Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. mars 1990síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 33 — 14. mars 1990 | tiðindablaðið Síða 9 Nakrar hugleiðingar eftir 8. mars 1990 Altjóða kvinnudagurin 8. mars varð í ár hildin í Havn við fyrilestrum og sjónleiki. Tær, sum skip- aðu fyri, høvdu í ár fingið danskan teolog Lene Sjø- rup at halda fyrilestrar, og norsku leikkvinnuna Juni Dahr at framføra leik um Jeanne d'Arc. Lene Sjørup minti å, at tad i år eru 80 år, sidan 8. mars varð lýstur at vera altjóða kvinnudagur. Í Føroyum er siðurin at gera nakað burtur úr hes- um degi 14 ára gamal; tó eru ár farin burtur ímill- um, tá eingi tiltøk hava verið. 14 ár, tað er eitt stutt tíðarskeið, men tó so, onkrar broytingar eru at síggja við at líta aftur um bak — bæði í vestur- europeiskari kvinnurerslu sum heild og her hjá okk- um. Vit minnast tey fyrstu 8. mars tiltekini í 70- árunum: krevini vóru itøkilig og tiltøkini áleyp- andi, fingu aftursvar í fjøl- miðlunum. Kravgongur við skeltum og mótmælis- fundir serliga við ym- iskum sosialpolitiskum krevum, krav um javn- rætt í øllum samfelags- viðurskiftum o.s.fr. Onnur ár varð meira roynt at gera 8. mars til ein stutt- ligan dag við sangi, kveld- setu og skemti av ymsum slag. Og vit hava eisini demi um tey meira patet- isku 8. mars-tiltøkini við lovsongi um »kvinnulig virði“ og kvinnumentan. Fyrilestrar í Mettu- stovu og Norður- landahúsinum Í ár var høvudsrødarin sum sagt Lene Sjerup. Í fyrra fyrilestrinum ferdi hon okkum við stórari ferð gjøgnum tíðirnar frå 6000 f. Kr. til nútíð og vísti á, hvussu átrúnaður gjøgn- um øldirnar hevur verið stýrdur av menniskjunnar krevum um at finna svar til eksistentiellar spurn- ingar, sum hava lþikað á, alt eftir hvussu samfe- lags- og náttúrutreytirnar hava verið. Tá ið hon kom fram til okkara tíð, tosaði hon nógv um ta depru framtíðarmynd, sum Brundtland-rapportin lýsir so gjølla og trúliga. Ein niðursteða var, at tann rationalitetur, sum vit hava sett so stórt álit til tær seinastu øldirnar, hevur ført okkum út i oføri, og ti var vert at royna at finna nyggjar leidir, har eisini åtrunad- urin fekk ein størri og tíðarhóskandi lut, sum kundi beina hugburðin móti tí meira lívsvarðveit- andi. Seinni fyrilesturin var um gandakellingar, og hvussu ymsir granskarar úr ymsum sjónarhornum hava roynt at kanna, hverjar áskoðanir lógu aftan fyri jagstran og pín- ing av gandakellingum í miðeld og fram í 19. eld. Kanska var bitin ov stór- ur, sum hon legði fyri okk- um at gloypa, ella hon fór ov lætt um, tí serliga sein- asti parturin (um lívfreði- ligar/vistfreðiligar teoriir) molnaði burtur — eg fekk ið hvussu er onga trúliga mynd av, hvussu hetta varð hildið at hanga saman í skiftandi tíðum. Ein viðmerking frá áskoðarunum var, at í Feroyum høvdu ganda- kallar verið høgt í metum, men gandakellingar hild- nar at vera óndar. Men sum við so nógvum her hjá okkum — eingin hevur kannað tað til lítar. Onkur fær kanska hug at royna, at tað hevur verið so. Okk- um nýtist ikki at fara so langt aftur í tíðina — munnu ikki bæði menn og konur vera til í dag, sum verða segd at duga gand? Hvat skulu vit brúka 8. mars til? Henda spurning man 8. mars-bólkurin eisini hava sett sær, tá ið tær skuldu reika fyri hesum tiltøkum. Sosialar rerslur sum kvinnurersla og friðar- rersla hava avmarkaða livitið, so dovnar megin, vápnini verða óhvess, og nýggj skulu til at loysa spurningar, leika á. sum mest Elin Súsanna Jacobsen skrivar: Lene Sjerup umboðar eitt rák, sum víðkar sjón- arringin hjá teimum íteki- ligu kvinnumálunum i 1970- og 1980-årunum, og leggur meira dent å, at kvinnur eisini eru partar av og hava åbyrgd av okk- ara alheims samfelag. Sjálvsálit er komið í staðin fyri sjálvrós og gremjingar um kúging, tó at onkrir lepar hanga eftir, treyðugt so, og tað kend- ist sum ein fortíðarleivd, tá ið hon kryddaði fyri- lesturin við at gera gjeld- ur burtur úr mannfólki, ella tá ið samkoman varð boðin »vælkomnar allar«, hóast har sótu nakrir menn eisini. Jú, eg skilji, nú skuldu teir fáa at vita, hvussu tað felist at vera í tí stødu, vit kenna so væl, tá ið tann talandi vendir sær til fjøldina sum >tit allir«. Men er rætta svarið til mannchauvenismu kvinnuchauvenisma enn i dag? Kvinnurørslan og henn- ara mál eru dovnað, to ikki deyð. Men enn er tað ein leiting eftir nýggjum strategium. Um uppskot- ið hjá Lene Sjerup, at dyrka religiøsar uppliv- ingar og spinna ein enda burtur úr ti, eru tað rætta íkastið, eri eg í iva um, tað kann so lætt enda í mystikki og sjálvsdyrkan, og so er líka vítt sum sítt. Elin Súsanna Jacobsen Fyritreytin fyri kropsliga og — | | sálarliga vælveru er at sita væl. | Tr | Vit sita øll á ymiskan hátt. Ti er kki líkamikið hverjum stóli vit á. Tey flestu merkja t sita á ryggpinu av og á - onnur gerast troytt longu áðrenn dagurin er hálvliðin. Loysn- ina finnur tú hjá okkum. Vit hava fleiri ymisk mo- dell frå KEVI, SIS og KINNARPS, og | kunnu svara fyri | at vit hava júst | tann rætta til tin | P/F FARODANE & CO Telefon 11414 Telefax 17534 17 grækarismessutilboð |} Millum tey 17 tilboðini í bókahandlunum í løtuni er bókin Flekk fær eina systur. Hon er 5. mest selda barnabók í USA / (7 Hon kostar (11 — 48,00 kr. | | Á Á Á N N | | . Tit ringja — vit skriva Ringid telefon 11820