Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 1990síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Utgevari P/f Sosialurin Uppseting. P/f Sosialurin P/f Pressan 1981 Blaðfólk Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Térfinn Smith Abyrgdardladstjori: Jan Múiler | Fyritaksstjóri. Kristjan Dahi | Ljósmyndari Kalmar Lindenskov Bústaður: Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoga 76 Argir 110 Tórshavn Prent: Teleton: 11820 Teietax 14720 STORAR og kollveltandi broytingar eru farnar fram úti í heimi seinastu mánaðirnar og ikki minst hesar síðstu dagarnar. EIN av kærkomnu hendingunum er valið av nýggjum forseta og stjórn í suðuramerikanska landinum Chile. Tað var í hesum landinum, at víð- gongdar høgrasinnadar kreftir i 1973 tóku valdið við eitt blóðugt hernað- arkvett og myrdu táverandi fólkavalda forsetan Alliende. LEIDARIN av hernadarkvettinum munnu flest av okkum hava hoyrt um. Pinochet hevur nú í skjótt 20 ár stýrt landinum við harðari einaræðishond. Øll måtstøda er niðurbard, allir sokallaðir figgindar avrættadir. NU gongur so móti ljósari tíðum i landinum - eftir at fólkið hevur valt eina nýggja stjórn og ein nýggjan forseta. Talan er um eina sam- gongustjórn við ulsamans 17 flokkum umboðandi flest geli politisk sjónarmið. Nýggi forsetin Patricio Aylwin varð tíkin í eið seinasta sunnudag. Fólk kring alt Chile há- tíðarhildu dagin, nú høvdu tey fingið sín egna fólkavalda forseta. HOAST áhugin fyri viðurskiftunum í einum so fjarskotnum landi sum Chile er avmarkaður her heima í Føroyum, so må tó sigast, at júst viðurskiftini í hesum landinum hava fingid væl av teigaplåsst í føroysku bløðunum. Og tað, sum kanska fyrst og fremst kemur føroyingum til hugs, tá tú nevnir Chile, Pinochet og Alliende, eru orðini hjá Óla Breckmann, blaðstjóra og løgtings/félkatingsmanni: at tað var í tókum tíma, at tann frísinnaði og konservativi Pinochet kom til ræðið í Chile. Og hví minnist vit so júst hest orð hansara! Jú, tí tey vérðu Chile og framtíðin skrivað um sama mundið, sum allur heimurin fekk at vita, at sami Pinochet hevði tikið valdið við eitt hernaðarkvett og myrt táverandi fólkavalda forsetan Alliende. NÚ sami Pinochet hevur stýrt landinum í meira enn 16 ár hevur verið skrivað - eisini í okkara egnu høgrapressu, at tað er sama Pinochet fyri at takka, at búskapurin í Chile nú er komin á føtur aftur, at landið hevur havt vøkstur út tjóðarroknskapinum ár undan ári. Og hesum bara teimum fríu marknaðarkreftunum fyri at takka. TAÐ er rætt, at samlaði búskapurin í Chile er munandi bøttur seinastu árini, men hetta er so bert ein partur av sannleikanum. Tí nú kristiligi demokraturin Aylwin skal taka um endan er tað ein sannroynd, at 80% av øllum chilenarum í dag hava minni at liva av enn fyri 20 árum síðani. Sambart bretska blaðnum The Guardian so er hetta ein av teimum stóru trupulleikunum hjá nýggja forsetanum, nú hann skal stýra landinum. At prísirnir á teimum mest vanligu neydsynjadarvørunum eru øktir munandi ger heldur ikki støduna hjá fólkinum betri. HYGGJA vit so nærri at støduni í landinum, so livir meira enn 60% av fólkinum í Chile undir hungurs- markinum og um somu tíð gerast tey ríkastu 10% bara ríkari og ríkari. TAÐ verður eingin løtt uppgáva hjá tí 71 ára gamla Aylwin at stýra landinum. Fyri tað fyrsta skal hann leita sær stuðul frá teimum 17 flokkunum, sum eru í samgongu. Harnæst hevur hann so herin og Pinochet at dragast við. HÓAST Pinochet ikki longur er for- seti, so er tað kortini framvegis hann, sum hevur valdið í landinum. Sum leiðari av herinum og øllum teimum vápnaðu deildunum og nú eisini trygdarløgregluni, so er tað í veru- leikanum hann, sum er veruliga valdsharrin í Chile. TAÐ verður rætt og slætt émøguligt at fremja tiltøk, sum ganga Pinochet ella vápnaðu deildunum ímóti. Henda sannroynd ger støðuna í landinum sera Óvissa. Ti við eini sterkari skuggastjórn við Pinochet á odda er avmarkað, hvat ein samgongustjórn við tilsamans 17 flokkum kann gera. Hetta veit Pinochet fullvæl, og hann ætlar sær tí eisini at brúka vald sítt. Hetta fær teknarin í norska blaðnum Aftenposten burtur úr politiskur stoðuni í Chile. Hóast Augusto Pinochet nú hevur latið forsetasessin til Patricio Aylwin, so kann hann halda fram sum ovast yri herinum í 8 ár og hevur hann gjørt greitt, at herurin góðtekur onga sivila uppílegging M.a. hevur hann longu tryggjað sær, at útreiðslurnar til vápnaðu deildirnar skulu ikki minka nakrantíð. Tvs. at fólkavalda stjórnin hevur ikki møguleika at samtykkja niðurskurð i teimum herðnaðarligu útreiðslunum. Hetta dómi vísir, hvussu trupult tað verður hjá Aylwin og hansara fólki at stjórna Chile. VIT kunnu so bert seta okkara álit ul teir nýggju leiðararnar í Chile og vóna, at tann dagur ikki er langt burturi, tá drápsmaðurin og harðrendi einaræðisharrin Pinochet er horvin av politiska pallinum. Avtoka av pristalinum fremur lonarójavna Vilheim Johannesen skrivar Landsstýrið hevur skotið upp at avtaka lógina um prístalsviðgerð av lonum. Hetta verður gjørt mitt í einum sáttmálaskeiði. Flestu sáttmálarnir eru gjørdir 1. mai 1989 og eru sostatt galdandi til 1. mai 1991. Tá sáttmálarnir vórðu gjerdir varð roknað við framhaldandi prístals- viðgerð av lenunum. Við hesum grípur samgongan inn í galdandi sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum. Galdandi lóg um prís- talsviðgerð av lønum varð samtykt í 1975. Í lógini er ásett, at fyri hverji trý stig prístalið hækkar, fer lenin hjá timaløntum upp við 60 oyrum um tíman og hjá månadarløntum við 105 kr. um mánaðan. Aðrenn nýggju lógina í 1975 var skipanin soleiðis, at øll fingu eina prosent- vísa prístalsviðgerð. Hetta ferdi við sær, at tær stóru lenirnar fingu eina stóra prístalsviðbót, at midallønirnar fingu eina miðalstóra prístalsviðbót, meðan tær lágu lenirnar fingu eina lítla prístals- viðbót. T.v.s., at prístalsskipan- in, sum var galdandi fram til 1975, framdi lenar- ójavna. Hon ekti munandi imillum láglent, miðalinn- tekurnar og khåinntøkur- nar. Tí varð lógin frá 1975 mett sum eitt stórt fram- stig. Serliga fyri lág- og midalinntøkurnar. Nú var prístalsskipanin ikki við til at ekja lenarmunin longur. Tá landsstýrið nú hevur skotið upp at avtaka lóg- ina um prístalsviðgerð av lønum, so merkir hetta, at príshækkingarnar verða tiknar við í lønarkrøvini. Verða tiknar við í sátt- málasamráðingarnar mill- um partarnar á arbeiðs- marknaðinun:. Hesar samráðingar snúgva seg altíð um prosentvísar lenarhækkingar. Við avtøku av prístals- viðgerðini koma vit so- statt í ta steðu, at prís- hækkingarnar fara at geva prosentvisa lenar- hækking, soleiðis at tær hægstu lønirnar fáa mest og tær lægstu lønirnar minst. Men prishækking- arnar eru og verda tær somu fyri øll. Vid hesum eru vit kom- in afturum 1975. Vilhelm Johannesen V4-dråttur nr. 833, 10. mars 1990 Tølini: 91 - 96 - 45 - 33 - - 20-16 - 65 - 35 - I - 68. Vinningur: 28.300,-. 83-52 -88-95-78-9 Vinnarar: Eingin vinnari varð funnin