Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 1990síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 29 — 8. mars 1990 EGÓ Eitt betri blað fimm [ — sjónarmið | Hvenn hósdag á hesi blaðsíðuni fara vit at hýsa ferðir um vikuna! Eitt nógv brúkt orð í sein- astuni er orðið vegamót. Hetta verður serliga brúkt um okkara høvudsvinnu: at hon er á einum vega- móti, tvs. at nógvar av- bjóðingar standa fyri framman, og at ein kann rokna við stórum broyt- ingum á fiskivinnuøk- inum. Taka vit nú eitt annað arbeidsøki, før- oyska blaðheimin, so eru her hendar stórar broyt- ingar tey seinastu árini. Og framvegis rgrist nógv, sum fær ein at hugsa, at eisini í føroyska blað- heiminum eru vit á einum vegamóti. Tað er ikki so langt síðani, at tað at skriva blød bara var høgrahondsarbeidi hjá lærarum, politikarum 0.Ø. Hetta er alt broytt til, at vit í dag hava ein hóp av blødum, sum verða skrivað av útbúnum journalistum og fólkum við drúgvum royndum á økinum. Kappingin um lesararnar er vorðin alsamt harðari. Fyri at vera við í hesi kapping noyðast blødini at gera seg út við nýggjum teknikki, og stórri krgv verða eisini sett til tað einstaka blaðfólkið. Í londunum rundan um okkum er kappingin fyri at yvirliva enn harðari. Og fyri at verða tíkin fyri fult av lesarunum og mett sum lesiverdug og trúverdug tidindablød, so hava blød eitt nå i Danmark roynt at leggja sjógv millum seg og vanligan partapolitikk. Leiðin har hevur verið at gera blødini minni polit- iskt heft. At lúka burtur veruliga politiska propa- gandu og heldur lata les- arunum so objektivan tíð- indaflutning sum gjørligt. Hóast vit síggja, at føroysku blødini í dag royna at vera meira tíð- indablød heldur enn boð- berar hjá ávísum polit- iskum flokkum, so må ein kortini vidganga, at skrivingin i blødunum alt ov mangan er merkt av partapolitiska tilknytinum. Her eiga vit at bróta upp úr nýggjum. Mál okkara eigur at vera at geva út blød, sum allir lesarar - uttan mun til „hvgnn polituiskan flokk teir nú hoyra til, - kunnu fáa sakligar og objektivar upplýsingar - upplýsingar, sum samsvara veruleikan „heldur enn at skula ílatast ein åvisan partapolitiskan ham. , Ja rætt og slætt, Í staðin fyri einvísa polit- iska propagandu, so eiga blødini at geva lesarum sínum breiða og objektiva upplýsing. Hetta er ein set- ningur, sum vit á Tíð- indablaðnum Sosialinum fara at leggja okkum eftir í okkara dagligu skriving, nú vit koma út fimm ferðir um vikuna. Endamálið við skrivingini má og skal vera at geva lesarunum cin so objektivan og saklingan tíðindaflutning sum gjørligt. Men til tess krevst bæði gott fólk og góðar arbeidsumstødur. Og tað halda vit, at vit hava fingið her í blaðhús- inum á Argjum. Enn er langt á mál, men vit vilja royna at arbeiða miðvíst ímóti at gera eitt blað, sum allir føroyingar kunnu kalla sítt blað. Fyri at ganga ynskinum hjá bæði lesar- unum og teimum skriv- andi fólkunum á blaðnum á meti, so hava vit sum eina roynd gjørt av at geva blaðið út oftari. Nú tá føroyski lesarin hvønn dag kann fåa donsk blød i blad- búðunum, hvat skuldi tå verið til hindurs fyri, at hann eisini fekk føroysk blød dag um dag - eitt blað við føroyskum tíð- indum og tilfari!!! Fyri blaðfólkið er tað ein spennandi avbjóð- ing at sleppa at skriva blød dag um dag, heldur enn at skula bíða í dagar, til næsta blað kemur út aftur. Tað er bert eina- ferð áður gjørd ein roynd at geva blað út i Føroyum fimm ferðir um vikuna. Hetta var fyrst i 70- unum, tá góðar kreftir á 14. September við Erlendi Patur- syni, sála, á odda, tóku hetta heilt óvanliga og stóra stigið at koma út nærum hvønn dag. Tann royndin datt tó niðurfyri aftur, og kanska ikki so legið, tá hugsað verður um tær sera truplu um- stødurnar, sum lá vóru. Fara lesararnir at taka væl alinum at geva blaðið út fimm ferðir um vikuna so kann hetta gerast fastur táttur í framtíðar blaðút gávu her á landi og verður tað ein spennandi avbjóðing fyri føroyska blaðheimin - bæði fyri lesarar og blaðfólk, Jan Miller, blaðstjóri í "Sjónarmið" í skrivar L. Síðani tá eru stórar broytingar farnar fram í blaðheiminum, sum gera tað meira møguligt at geva eitt blað oftari út. M.a. kann nevnast, at blaðfólk nú skriva á teldur, sum sparir nógva tíð og orku. Prentmøguleikarnir eru eisini heilt ødrvist og betri, so ein kann als ikki samanbera tíðina í dag við hana fyrst í 70-unum, tá 14. September fór undir hetta vágiliga tiltakið. Hóast teir góvust, so vísti tað kortini, at tað ber til, um bert vilji, dirvi og umstødur eru til tess. Vit halda okkum hava umstødurnar viljan og dirvið, hóast vit vita, at ein tílík framleiðsla krevur nógv av hverjum einstókum av okkum tað veri seg blaðfólki, prentarum og øðrum starvsfólki. Men sum við so nógvum gðrum, so er lykiaordiO í hesum samanhanginum: tilrættalegging! Og tað er m.a. tað vit skulu brúka royndartíðina til. Kunnu Vit leggja arbeiðsgongdina so væl tilrættis, at ein fimmdaga útgáva ikki verður tl ampa fyri fólkið her starvast, so er hetta so avgjørt einasta gongda leið. Vit kunnu ikki steðga upp og bara liva í tí farna. Vit mugu taka ímóti avbjóðingunum við opnum ørmum. Tað eru ikki so nógv ár síðani, at Sosi- alurin bert kom út eina ferð um vikuna. Tá vóru umstødurnar nógv nógv ødrvisi enn í dag. Sum tíðin fråleid, tíðin og umstødurnar broyttust, øktist eisini út- gåvan av Sosialinum, so- leiðis at blaðið kom út tveir ferðir um vikuna. Og aftaná enn eitt tíðskeið var tíðin so búgvin til at geva blaðið út triggjar ferðir um vikuna. Hetta mettu vit vera eitt Sera stórt stig og var tað eisini. Tað eru nú átta ár síðani, og nú halda vit, at tíðin er búgvin at taka enn eitt tak: fimm ferðir um vikuna. Hvat hava vit so at bjóða lesarunum, nú vit vilja hava teir at halda ella keypa blaðið heilar fimm ferðir um vikuna! Vit fara at leggja høvudsdentin á vanligan tíðindaflutning - hvønn dag at hava nýggj og fesk tíðindi um, hvat fyriferst í føroyska samfelagnum bæði í bý og á bygd. Vit fara - eftir førimuni sjálvandi - at viðgera øll små sum stór mál, sum munnu haldast at hava almennan áhuga tað veri seg gerandis sum politisk mál 0.1. Orðaskifti ella kjak verður eisini priori- terað sera frammaliga og fara vit at biðja lesaran brúka blaðið sum karm um eitt breitt og sakligt orðaskifti. Nú blaðið kemur út nærum hvønn dag vóna vit, at hetta fer at eggja fólki kring landið alt at luttaka í tí almenna orða- skiftinum, sum er av so stórum týdningi fyri okk- um gll. Jú breiðari og meira opið orðaskifti verður, tess stórri virði kunnu vit leggja í orðini eitt demokratiskt samfel- ag. Annars verður blaðið at hava tilfar um mangt og hvat, sum vit halda lesarin ynskir. Eitt nú fara vit at halda fram við tí so vælumtókta Óla Petersen á baksíðuni. Og einum SJÓNARMIÐI. Ætlanin er at umrøda øll hugsandi mål i hesum teigi. Øl, sum hava hug og dirvi, eru vælkomin at skriva til hesa síðuna. Endamál okkara er at fáa í lag eitt breitt og sakligt orðaskifti um flest allar spurningar, líka mikið hvat evnid snýr seg um. Vit hava roynt hetta fyrr í Sosialinum og taka vit ikki munnin ov fullan, tá vit siga, at júst hesin teigur varð nógv lisin. Hann var eisini við til at eggja til kjak manna millum. Og tað er júst ætlanin við "Sjónarmiðinum." Istadin fyri bara at umreða eitt ávíst evni í fleiri "Sjónarmiðum" á rað fara vit at lata fólk skriva um júst tað teimum lystir, um tað, sum tey arbeiða við ella hava serligan áhuga fyri. Hetta merkir tó ikki, at tað kunnu koma nøkur "Sjón- armið", sum viðgera sama evni. Tað veldst sjálvandi um, hvat fólk hevur uppá hjartað. em | —"—————"”——— >%—%&——— vit fara eisini her sum eina roynd at hava eina tekning hjá hverjum blað. Av ødrum kann nevnast, at vit fara at veita lesarum okkara ymsar tænastur og ein teirra er tey føstu veður- og streymtíðindini á bak- síðuni. Hesi verða eisini í hvørjum blad Ætlanin er so eis- mt at geva menlanar- spurningum væl av plássi í blaðnum. Umframt at hesum ulfari í hverjum blað, so fara vit leygardag at gera serliga nógv burtur úr ymsum mentanarvidurskiftum. Sum nakad nytt fyri føroysk blød fara vit at hava eina barnasíðu eina ferð um vikuna. Nú hava tað verið barnasíður í bløðunum av og á, men fyri at hetta ikki skal vera eitt upplop, hava vit heitt á eina unga kvinnu at taka sær av hesi síðuni. Tað er heldur ikki ov nógv sagt, at børnini longu nú kunnu byrja at gleða seg til komandi barnasíðurnar í Sosialinum, ti tær, sum longu eru um at vera lidn- ar, eru ødrvisi og betri, enn tað vit vanliga síggja í blødunum. Nu skal ikki her greidast meira frå inni- haldinum i Sosialinum, nú blaðið kemur út fimm ferðir um vikuna. Hetta síggja tit, tå tit fáa blødini. Til lesarar okkara kann eg bert siga, at blað- ið fer at vera rættiliga bíligt at halda. Hetta og meira aftrat kunnu tit so lesa um í einum serblað, sum í hesum døgum verð- ur sent hvgrjum húski í landinum. At enda skal eg bert siga, at tað er vón mín, at henda okkara roynd at geva blaðið oftari út, fer at geva honum í hýsa — OT okkum eina hóming av, um hetta er tað føroyski lesarin ynskir Tekur lesarin undir við hesum tiltak inum, so skulu vit eisini gera okkara ítarsta til, at hann heldur ikki í fram tíðini verður vónsvikin av blaðnum. Just tað, at vit hava fingið fleiri fólk aftrat at skriva blaðið, vísir, at vit meina nakað við tað, tá vit vilja gera eitt betri, fjølbroyttari og meira áhugavert blað. Tá eg byrjaði at skriva hesa grein nevndi eg orðið vegamót. Eg haldi, at ein kann loyva sær at siga, at ikki bara Tíðindablaðið Sosialurin men føroyski blaðheimurin sum heild er á einum týdningarmiklum og spennandi vegamóti, nú Sosialurin hevur tikið sug ul at koma út fimm ferðir um vikuna. Fer hetta at ganga sum ætlað verður spennandi at síggja, um okkurt av hinum blødunum fer at ganga somu leið. Hetta kann so bert vera vid ul at víðka møguleikamnar í føroyska bladheiminum. Ein tilik roynd kann eisini koma væl vid hjá teimum av okkara unga fólki, sum ynskja at fáa sær starv í hesum sera spennandi og áhugaverða yrki. So samanumtikið kann sigast, at roynd okkara kann hava nógvar góðar avbjóðingar við sær, bæði fyri okkum, sum longu eru í fakinum, fyri lesarar okkara og fyri tey, sum í framtíðini ætla sær at royna blaðyrkið. Og tað er tí komandi ætt- arliðnum, sum vit skulu skapa umstødur at virka undir, teimum sjálvum og samfelagnum til frama.