Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-02-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. februar 1990síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 23 — 24. februar 1990 tíðindablaðið Nýskinanir Gorbatjovs og vesturheimurin Ein viðmerking Þær politisku og hugmyndafrødil Gorbatjov boðaði frå, stutt eftir í nn Í ið á sov sku skutuni, vórðu i tør nogv SKETT £ ) k eru K yt nt Øg SI | x ng Sí i ta í SKU Í d st Ik ið vleið r y rin of isini i Førovum. Nýskipanirnar eru — kundi ein kan ska sagt ein vekt, sum hegra- og vinstrarørslan kunnu vigast á. Latum okkum fyrst taka føroyska vinstravongin. Hesin vongur hevur verið eitt heldur marglitt fyri- brigdi. Tann partur av honum, sum í okkara sambandi er áhugaverdur, er tann dogmatiski ella sovjettrugvi bólkurin. Fyri at skilja leiklutin hjá hesum bólki, er neyðugt fyrst at hyggja eitt sindur gjøllari at nýskipan- um Gorbatjovs. Hevuðsskorðurnar undir tí gomlu politisku skipanini, sum nú — vónandi ikki bara fyribils — eru burturtiknar, eru tvær. Onnur er Bresjnev-lærusetningurin, sum gav Sovjetsamveldinum rætt til við vápnamegi at leggja upp í innaru viðurskiftini í øðrum londum eystanfyri, um tað var hildið at vera neyðugt til at tryggja sovjett- iskt hegemoni. Hesin lærusetningur er nú skírdur falsk- ur. Hansara ítekiligu fylgjur, innrásin í Tjekkoslovakia í 1968 og í Afghanistan í 1979, eru av ovastu sovjett- isku myndugleikunum skirdar ólógligar. Hin skordan, id er fallin, er politiska einflokkaskipanin, sum gjørdi tað ogjørligt hjá fråvikjandi sjónarmiðum og rørslum at fáa orð og åvirkan i Sovjetsamveldinum. Tann føroyski sovjettrúgvi vinstravongurin sigur seg í dag fegnast um nýskipanir Gorbatjovs. Hetta er oført, men mong, sum hava roynt at fylgt vid i heimspolitikki seinastu tretivu årini, mugu kortini undrast. Ti hesi sami vongur tók øll árini heilhugaður undir bæði við Bresjnev-lærusetninginum og við einflokkaskipanini og við tí ótrúligu manna- og tjóðarjagstran, ið stóðust av hesum skipanum. Ikki bara tað: tey, sum mótmæltu hesum skipanum, vóru rópt svíkjarar ella umboð fyri amerikanska imperialismu“ Hvussu, må ein spyrja seg sjálvan, kann ein bólkur — sum í gjár av heilum huga vardi Sovjetsamveldisins mótdemokratisku skipan — í dag líka so heilhugaður fegnast, nú henda skipan fellur? Kundu hesi fólk ikki verið raknað við fyrr? Hóast hug- skot Gorbatjovs tykjast nýggj í Sovjetsamveldinum, hava tey verið borin fram fyrr bæði í Eystureuropa og vestanfyri. Fræið til teirra er at finna — hjá so frægum sosialistum sum Aleksanduri Dubcek, George Orwell, Rosu Luxemburg, fyri bara at nevna nekur dømi. Hevði tað ikki verið betri, um sovjettrúgvir kommunistar tóku undir við tonkum Gorbatjovs, tá Dubcek í 1968 — stuðl- aður av frílyntum sosialistum fyri eystan sum fyri vestan — bar hesar hugsanir fram? Síðani kann ein spyrja: hvussu ávirka nýskipanir Gorbatjovs myndina av tí meira ágangandi partinum av høgravonginum vestanfyri? Ein vanabundin uppseting — fyrst og fremst fyriskrivad av hernadarligum åhuga- målum — hevur alt ov leingi kåmad og skeiklad ta sonnu myndina av hesum vongi og leikparti hansara yvir av stalinismuni. Um vit sleppa ti óseguligu sundur- býtingini í ein vesturheim og ein eysturheim, og um vit í staðin ýta av eftir hugtøkum sum mannarættindi-menn- iskjukúgan ella fólkaræði-einaræði, síggja vit, at Nýskipanir Gorbatjovs goyma í sær ótrúligar móguleikar skrivar Hanus Andreassen m.a. í viðmerking síni í dag. stevnan hjá stórum parti av hegravonginum verður meira og meira átek stevnuni hjá Stalin og Bresjnev. Tak bara foroyska hegravongin, sum — teimum segu- liga áhugaðu til fyrimunar! — tíbetri hevur verið sera opinskáraður tey seinastu fimtan árini. Hverjar hava fyrimyndir hansara verið ell hesi árini? Einaræðið Chile, við politiskari einflokkaskipan og blóðugum ágangi móti ellum mannarættindum. Minnilutadiktaturið Suðurafrika, har meginparturin av fólkinum verður jagstraður og kúgaður og enn eingi politisk rættindi hevur, hóast ein veikur morgunroði — ANC og mæta slóðara tess. frílynta humanistinum Nelson Mandela fyri at takka — nú hómast har suðuri. Føroyski høgravongurin er eingin marxistisk rørsla. Men hann hevur i mong ár verið ein autoriter rørsla, sum hevur sætt hugtek sum fólkaræði og mannarætt- indi sum vansar og meinbogar. Eg haldi, tað ber til at seta hesi viðurskifti nakað soleiðis upp: / tann mun før- oyska høgrarørslan hevur verið vend ímóti grundleggj- andi f/!:srædishugtøkum, hevur hon drigið somu línu sum Stalin og Bresjnev. Eg skal her fyribils nevna eitt dømi um, hvussu hesin høgravongur í gerð hevur styrkt ta totaliteru skipan, sum Gorbatjov og rerslan aftan fyri hann nú eru um at taka av. Tað finst í heiminum ein felagsskapur, sum hevur til endamáls at verja øll, sum av politiskum orsekum verða jagstrað, tað veri seg eystanfyri ella vestanfyri. Hesin felagsskapur — ið sum kunnugt eitur Amnesty International — hevur í ein mansaldur verið álopin av tí ytsta hegra og av tí ytsta vinstra. Í Før- oyum er ágangurin móti Amnesty International fyrst og fremst komin frá hegravonginum og einum av mál- gagnum hansara, Dagblaðnum. Hetta er sera áhuga- vert. Tí AM hevur m.a. djarvliga vart rættindini hjá politiskum fangum í Sovjetsamveldinum og eigur sin lut í, at mong fongslað og jagstrað í hesum landi aftur hava fingið menniskjanslig rættindi. Á henda hátt hev- ur tann ágangandi parturin av føroyska høgravongi- num sampakkað væl við ta skipan, sum nu er tallin í Sovjetsamveldinum Ei undur i, at tað ikki kvøttir úr feroyskum hograslóð- 12) mannarættindi, fl arum, irflokkaskipan og fólkaræði r I tykjast at fáa byr eystanfyri. lei tegnast neynu ; 1 1 ikki. Hví skulu teir tað? Stríðið frílynt lis ræði setir 1 y hest 3 lett n * x i % sk É le »K K un i st í i ul ð stanfi I St i! k 1 1 hæddina, og arin 92» t 2 vst naðarflokkin høvudsfigginda, samstund hann summum førum samarbeiddi ið tyskar nazistar Russiskir kommunistar hava tí í mongum førum beitt betri við høgraflokkarnar vestanfyri enn við javn- aðarflokkarnar. Nýskipanir Gorbatjovs mugu tí kennast stimbrandi hjá javnaðarflokkum vestanfyri, sum ein váttan um, at demokratiska kósin, sum hesir flokkar valdu, var tann rætta. Samstundis geva tær hesum flokkum eina lykla- steðu. Undangongufólkini fyri teimum demokratisku rerslum, sum nú kykna upp aftur eystanfyri, síggja javnaðarflokkarnar sum fyrimyndir. Tað eru — umframt seguligar — mangar aðrar grundir til hetta. Ein tann stersti meinbogin, sum kann hótta demokrat- isku rerslurnar í Eystureuropa og royndirnar hjá tjóðu- num í Sovjetsamveldinum at fáa sjálvstýri, er vandin fyri, at afturhaldshugaðir og einaræðishugaðir fólka- øsarar fáa tamarhald á hesum rerslum og tjóðum. Fólkaræðini eystanfyri hava tí brúk fyri sterkum fak- felagsrørslum og dyggum javnaðarflokkum. Í Týsklandi er hesin tervur serliga týðiligur. Nú verður nógv talað um eina týska sameining. Spurning- urin er, um Týskland — tá ein hugsar um Auschwitz og tey tvey kríggini, hetta land hevur íbirt í hesi eld — hevur uppiborið nakra sameining. Ein ríkisfelagsskapur av tveimum sjålvstødugum londum var helst ein betri loysn. Verður Týskland kortini sameint, og sleppur týska høgrarørslan at seta sitt stempul á eina slíka sam- eining, fer hon annaðhvert at miseydnast ella at enda við eini vanlukku. Longu nú eru fleiri høgrarøddir at hoyra, sum krevja, at vent verður aftur til landamerkini hjá Nazi-Týsklandi, og at farið verður í hernað móti teimum týsku jødunum, sum eftir eru. Skal ein tysk sameining verða til gagns fyri Europa, fyri heimin og fyri Týskland sjálvt, eigur eitt sameint Týskland at vera demokratiskt og sosialistiskt. samar- Nýskipanir Gorbatjovs goyma í sær ótrúligar megu- leikar. Tær kunnu koma at beina fyri skilarúmunum í Europa og í staðin geva okkum tað seguliga og mentunarliga Europa, sum bulur Sovjetsamveldisins — gamla Russland — er ein natúrligur partur av. Tær kunnu koma at geva tjóðunum í Eystureuropa og í Sovjetsamveldinum mannarættindi og tjóðarrættindi. Tær kunnu koma at broyta politiska huglagið í Europa og í heiminum. Men einki av hesum kann henda, um ikki tjóðir og politikarar vestanfyri lofta avbjóðingini eystanífrá. Vesturlendskir leiðarar mugu sjálvir koma við hugskot- um, viðganga brek í sínum samfelagsskipanum, sleppa sær av við fordómar sínar og ásanna, at mannarættindi ikki bara eiga at verða vird eystanfyri — men eisini í teirra egnu londum. Higartil er lítið, sum bendir á, at teir hava kunnleika, dirvi og vísdóm til at lúka hesar treytir. Hanus Andreassen I