Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-16, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 1990síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 35 x friggjadagur 16. mars 1990 Selia Hvftanes og s breðralag 63. árg. * Kr. 6,00 jálvir ke SR a hann aftur - í Kanada Føroyska manningin kanadiskir horgarar Tå føroyingarnir gerast kanadiskir rikisborgarar gjalda teir emi 25% í skatti móti, sum nú, 75%. Síða 6 Íslendski verksmiðjutrolarin Andri fór av knóranum: Verður skrásettur undir feroyskum hentleikaflaggi Íslendska ríkisútvarpið visti mikudagin at siga frá, at íslendski verksmiðju- trolarin, Andri, sum hevur roynt í amerikanskum sjógvi, verður ein av komandi døgunum, skrá- settur undir føroyskum hentleikaflaggi. Norski PK-bankin eigur størstu veðhaldini í trolaranum, og hevur nú sagt upp lánisáttmálan við P/F Ís- lendska Uthavsreiðara- felagið, sum átti skipið. Harald Kongshavn, stjóri í PK-bankanum sigur í samrødu við íslendska útvarpið, at Andri BA verður skrásettur í Føroyum. Skipið er ikki selt til Føroya, sigur Kongshavn við islendska útvarpið. Tað, sum hendir er einfalt tað, at PK-bankin flytur skipið til Føroya undir sítt formliga ræði har. Orsgkin til, at hetta verður gjørt er, at tað er lættast at skráseta eitt skip sum Andra í Føroyum. Islendska útvarpið sigur, at Andri verður skrásettur sum ogn hjá eini fyritgku undir stovnan í Føroyum. Fyritgkan eitur P/F Faroe Ventura. Stjórin eitur Jóg- van Páll Lassen, sakførari í Havn. Útvarpið sigur, at PK-bankin hevði gjørt hesa fyritøku á pappírinum ul at kunna skráseta skipið undir føroyskum hent- leikaflaggi. Olav Olsen, landsstýris- maður, segði við íslendska útvarpið, at Andri fær ongar kvotur í Føroyskum sjógvi. Hann avsannaði tíðindini í Morgunblað- num mikudagin, um at Andri var seldur til Føroya. Skipid verdur skrásett i Føroyum, segði Olav Olsen. Hetta kostar landskassanum einki, men skipið fær heldur einki burtur úr tí. Andri skuldi gerast tann stóri slóðbrótarin í roynd- unum hjá íslendingum at fáa kvotur í amerikanskum sjógvi. Hetta er miseyd- nast heilt, og norski bankin hevur ta seinastu vikuna verið noyddur at gjalda rokningar fyri umleið 10 miljónir fyri skipið. Øll manningin - umleið 50 fólk, harav 30 eru póllendingar - eru send heim fyri bankans rok- ning. PK-bankin hevur kravt íslendska úthavsreiðara- felagið eftir tíggjutals miljónum í endurgjaldi og fer at krevja meira seinri. Andri liggur í løtuni við bryggju í Seattle í USA. etj. Seinasta freist at tekna seg til Danmarkar- ferðina við SMYRLI er týsdagin 20. mars Sí lýsing í blaðnum. marstein