Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 1990síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 tíðindablaðið Nr. 37 — 20. mars 1990 Erlu dámar hart arheiði Erla Eysturoy í Kaldbak fekk rós fríggjadagin fyri sveinastykki sítt. Hon er fyrsti kvinnuligi plastbátasmiðjurin í Fóroyum At byggja bátar hevur altíð verið roknað fyri mans arbeiði, og tað verður tað framvegis Men nú er so ein føroysk kvinna útbúgvin plastbáta byggjasti. Hon eitur Erla Eysturoy, er 22 ára gomul og býr f Kaldbak. Fríggjadagin var hon sjálv onnur úr Føroyum á tekn- iska skúlanum í Helsingør til sveinaroynd. Og væl gekk. Tey bæði fingu rós frå próvdómarunum fyri svein- aroyndina, ið var ein kistu- bonkur til båtar. Erla hevur arbeitt å Mar- inplast i Kaldbak i fyra fimm år tulsamans. Har hevur hanni altid dåmt, og ti helt hon, at hon tað sama kundi fara i læru. Ti útbúgving vildi hon hava. Hon hevur ongantíð ræðst arbeiðið, ið er tungt og minni reinligt enn onnur arbeiði, konufólk flest eru í. Mær dámar likamligt hart arbeiði, og mær dámar at rokast, sigur hon. TU MAST ORKA Erla dugir ikki at síggja nakra forðing fyri, at fleiri kvinnur kundu verið báta- byggjarar. Tað krevur tó eitt sindur av likamligari styrki, tí tað er tungt arbeiði, nógv at lyfta. Sjálvandi eru hjálpitól, ið avlasta, men sum bátabyggjari mást tú klára at taka tung tók, heldur Erla. EINASTA KVINNA I FAKINUM Heldur ikki aðrastaðni er vanligt, at kvinnur hava hug Nýútbunu bátasmiðjirnir i Kaldbak hava fylgst gjøgn um læruna, gjørt sveinar í , , nad Saman at byggja bátar. Hon var tann einasta, sum fekk prógv fríggjadagin á tekn- iska skúlanum i Helsingør. Lærutidin er hálvt fjórða ár. Í uimum umførum eru tey í skúla, tvær ferðir 10 vikur og eina ferð fimm vikur. Hin nýggi føroyski plast- bátasbyggjarin í Føroyum eitur Abraham Samuel Wijayavarathan og arbeiðir eisini á Marinplast. Hann er I * úr India og hevur verið í Føroyum í fimm ár. Erla ætlar at halda fram at arbeiða á Marinplast, so leingi arbeiði er har. Fer tað at minka, og hon kanska missir arbeiði, kann tað væl henda, hon fer at læra ul bilsmid, sum hon áður ætlaði. Hugur hennara ul bilar er líka stórur sum til bátar, sigur hon randi Erla ræðist ikki tað tunga arbeiði. Um arbeiðið er heilsuskaðiligt? Ikki verri enn so mong onnur arbeiði, heldur hon. Annars hava tey góða trygdarutgerd, ið verjir = móti evnunum skadiligum Ur Havn tey fara Fyri fyrstu ferð í mong ár er fólkatalið í Havn farið at minka Fyrr vaks fólkatalið í Havnini við 2-300 fólkum um árið. Men nú er vend komin í. Síðan summar er fólkatalið fallið. Fólkatalið var hægst 31. semasta juli í fjór sambært tølunum hjá Landsfólkayvirlitinum. Tá búðu 14.844 fólk í Havnar kommunu. Á nyggjånnum var talið 14.767. og í dag búgva að finst einki yvirlit. ið visir, hvørn fólkini eru, sum tlyta úr kommununi. Um tað eru støk fólk ella uppihaldarar, WCirra er O.S.V. Vit fáa tó so mikið at vita sum, at fleiri fólk fluttu av landinum í fjør enn árið fyri, og tað kundi sagt frá, at fallið í fólkatalinum í Havn hevur samband við, at teir nógvu útlendingarnir, sum fyri góðum hálvum ári síðan arbeiddu serliga í Havn, eru við at venda heim aftur. Arbeiðið er minkað, og tað loysir seg ikki so væl longur at arbeiða her, nú skatturin er hækkaður, og vit hava fingið bundna uppsparing. Tann tíðin er farin, tå hvat starv bygs ifeløg sendu boð eftir útlendingum at koma t SØFI óða løn Tølini higartil í ár fyr hvussu nósv flyta úr kommununi benda á, al fleiri flyta. Í januar fluttu 102 fólk úr Havn, og í februar 72. Higartil í mars eru 36 fólk fílu úr kommuni. Tvær ferðir so nógv fólk flyta av landinum sum í aðra kommunu í Føroyum. randi Bjargingarvestur - Men ongin maður Seint sunnukvøldid sóu fólk í Dali á Sandoynni eitt Ovanligt ljós á sjónum. Løgreglan varð fráboðað, og løtu seinni fór Hvid- bjørnen á staðið at leita. Tað visti seg, at ljósið kom frá einum bjargingar- vesti, sum lá og fleyt á sjónum. Maður var ongin at síggja, og ongin veit heldur at siga, hvaðani vesturin er komin. S-S- Felagið VARÐIN hevur ársaðalfund friggjakvøldid 30. mars 1990 kl. 20.00 á Hotel Hafnia. Dagsskrá: Eftir lógini. Nevndin