Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 1990síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A Nr. 30 — 9. mars 1990 og vilja tí neyvan góðtaka, at postur ikki verður borðin út leygardag. Hetta hevði annars verið størsta sparingin, men sáttmáli forðar lands- stýrinum í at taka hetta stig. Postverkið skal spara fimm miljónir. Hetta hev- ur løgtingid samtykt, men i samtyktini stendur ikki hvussu. Tað er í løtuni ein stórur trupulleiki hjá landsstýrin- um. Ætlanir hava verið frammi um at steingja posthúsini leygardag og somuleiðis gevast við at bera post út hendan dag. At steingja posthúsini og gevast við útberingini leygardagar hevði spart postverkinum umleið 3,5 miljónir, men hetta er lættari sagt enn gjørt. Hetta av teirri orsøk, at í sáttmálanum millum Landsstýrið og Postfelagið stendur, at postur skal berast út seks dagar í viku. Hesin sáttmálin gongur ikki út fyrr enn 1. juni næsta ár, og skal hann broytast skulu báðir partar vera samdir. Sum skilst fer Postfelagið ikki at góðtaka eina tílíka broyting í sáttmálanum. FUNDUR VIÐ LANDSSTYRIÐ Mikudagin var fundur millum Landsstýrið og Postfelagið har m.a. varð tosað um at steingja posthúsini leygardag og gevast við útberingini hendan dag. Henrik Thomsen, for- maður í Postfelagnum Sigur, at postfólk eru ikki sinnaði at halda frí mána- dag. Viðvíkjandi leygar degnum sigur hann, at postfólk hava fyrr verið áhugaði at halda frí leygar dag, men tey eru nú meira ivasom. Tey óttast fyri, at verður einki postarbeiði { icygardagar verða fólk valeyst uppsøgd, og tað Í í > vil KEIO forða gera alt fyri at NEYV AN SPARA 5 MILJ. Í AR Eyðfinnur Jacobsen samferðslustjóri Sigur, al báðir partar skulu til fyri at broyta sáttmálan. Hin- vegin sigur hann einki vera í sáttmálanum til hindurs fyri, at lata post- húsini aftur leygardagar um útberingin verður varðveitt. Samferðslustjórin sigur seg ivast í, um tað fer at bera til at spara allar tær ætlaðu fimm miljónirnar í ár. Hann leggur aftrat, at nú er tað sjálvt postverkið, sum skal koma við einum uppleggi, hvussu sparast Skal. SPARA - UTTAN AT SIGA FÓLKI UPP Esbern Midjord, post- verksstjóri postverksleiðslan arbeiðir í løtuni vid at kanna hvørjar avleiðingarnar starvsfólkið, cingin verða fyri verður postur borðin út leygardag. Eisini hann ivast i, um tað ber til. at spara tær ætlaðu fimm miljónirnar í ár. Hann Sigur, at postverksleiðslan ætlar at hava sítt uppskot um sparingar klárt um eina viku. Tá skal spurningurin aftur takast upp við lands- stýrið. HVI JUST POSTVERKIÐ Verður eingin post- útbering leygardagar, gongur tað m.a. út yvir blødini Dimmalætting, Sosialin og 14. September, sum hava útkomudag leygardag. Fyritaksstjórin á størsta blaðnum, Dimmalætting, Petur F. Christiansen sigur, at hetta kemur - - ser S0SIalurin Postfólk óttast „. arheiðsloysi Sigur, ál Dimmu illa við, og spyr hví sparingin júst skal raka eina tílíka tænastufyri- tøklu, sum postverkið er. -Hvat høvdu fólk sagt, um onnur líknandi tænastufyritøka sum N Strandferðslan ella Bygda- leiðir knappliga boðaðu frå, at teir hvørki sigldu ella koyrdu leygardag, spyr Petur F. Christiansen tor.- Síða 3 Um eina viku ella verður avgjórt hvussu, ella um, postboðini skulu ar beiða leygardag Politisku beinini kunnu ve ra dýr: og tí verður manningin í ymiskum nevndum økt. Seinasta dómi er Jarðarráðið. Eykakost- naður: 130.000 krónur um árið. Landsstýrið heldur, at Jarðarráðið skal mannast við fimm limum ístaðin fyri sum nú, vid timum, og hesa broyting hevur landsstýrið skotið upp fyri tinginum Málið var fyri á tingi mikudagin. Sum skiltist vóru fleiri tingmenn ógvuliga ivasamir um hesa broyting Eisini sam- gongutingmenn. Millum aðrar sjålvir løgtings- formadurin, Agnar Nielsen úr Sambands- flokkinum, sum helt lítið samljóð vera ímillum fyrst at leggja tungar byrðar á fólk, fyri síðani at økja útreiðslur á ødrum og óneyðugum økjum sum t.d. nevndarsamsyningum. KABALIN Henrik Old úr Javnaðar- flokkinum segði seg als ikki kunna taka undir við uppskotinum. Hann vísti á, at burtursæð frá broyt- ingini í jarðarrlógini í 1988, hevur lógin íkki verið broytt í meir enn hálvthundrað ár. Øll hesi árini hevur nevndin verið mannað við trimum lim- um,- eisini efur seinastu broyting. Men nú gongur poliuska kabalin ikki upp, og ti skal nevndin broyt- ast, segði Henrik Old. Hann vísti á, at tær 130.000 krónurnar um árið, sum hendan broyt- ingin hevur við sær, fóru betur í t.d. veltistudningi, sum hóast alt gevur varð andi virði. Henrik Old legði aftrat, at í reglugerðini fyri Jararáðið stendur bein- leiðis, at nevndin kann taka sær serkøna hjálp til serligar uppgåvur, og ti helt hann onga orsøk vera fyri at økja um talid av nevndarlimum. Málið skal nú hava nevndarvidgerd og kemur fyri aftur á ungi í næstum tór.- HITI - VATN SANITET ea 87693 Ragnar Jacobsen Telefon 17693 Fartelefon 87693 Dj. i Geilsgøtu 31 Torshavn