týsdagur 27. februar 1990síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 24 — 27. februar 1990
- "Óhepnasti maður í Føroy-
um" ætlar ikki at leggjast upp
á land, hóast hann nú hevur
havt seks óhapp á sjónum.
Tann 40 ára gamli skipar-
in, Gundor Andreasen í
Fuglafirði, ætlar sær ikki
at leggjast upp á land, hó-
ast hann nú hevur havt
seks óhapp á sjónum.
- Eg havi longu fingið
kjans aftur, segði hann, tá
vit tosaðu við hann seinn-
apartin í gjár.
Gundor Andreasen gjørd-
ist kendur um alt landid,
tå hann í sjónvarpssend-
ingini Kjørbreyt greiddi frá
øllum óhappunum, hann
hevur havt. Hann varð tá
kallaður "Óhepnasti maður
í Føroyum". Bar hann
hetta heitið við réttum tá,
ger hann tað uppaftur
meira nú. Tí hann var
skipari á Royndini Fríðu,
sum leygarmorgunin fór á
land á Borðoyarnesi.
Í nakrar tímar blivu
hann og stýrimaðurin,
Kristian Højgaard úr Run-
avík, slongdir higar og
hagar og bukaðir igjøgn-
um í stýrihúsinum, meðan
brotini løgdu yvir og upp
undir strandaða trolaran.
Stýrimaðurin fekk ein løst
í høvdid og báðir vóru av-
lamdir um allan kroppin.
- Eg fái nústaðni gingið
aftur, segði Gundor seinn-
apartin í gjár.
- Hatta var so nær deyð-
anum, man kann vera.
Hann vildi onki siga um
sjálva hendingina annars,
tí sjófrágreiðing hevur
ikki verið enn. Hann var
ikki í iva um, at skipið er
fullkomiliga oyðilagt.
Hann helt ikki, tað fæst
av aftur.
ÓHEPPIN
Gundor Andreasen hevur
nakrar ferðir áður verið
nær deyðanum.
Hann var við flogfarin-
um, sum datt niður í
Mykinesi fyri skjótt 20
árum síðani, hann var við
Magnusi Heinasoni, tá
eldur kom í hann, hann
var við Greenland Star, tá
hann fór á land í Grøn-
landi, hann var skipari
Sæborg, sum sakk í Leir-
víksfirði, hann misti ein
fingur um borð á Havloti
og hann varð eitraður av
gassi í lastini á Smaragd.
Sjóborg, sum samtrol-
aði við Royndini Fríðu
(teir vóru minsta parið í
flotanum), skal nú royna
saman við Núgvunesi,
sum er keyptur aftur til
Leirvíkar.
Royndin Fríða og
Sjóborg høvdu 180.000
pund seinasta túrin og
150.000 næstseinasta.
hd
Myndirnar eigur
Norðlýsið í Klaks
vík, uttan mynd-
ina, sum er tikin í
Havn. Hana hevur
Kalmar tikid.
Tað hevur runað so illa, at ikki hevur verið hugsingur um at sloppið um borð á Royndina Fríðu at kanna skaðarnar
Síða 3
um hon kann hálast av aftur uttan at søkka alt fyri eitt
umbord
- Royndin Fríða er helst vrak, har hon liggur á
helluni á Borðoyarnesi.
Ólavur Halgi lá fyrrapartin
í gjár úti fyri Borðoyarnesi
og bíðaði eftir líkindum at
fáa fólk um borð á Roynd-
ina Fríðu, sum fór á land
eystantil, ella innan fyri
hylin, á Borðoyarnesi tidl-
iga leygarmorgunin.
Tað hevði, seinast vit
frættu, um ellivutíðina í
gjár, ikki borið til at farið
inn til trolaran í gummi-
báti, ti so nógv run var í
sjónum.
Royndin Fríða er illa
farin í botninum. Hon
liggur á bakborðssíðu við
afturendanum uppi á hell-
uni.
Royndin Fríða var á veg
úr Nólsoy til Leirvíkar eft-
ir fólki og ísi, tá hon stutt
fyri klokkan fýra leygar-
morgunin fór á land á
Borðoyarnesi. Royndin
Fríða samtrolar við Sjó-
borg. Tveir mans vóru
við, tá hon fór á land,
Onki avgjørt
um annað skip
- Hatta kom sera illa við
og sambært tí seinasta eg
havi frætt, gerst onki við
at bjarga henni, segði reið-
arin á Royndini Fríðu, Jo-
hannes Jacobsen í Nólsoy,
á middegi í gjár.
P/f Berg í Nóisoy eigur
Royndina Fríðu. Felagið
keypti hana frá Føroya
Banka í vetur fyri 8,8
mill. kr. Føroya Banki
keypti hana stutt framm-
anundan á tvingsilsupp-
boði.
Johannes Jacobsen sig-
ur, at felagið hevur ikki
enn avgjørt, um tað skal
útvega sær annan trolara at
fiska til flakavirkið i
bygdini. Eydnast tað at
bjarga Royndini Fríðu,
ganga ivaleyst mánaðir,
áðrenn hon aftur kann fara
til fiskiskap, tí hon hevur,
sum tað skilst, fingið
stóran skaða.
Royndin Fríða samtrol-
aði við Sjóborg úr Leirvík
og fiskaríið hevur verið
gott, sigur Johannes Jac-
obsen. Trolararnir komu
inn í síðstu viku og høvdu
millum 180 og 190.000
pund. Royndin Fríða land-
aði í Nólsoy hósdagin.
hd
kjans Sluppu ikki
7
í
skiparin og besumaðurin.
Tyrlan hjá Hvidbjørnen
bjargadi teimum.
NEYDRAKETTIR
Vaktar- og bjargingartæn-
astan og Marinustødin
fingu klokkan fyra fråbod-
anir um neyðrakettir, sum
fólk i Sydrugøtu og á
Norðoyri sóu. Peilingarnar
søgdu, at rekettirnar
mundu vera sendar upp við
Borðoyarnes, og Olavur
Halgi, Tjaldrið og Hvid-
bjørnen fóru at sigla hag-
ar. Hvidbjørnen, sum ikk
var so langt burturi, var
fyrst á staðnum klokkar
05.20. Stutt eftir komu
føroysku skipini. Tað
vístu seg ikki at bera til at
fara í gummibåt inn ti
Royndina Fríðu, sum lá
undir í brotum, har hon
stóð og høgdi á helluni
Tyrlan hjá Hvidbjørnen
lor so eltr monnunum
Ein madur loradi seg
niður. Hann breyt ein rút á
brúnni á Royndini Fríðu
og fekk báðar menninar út
tann vegin og upp í tyrl-
una. Klokkan mundi vera
umleið 07.20, tá báðir
vóru komnir í tyrluna.
Hvidbjørnen fór síðani til
Havnar við monnunum og
var inni klokkan hálvgum-
niggju.
Stutt eftir, at neyðrak-
ettirnar vóru sæddar, segði
ein fráboðan, at tær vóru
sendar upp við Eystnes.
Mallemukken, sum var í
Havn, fór hagar, men har
var onki Óvanligt á våsi.
hd
Royndin Fríða ligvur
á bakborðssíðu