Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. mars 1990síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 30 — 9. mars 1990 Lis Hammild: Latið kommunurnar taka sær av brekadum! Tað var eitt stórt framstig tå Skúlin á Trødni kundi taka sær av teimum brekaðu, sum áður vórðu send til Danmarkar. Men nú er tíð at taka næsta stigið: Brekað bygdafólk skulu ikki noyðast til Havnar! Hetta var evnid å einum fundi, Javni skipadi fyri f Runavík mikukvøldid. Við á fundinum vóru bæði lands- og kommunu- politikarar, brekað og foreldur at brekaðum. Til at leggja fyri hevði Javni fingið næst- formannin í bróður- felagnum í Danmark, LEV (Landsforeningen for Vel), Lis Evnesvages Hammild. Føroyar tilafturskomnar Nógv fólk var møtt upp til fundin, og kjakid gekk sera væl. Tað, Lis Hammel tosaði um í innleggi sínum, var, at brekað eiga at fáa hjálp í teirra egnu kommunum, heldur enn at vera flutt til Havnar. - Í veruleikanum er tíðin langt síðani farin frå ti måtanum, brúktur verður i Føroyum, sigur hon. I ongum av grannalondum okkara verda tey brekadu flutt år heimliga umhvørvi teirra, til høvudsstadin ella onnur stór pláss. Lis sigur í hesum sambandi, at hóast Skúlin á Trødni sjálvandi var eitt stórt framstig, var hann í veruleikanum ótíðar- hóskandi, longu tá hann varð bygdur. Kommunurnar yvirtaka Tað, gjørt verður í grannalondunum, er at býta uppgávurnar at veita brekaðum sømilig kor út millum kommunurnar, heldur enn at lata hetta vera eitt landsmál. - Hvørki í Danmark, Svøriki ella Noregi hava spestalskúlar verið bygdir í langa tíð, sigur Lis. Í staðin verður roynt at fáa tey brekaðu inn á vanligu skúlarnar, og teimum verða bygd heim við teimum hentleikum,tørvur erå. - f heila tikid verdur gingið frå at øllum stovnum. Brekað hava ikki bert rætt til at ráða fyri, hvar tey vilja búgva, men eisini hvussu tey vilja búgva.Tí eiga eisini føroyingar at ganga frå hesum at senda tey á stovnar av ymiskum slagi. Ber væl til Hetta er alt samalt sjálvandi læt at tosa um. Men nógvir praktiskir trupulleikar eru, tá tað skal gerast veruleiki. - Hvussu verða tílík hús figgjad? Hvussu rekast? Kunnu brekadir og ikki-brekadir næmingar ganga i sama flokk? -Hvussu vid serkunn- leikanum, sum i dag er å Skúlanum á Treðni? Kunnu tey brekaðu fáa ta neyðugu hjálpina á bygdunum eisini? Og eru tær føroysku bygdirnar og kommunurnar ikki ov smáar? Lis Hammild er ikki í iva: Hetta kann alt samalt gerast, bert viljin er til staðar! Tann peningvr, sum í dag verður nýttur til brekað i hgvuðsstaðnum, skal í staðin býtast út til kommunurnar, soleiðis at tær - kanska fleiri í felag - kunnu standa fyri at skapa teimum brekaðu góð líkindi. Raksturin av húsunum, hon heldur eiga at byggjast til tey brekaðu, skal fíggjast av teimum brekaðu sjálvum! Og hóast tørvur í flestu fórum er á einum vegleiðara og eini heimahjálp, so skulu tað vera tey brekaðu Sjálvi, ið ráða. Ser- kunnleikin, sum á dag er á Skúlanum åTrødni, kann fylgja við út á bygdirnar - men hann eigur ikki at vera so ráðandi og stýrandi, sum lyndi kanska er til á stórum stovnum. Lis Hammild viðgongur, at trupulleikar kunnu standast av at brekað og ikki-brekad ganga í sama flokk. Men í flestu forum letur tað seg kortini gera. Og ber tað ikki til, kunnu tey ið hvussu er ganga í skulu tey tiðindablaðið sama skúla, so tey brekaðu kunnu vera saman við hinum í skúlagarð mum Framstig gjørd Hóast langt er á mál heldur Lis kortni, at fleiri framsug eru gjørd á hesum øki í Føroyum seinastu árini. I nøkrum bygdum ganga brekað í vanligar skular, og í Havn eru hú ul brekað at búgva heimligum umhvørvi - Hetta er rætta leiðin heldur Lis. Men enn langt á mál. Og skulu vit kunna kalla okkum eitt framkomið land á hesum oki, so krevur tað, at tann peningur, sum verður laun ul at bóta um í dag kor teirra brekaðu, verður býttur og umsitin á annan hátt enn Í dag Kommunurnar skulu hava fleiri uppgávur færri! - og landið S-S- — OPIÐ-HÚS Leygardagin tann 10.03.1990 Mona kl. 13.00—17.00 P/F BÝLIÐ - Stoffalág 37 - TIf. 11200 verður høvi at síggja tvihusini i Mækju gøtu við Villingardalsvegin í Tórshavn Húsini kunnu keypast innilokað ella lið ugt smíðað Komið inn á golvid vita so fæst nærri at Lis Hammild: Er viljin til staðar, ber væl til at skipa so fyri, at tey brekaðu ikki noyðast at fara til Havnar Mynd: Kalmar