mikudagur 7. mars 1990síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 28 — 7. mars 1990
Føroya
dyrasti
lastbilur
arheiðs-
leysur
Tað vóru m.a. tey mongu
lyftini, sum politikararnir
góvu,ið vóru orsøkin til,
at menn sum Eivind
Johannesen i Sandavågi
vágaðu sær út í stórar
íløgur í nýggj rbeiðs-
amboð.
Eivindur eigur í dag
Føroya dýrasta lastbil.
Hann stendur honum i
næstan 3 mió. kr. Bilurin
er av fínasta slag, men
ólukkan er tann, at bilur in
nú stendur í túninum og
rustar upp. Lítið og einki
er at gera.
Lovaðu nógv
Eivindur Johannesen sigur
við Tíðindablaðið Sosi-
alin, at útlitini miðskeiðis
í 80-unum vóru góð ul at
fáa nógv at gera. Polit-
íkararnir vóru heldur ikki
smædnir at koma við
boðum uppá eina virkis-
fýsna framtíð fyri Vág-
oynna og vágafólk.
-Teir lovaðu okkum
væði gull og grónar skóg-
ir: at her skuldi koma
berghol ul Gásadals, her
skuldi gerast båtahylur og
skúli í Sandavågi, her
skuldi gerast undir-
sjóvartunnil osfr.
Vit, sum skuldu gera
nesi mongu arbeiði, brynj-
aðu okkum sjálvandi út
við góðum amboðum og
keyptu m.a. stórar og
dýrar lastbilar sigur
Eivinur Johannesen, sum í
dag noyðist at ásanna, at
øll hesi lyfti politikararnir
góvu vágafólki, vóru bert
tóm orð.
Hann vísir á, at eingin
hevði roknað við, at alt fór
at steðga upp so brádliga
og at tey mongu ætlaðu
urbeiðini í Vágoynni
skuldu fara heilt í gloymi-
hin
DOK.
Stemdevyti
og hetta kunnu vit als ikki
liva vid i longdini sigur
ein rættiliga vónsvikin
lastbilaeigari, sum nú
"brennir inni" við einum
dýrum arbeiðsamboði,
sum als ikki brúk er fyri.
Eivindur hevur koyrt
lastbil í nógv år, og i
1986 gjørdi hann av at fáa
sær ein heilt nýggjan
lastbil, sum kundi nýtast
til flest øll stórri
byggiarbe:di. Tá var eisini
útlit fyri, at nógv fór at
vera at tríva í komandi
árini.
Men Eivindur fór
skeivur. Nú landsstýrið
hevur steðgað mest sum
øllum arbeiðum hjá
landinum og tað sama er
hent í kommununum kring
landið vegna politisku
kósina í Tinganesi, so er
als ikki brúk fyri sera
nútímans og vælutgjørda
lastbilinum hjá honum
eins og tað er galdandi
fyri kanska 50% av allari
lastbilaorkuni í landinum í
dag.
Vágoyggin illa fyri
-Tað hevur verið so nógv
tosað um yvirupphitad
virksemi, men hetta kann
so ikki sigast um okkara
oyggj. Tó vóru vit eggj-
aðir av politikarunum til
at gera iløgur, sum vit nú
ikki kunnu brúka til nak-
að sum helst. Vit eru so
eftirtrykkiliga sleptir uppá
fjall sigur Eivindur, sum
leggur aftrat, at tað kann
ikki vera rætt av landsins
myndugleikum nú heilt at
steðga ølllum virksemi í
landinum og útseta allar
ætlanir.
-Eg skilji ikki, hví teir
ikki kunnu seta arbeiði,
sum kortini skulu gerast
fyrr ella seinni, í gongd
nú, soleiðis, at arbeiði
verður til fólk og soleiðis,
at 611 hest góðu arbeiðs
amboðini menn hava
Síða 7
Eivindur Johannesen eigur Føroya dýrasta last- og kranabil. Hann kostaði 3 mió. kr. Verður ikki okkurt arbeiði seu
í gongd skjótt er einasta loysn at selja bilin av landinum
Myndir Kaj Kyllesbæk
fingið til vega, íkki fara
av aftur landinum.
Eivindur heldur, at eitt
arbeiði sum bátahylurin í
Sandavági, gott kundi
farið í gongd nú, tí tað er
jú samtykt, at hann skal
gerast. Litil meining er at
fara í gongd, tá menn eru
farnir á heysin og tey
bestu arbeiðsamboðini
ikki eru tók meira.
Bíðar eftir svari
úr Tinganesi
Eivindur Johannesen er
annars ein av teimum,
sum hevur heitt á
landsstýrið um at
afturrinda tollin uppá
bilin, soleiðis at hann
kann verða útfluttur og
seldur í Danmark. Tá
kundi hann kanska sloppið
so nøkunlunda snikka-
leysur burtur úr hesi stóru
iløguni.
-Fara politikararnir at
standa fast við krav teirra
at eingi arbeiði skulu í
gongd aftur í bræði, so er
einki annað í at velja hjá
mær og ødrum við at
royna at sieppa av við bil-
arar, og her er útflutning-
urin einasti møguleikin
Vit bida ti spentir eftir
svari år Tinganesi sigur
Eivindur Johannesen at
enda.
jan
VALUTAKURSIR
Uitimo
6.3 síðsta mán
USA Dollari .. 651,9 650,20
Bretlan« Pund 10770 1096,60
V-Týskland Markur 384,06 384 36
S VOTIR Króna 106, 24 10
Voreg Króna og 47 9
Frakla Frankur 113,61 113 56
Belgía Frankur 18,475 18,45
Sverts Frankur 435,00 136 H
Holland Gyllin 340,9 341
Malta Liri 5201 5200
Ísland Króna 10.75 10.80 |
EySturrik Skillingur 94,545 4 570
Spania Pesetas . 5,972 5 98(
Portuga! Escudos 4,3580 4,3730
Kanada Dollari 548 45 546, 2(
Japan Yen .... 4,3575 4,3756
Irland Pund 1023,00 122,40
Grikkaland Drakmur 4 9650 4 0700
Kelda: Føroya Sparikassi
|
Froðbiar
Sóknar
Javnaðarfelag
Aðalfundurin
|
| verður í
| Fylking
mánadagin 26. mars, kl. 19.30.
Í
———————<.
| Nevndin
——wiiih22;)
i