Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-02-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. februar 1990síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A RN NN 7) Atlantstlog Harri um tú vilt, so kanst tú gera meg reinan, Matt. 8 Soleiðis byrjar frásegnin um tann spitalska mannin, sum kom til Jesus við hesi bøn. Hann hevði ivaleyst hoyrt um Jesus og um at hann hevði loyst onkran úr ti ræðuliga hafti, sum spi- talska sjúkan var. Hann ivaðist ikki um mátt hansara, og at hann vildi hjálpa. Hann ivaðist ikki í at Jesus kundi gera hann reinan. Hesin spitalski maður hevði ivaleyst roynt alt, uttan at hann hevði fingið nakra hjálp, Jesus var nú hans- ara einasta vón, og hann legði nú alla sína sál í hesa ben: Harri um tú vilt, so kanst tú gera meg frískan, spurningurin var so um Jesus nú vildi, tordi hann at trúgva tí at Jesus vildi hava nakað við hann at gera, ein sum ell menniskju ræddust og skýggjaðu sum pestina. Men, Jesus vildi. Og hetta er tað grundleggjandi, tað centrala í ollum evangeliinum, hetta at Jesus vil. Alt lív og allur gerningur hansara er ein einasti stórur vitnis- burður um hetta, spurningurin er so bara, vilja vit. Gud vil at ell menniskju skulu verða frelst, tí sendi hann Jesus, okkum til bjargingar, og hver tann, sum trýr á hann, skal verða frelstur, tað er upp til okkum sjálvi um vit vilja taka ímóti Jesusi sum okkara persónliga frelsara, ongin kann noyða okkum at verða frelst, vit mega sjálvi vilja. Jesus segði við hin spitalska mannin, Ég vil Hetta, at Jesus vil, er galdandi enn idag, men vilja vit, tað er spurningurin. Mátti Gud hjálpt okkum at vilja djd. Læknavaktir Tórshavn: Kristi- anna Nordendal, tlf. 12979, leygardag og Sølvi W. Olsen, tlf. 16611, sunnudag. Eysturoy: Sigvald Kristiansen, tlf. 41517, leygardag og Sverri Lamhauge, tlf 48016, sunnudag. Nordoyggjar: ÐANUR ICELANDAIR SAF Faroe TJrave/ Tlf 12600 Steingrimur Weihe, tlf. 55300. Vágar: Tif. 32413 Suduroy (nord): Tlf. 71560. Suduroy (sudur): Tlf. 73030 Tannlæknavakt Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 13.00 - 14.00. Tlf. 14544. Livdin Livdin i Dj. i Geilsgøtu 1 er opin hvør leygarkvøld kl. 19.00—24.00 og hvønn sunnudag kl. 15.00— 24.00. Nr. 23 — 24. februar 1990 Gudstænastur tøstulnngangur Havnar kirkja: Hans J. Joensen Vesturkirkjan: Høgni Poulsen Hósvík: Martin R. Jacobsen kl. 12.00. Kirkjuskip verður avdúkað. Eiði: Emil Olsen kl. 12.00, altargongd Funningsbotnur: Peter O.K. Olofson kl. 16.00, alt- argongd Lambi: Jákup Kass kl. 11.00 Æðuvík: Jákup Kass kl. 17.00 Leirvík: Peter O.K. Olofson kl. 12.00, altargongd Skáli: Petur Petersen kl. 11.00 Klaksvík: Niels P. Danielsen, altargongd Mikladalur: Henning Bøgesvang kl. 12.00, altar- gongd Husar: Henning Bøgesvang kl. 18.00, altargongd Sørvågur: David Johannesen kl. 12.00, altargongd Bøur: Gerhard Hansen kl. 12.00 Sandvik: Jónsvein Bech kl. 18.00 Famien: Jónsvein Bech kl. 12.00 Vågur: Heri Joensen kl. 11.00, altargongd KFUK Sunnudagin kl. 15.00 verdur adalfundur. DMS-ringurin hevur fund månadagin kl. 15.00. Dagsglæman, Vågi møtir tysdagin kl. 15.30 i Mein- igheitshúsinum. 17. februar fingu Ninni Hansen, Leirvík, og Jakku Hansen, Runa- vik, ein son. 17. februar fingu Ann- Mari Noelsdóttir Nicla- sen og Flemming Petersen, Tórshavn, ein son. Få 18. februar fingu på Eydna og Jógvan Ol- -X sen, Tórshavn, eina dóttur. Litla barn 19. februar fingu Petra og Kari Jespersen, Hoyvík, eina dóttur. 10. februar fingu Birthe Madsen og Her- 20. februar fingu Marj- mann K. Joensen, un Juul og Adolf Jo- Oyndarfirði, eina dótt- hannesen, Funningi, ur. ein son. 12. februar fingu Marj- un Jacobsen og Hjalm- 20. februar fingu Ann Jensen og Charlis Jo- ar J. Juul, Funningi, hansen, Lambareiði, ein son. eina dóttur. 15. februar = fingu 21. februar fingu Else- Annika og Kjartan beth og Birgir Andrea- Kristiansen, Hoyvík, sen. Tórshavn, eina ein son. dóttur. 16. februar fingu Gun- 21. februar fingu Odd- leyð og Finn Jesper- ver og Jógvan Høj- sen, Øravikarlid, eina gaard, Toftum, eina dóttur. dóttur. 16. februar fingu Maud 22. februar fingu Helga Mouritsen og Johann- Jacobsen og Joe Go- es Rasmussen, Hósvík, lightly, Tórshavn, ein ein son. Haldið sosialin Prát um fisk Nú hava vit hoyrt so nógv um fisk, fiskavirki og skip. Føroyskir fiskimenn hava dugað at lagt síni orð, tá ið teir hava talað um fisk, skip, fiskiskap og annað um fisk. Okkurt útlendskt orð hevur verið uppii, treyðugt so: men sum maðurin segði um Suðuroyarmál: »Røtin er føroysk«. Nu eitt kvøldid vard nogv pråtad i Sjonvarpi Føroya um flakavirki, hvussu fer at verda vid fiskabyti imillum virkini. Fleiri vórðu spurdir, teirra millum Jógvan Adolf Johannesen. Hann talaði um, hvar ið Stíga- klettur og Hádegisklettur fóru at avreiða, sum hann legði síni orð. Aðrir menn segdu eisini, at skipini avreida. Eg var so heppin at meta Jógvan Adolfi i Havn hósdagin. Vit steðgaðu á at práta. Eg bað um at sleppa at nevna hann í hesum málteiginum í dag. »Hvi?« spurdi hann. »Ti tú segði, at Stigaklettur og Hådegisklettur skulu avreida«, svaradi eg. >Tað skal ikki verða sagt ødrvisi enn at av- reida«, svaradi hann. Tad er so vid. Menn, ið hava dugað at sitið undir orðinum, sjálvir verið uppi í hesum arbeiði, duga at leggja síni orð um fisk og fiskivinnu. Gott á tykkum, ið bera okkum tíðindi, sigið sum hesir skilamenn. at skipini, ið royna undir Foroyum, bæði stór og smá, avreida. Sigið ikki at landa (feskan fisk), og sigið ikki at leggja fiskin upp (feskan fisk). Bæði at landa og leggja veiðuna upp merkja annað enn at avreida. Ofta verður talað og skrivað um avreiðingar- pns. Vit hoyra næstan ikki annað sagt enn råvøru um fiskin, ið flakavirkini fáa frá skipunum, sum royna undir Feroyum. Viðhvert hoyra vit um Ráfisk agrunnin. Hví so ikki siga, hvussu ið ráfiskurin skal verða býttur ímillum flakavirkini? Ella bara siga fiskurin? Hvert mansbarn í Føroyum veit, hvat fisk, ið tal- að verður um. Í einum blaði stóð henda yvirskriftin: Råvøru- býtið av fiski ímillum flakavirkini. Yvirskriftin kundi verið soleiðis orðað: Fiska- býtið ímillum flakavirkini. Ráfiskabýtið ímillum flakavirkini. I føroyskum máli er orðið grindabýti, hvussu ið grindin verður býtt. Hví ikki siga ráfiskabýti ella fiskabýti? Sv.T. 14. februar Anna Kristina Olsen, ur Vestmanna, 81 åra gomul. 17. februar Johanna Maria Jespersen, av Tvøroyri, 61 åra gomul. Ráðgevingin fyri féroyingar i Danmark Ráðgevingin veitir hjálp og vegleiðing í sosiatum, Opið er mánadag, týsdag og hósdag kl. 11.30— 15.30, mikudag kl. 16.00—18.00 og friggjadag kl. 11.30—14.00 (danska tíð). Adr.: Feroyahúsið, Vesterbrogade 18, mezz., DK-1620 København V. EN SM ts í