— Landbúnað
— Orkumál
— Menningarmál
— Handil
Deildin arbeiðir undir landsstýrinum og
avvarðandi landsstýrismonnum og sam
starvar í arbeiðinum við aðrar
stovnar uttan fyri Tinganes, umframt
lands
ráð og nevndir.
Starvið er såttmålalønt og lent sambært
avtalu við avvarðandi vinnufelag.
Målsøkid hjá fulltrúunum er umsitingar
lig málsavgreiðsla, lógarfyrireiking, ætli
anarlegging, samráðingar
arbeiði. Vit umsøkjararnir
sjálvir duga at leggja arbeiði sitt til rættis
innan starvslýsing sína. Samstarvsevni
við viðskiftafólk, aðrar stovnar og
innanhýsis á Landsskrivstovuni hava
stóran tydning. Fyrivarni verður tikið
fyri, at starvsokið kann verða broytt, og
umsøkjarin skal vera til reiðar at arbeiða
og skrivara
vænta, at
á ødrum deildum á Landsskrivstovuni
Starvið verður
embætisprogvi í løgfrødi, buskaparfrødi
tødi.
Royndir innan fiskivinnu og fyrisiting +
at seta vid umsøkiara við
ella adrari utbugving å sama
r
1990 ella skjótast tilber
Umsóknir við makaskjølum av prógvum
og frágreiðing um arbeiðsroyndir verða
1t senda Føroya Landsstyri, Postboks
64, FR-110 Tórshavn, og skulu vera
landsstýrinum í hendi í seinasta lagi 12
mars 1990.
Nærri upplýsingar um starvið fáast frá
Kjartani Hoydal, fiskivinnustjor: Ha
Susonnu Danielsen,
deildini å
+ 29811080.
leiðara á iønar
Landsskrivstovuni tlf.
Tórshavn, tann 20. februar 1990
Foroya Landsstýri
Deyvafelag Foroya
hevur skrivstovu í Deyvahúsinum vEffatax, Ís-
landsvegur 10 B, Tórshavn, og hon er opin mána-
dag og fríggjadag ki. 14.00—16.00. Telefon 175 97
(telefonsvarari) ella telefon 0 3100 32 og bid um
nr. 169 29 (skrivitelefon).