týsdagur 6. mars 1990síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ETA
FOR
een
EET
MM 27
6. mars 1990
tiðindablaðið
Poul Michelsen
langar út eftir
arheiðsleysum
Ológligt at áleggja starvsfólkum kommunuar
ikki at gjalda rentur og avdrøg uppá hús hjá
fólki sigur almannastjórin
z
í viðmerking til
avgerð hjá býráðsformanninum í Havn
-Tað er grovt brot á
lógina, tá býráðsformað-
urin í Havn, Poul
Michelsen áleggur
starvsfólkum
kommununar ikki at
gjalda rentur og avdrøg
uppá hús hjá fólki
Hetta sigur Tommy
Petersen, stjóri á Al
maninastovuni í eimi
viðmerking til samrødu,
sum Dagblaðið hevur havt
við býráðsformannin í
Havn.
Sambart Poul
Michelsen skal tað vera
bæði órímuligt og skeivt
at gjalda rentur og avdrøg
uppá hús hjá fólki, og
tískil hevur starvsfólkið
hjá kommununi fingið
forboð at gera slíka
útgjalding.
Tommy Petersen sigur,
at tað. sum Poul
Michelsen her ger, er heilt
ólógligt sambart lógini um
almenna forsorg í Før-
oyum, grein 9.
Hann vísir á. at
arbeidsleys, sum søkja um
hjálp hava rætt til at geva
upp allar sínar føstu
útreiðslur og millum hesar
eru eisini rentur og avdrøg
uppá hús. Her er tað so
upp til málsviðgeraran at
meta um, hvussu nógvur
peningur kann latast ul at
gjalda tær føstu útreiðis-
urnar við.
Poul Michelsen, býráðsformaður í Havn langar út eftir
teimum arbeiðsleysu
Uppá fyrispurning
hvørja viðmerking hann
hevur til úttalilsini hjá
Poul Michelsen um, at tað
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at
okkara hogt elskaði maður, pápi, verfaðir
og abbi
HANS BÆRENTSEN
A Sundi
andaðist á Landssjúkrahúsinum leygar-
dagin 3. mars.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
mikudagin kl. 13.
Fyri tey avvarðandi
Konan og bernini
als einki arbeiðsloysi er í
Havn sigur almanna-
stjorin, at her má
borgarstjórin antin vera
skeivt endurgivin ella vil
hann ikki siga okkum
sannleikan.
-Eingin skal siga mær,
at Poul Michelsen íkki
veit, at hansara egna
sosiala deild bara í januar
rindaði = peningahjálp til
84 fólk. Her á Al-
mannastovuni er talið fyri
februar umleið 80 sigur
Tommy Petersen, sum
samanumtikid heldur
úttalilsini hjá
borgarstjóranum í Havn
vera rætuliga margháttlig.
jan
Kommunurnar
vilja sjalvar ráða yvir
pengunum
Fyri at tryggja sær at tær ikki verða nýttar til
pt
| ae
Síða 3
Umboðsfundurin
leygardagin gav neyndini í
Fórova Kommunufelag
ein hóp av hugskotum at
ú
x -
arbeiða víðar
Mynd : Kalmar
onnur endamál, fer Føroya Kommunufelag nú
Le
at arbeiða fyri, at jåttanir til eitt nú havna-
bygging, verða latnar kommununum at ráða
yvir, so skjótt tær eru samtyktar.
Tá ein kommuna í dag
sekir Landsstýrið um
játtan til stórarbeiði sum
vegagerð ella havna-
bygging, fær hon aloftast
ikki peningin at ráða yvir,
fyrr enn arbeiðið er liðugt.
Peningurin verður stand-
andi á konto hjá landinum
- og tað kann hava rætti-
liga óhepnar fylgjur.
Tað er Lt. d. ikki altíð, at
til ber at fara undir eitt ar-
beiði, beint eftir at pen-
ingurin til tað er játtaður.
Og gongur meira enn eitt
ár, hendir tað mangan, at
hann verður nýttur til
onnur endamál. Endamål,
sum ikki eru umrødd á
fíggjarlógini. Tá so kom-
munan skal byrja arbeiðið,
er ongin peningur. - Og
hann må so krevjast inn
sum skattur av nýggjum.
Hetta var tann mest
umrøddi spurningurin á
umboðsfundinum hjá Før-
oya Kommunufelag leyg-
ardagin. Hildið var, at pen-
ingurin til tílík arbeiði í
staðin eigur at verða flutt-
ur á konto hjá kommunu-
ni so skjótt hann er játt-
aður.
A hendan hátt hevði ein
kunnað tryggjað sær, at
peningurin verður nýttur
ul tað, hann av fyrstan tíð
er ætlaður ul. Og fíggjar-
lógin hevði so eisini verið
fylgd neyvari, enn hon
mangan verður í dag.
Eitt annað sum menn
eisini vildu hava broytt í
hesum sambandi, var, at
orðingarnar á játtanunum
gerast leysari. Sum er
verður at kalla hvert
småting nevnt, og sagt
verður, hvussu stórur part-
ur av játtanini skal nýtast
til hetta. Lættari var, um
tað bara kallaðist "vegir"
ella "lendingar" og kom-
munan so sjálv umsat
peningin. Verandi skipan
bert økir um umsitingina
á Havn - og er í veru-
leikanum ongum at gagni.
Felagsnevndir
Á fundinum varð eisini
nógv tosað um, at vit áttu
at fingið eitt greiðari
arbeidsbyu millum land
og kommunu. Til dømis
kundu tvær ella fleiri
kommunur valt límir í
felagsnevndir, sum kundu
umsitið ymisk umráði ella
lógir, sum í dag verða
umsiun í Havn.
Nevndar vórðu t. d.
umhvørvisløgin og likn-
ingardeildin. Høvdu kom-
munurnar umsitið hetta i
felag, hevði tað bæði lætt
um ta overvaðu umsiting-
ina í Havn, og givið kom-
mununum fleiri inntgkur.
Skotið varð eisini upp,
at kommunur tóku lán frá
Kommunekredit í felag. Í
einum tilikum "lænifelag"
skuldu kommunurnar so
bundið seg ul at heft sol-
idariskt fyri afturgjalding-
ina.
A fundinum varð hvørki
komið fram ul nidurstød-
ur ella samtyktir, men
nógvir tankar og hugskot
komu fram, sum
nevndini nógv at arbeiða
við komandi árið.
gcva
Helt deks-
ljós vera
neyðrakett
Seint sunnunáttina boðaði
ein maður av Argjum poli-
unum frá, at hann hevði
sæð eina neyðrakett við
Eystnes. Skip frá Vaktar
og bjargingartænastuni
fóru beinan vegin á staðið.
Leitað varð av Eystnesi og
inn mót Rituvík, men har
var onki at síggja, og
nakrar tímar seinni varð
leitingin steðga
Av poliustødini verður
sagt, at tað helst bert hevur
verið eitt vanligt deksljós,
argjamaðurin hevur sæð
Tá vindur er, og skipini
rulla, síggja ljósini so "liv-
andi" út, at fólk mangar
fara skeiv,
vera rakettir
og halda tað