Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 1990síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— {| tíðindablaðið ES Á 5 t r | Pastadressa: Postsmoga 76 byrgdarblaðstjór: Jan Múller Blaðfólk Høgni Djurhuus | Utgevari Pt Sosialurin Busta Argjavegur 26 i s i £ i Fyritaksstjór: Kristjan Dahi Randi Jacobsen Uppseting P'f Sosialurin Argir lt ks Torshavn i | P 1 y c 1182! stletax 20 Ljosmyndar: Kalmar Lindenskov Í Tórfinn Smith | Prem P'f Pressan 1981 iefo 11820 Namibia frælst Í GJÁR varð flaggið vundið á stong í heimsins yngstu tjóð. Namibia fekk sjálvstýri aftan á at hava verið und ir suðurafrikonskum apartheidoki í meira enn 70 ár. Namibia, sum frammanundan var týskt hjáland, er seinasta hjálandið í øllum Afrika, sum nú fær sjálvstýri. LANDIÐ hevur eins og mong onn- ur lond í Afrika eina lagnutunga søgu. Seinastu 30 árini hevur verið opið kriggj millum frælsisrorsluna Swapo og suðurafrikanska hjá- landastýrið, sum so eisini hevur fingið munandi stuðul úr sjálvum Suðurafrika. Hóast utgjørt við oll um teimum mest nútímans vápn- unum, so hevur tað ikki eydnast suðurafrikanarum og teirra fylgis- neytum í Namibia at fáa bilbugt við teimum tjóðskaparhugaðu Swapo-deildunum i DAG síggja vit so urslitid av stríðnum hjá Swapo: eitt frælst Namibia við eini demokratiskt valdari stjórn. Ur ollum heiminum eru komnir stjórnarleiðarar til Namibia at vera til staðar, nú heimsins yngsta tjóð varð fodd, ein tjóð, sum hevur megnað at slíta tær so sterku og manna hatsku apartheidleinkjurnar. MEN hetta er ikki hent uttan al- tjóða stuðul. Við ST-felagsskapin- um á odda hevur tað eydnast við altjóða diplomatii og eisini trýsti at fáa Sudurafrika at ganga við til at leysa Namibia úr kvorkrataki. Sudurafrika sínum hevði einki annað val enn at ganga krøv- unum frå namibiarum sjålvum og annars ST og stórveldunum á meti: at geva hesum seinasta hjá- landinum í Afrika sjålvstyri. Krigg- ið móti Swapo var vorðin ein so mikið stór byrða fyri Suðurafrika, at tað hevði lítið annað at velja í enn at geva landinum frælsi. NÚ vit fegnast um, at Namibia hevur klárað at slíta leinkjur apart- heids, so eiga vit eisini at minnast ein av teimum monnum, sum var við til at leggja lunnar undir sjálv- stýri Namibia, nevniliga unga og klóka svian Jan Carlson, sum doyði í eini flogvanlukku herfyri í sínum arbeiði sum Namibia- kommiserur, tvs. hægsti maður í táverandi Namibia, sum ST í veru- leikanum hevði at umsita, nú suðurafrikanska hertøkan av land- inum ongantíð varð góðtikin av ST ella nøkrum landi. Jan Carlson átti ein stóran leiklut í frælsisstríði Namibia og er tað m.a. honum fyri at takka, at landið í dag er frælst og frítt HÓAST Namibia er eitt tilvildarligt land í Afrika, so hava júst foroy- ingar ikki sort av kunnleika til hetta landið. Fyri umleið tveimum árum síðani fóru føroyingar til Namibia og gjørdu avtalu við tå- verandi hjålandastyrid um fiski- rættindi i namibiskum sjógvi. Henda avtala varð nógv umrødd i Føroyum, serliga ti at mong hildu tad vera skeivt at gera beint tvørturimoti ti flest onnur lond gjørdu, nevniliga at boykotta og kvetta øll bond vid apartheidstyr- ið. HELDUR ikki namibiarum sjálvum dámdu hetta okkara stig, og kom eisini eitt hvassorðað mótmæli frá namibiskum felagsskapum móti samarbeiði okkara við júst tað stýri, sum namibiarar nú eru slopnir av ið. NÚ Namibia hevur fingið sjálv- stýri, kunnu vit so spyrja, hvussu við okkara samarbeiði við Namib- ia! Okkara hugsan er tann, at her eiga føroyingar beinanvegin, landsstýrið eigur at leggja fyri, at fáa samstarv í lag við nýggju namibisku stjórnina. Vit eiga at byrja heilt av nýggjum og gloyma tað, sum var. Sjálvandi áttu vit at havt bíðað til landið fekk frælsi at sett skjøtil á samarbeiðið, men farid er farid. Vit gjørdu eitt mis- tak, og vit kunnu so eisini bøta uppá tað nú. Vit eiga at bjóða okk- um fram at oyggja upp namibisku fiskivinnuna frå botni av. Hetta megna vit sjálvandi ikki einsamall- ir, men lat okkum vísa ein góðan vilja, lat okkum bjóða namibiskum politikarum og vinnulívsfólki til Foroya at síggja, hvat ein eigur at gera og hvat ein ikki eigur at gera, tá fiskivinnan skal mennast. TAÐ er greitt, at størri tjóðir fara eisini at bjóða seg fram, men vit ivast ikki í, at tað besta fyri eina lítla og lítið framkomna tjóð sum ta namibisku er at fáa samarbeiði í lag við eitt annað lítið land, sum eitt nú hevur fiskivinnu sum hov- uðsvinnu. Einki er at ivast í, at namibiarar fegnir fara at taka av tilboði okkara og koma henda vegin at síggja, hvussu vit hava bygt upp okkara fiskivinnu. SO vil onkur spyrja, hvat vit skulu hava burtur úr einum slíkum sam- starvi. Tað er skeivt altíð at leggja út við hesum spurningi. Tað snýr seg fyrst og fremst um, hvussu vit, sum hava kunnleika og roynd- ir, kunnu hjálpa ðrum, sum skulu byrja heilt frá botni av. Men tað sigur seg sjálvt, at eitt tílíkt samar- beiði fer eisini at gagna okkum við tað, at vit kunnu lata teimum út- gerð og know how. KANSKA hetta eisini fer at gera, at vit einaferð í framtíðini sleppa at fiska í teirra sjógvi, men hetta má bara ikki vera orsgkin til, at vit vilja hjálpa teimum — geva teim- um hjálp til sjálvhjálp. EINGIN ivi er um, at koma vit væl frá eini roynd at vera við til at menna namibisku fiskivinnuna, so fer tað eisini í longdini at vera okkum sjálvum til gagns. TAÐ er nú, tað má »handlast«. Foroya landsstýri eigur alt fyri eitt at senda heilsan til nýggju namib- isku tjóðina og um somu tíð bjóða seg fram til at vera við til at menna namibisku fiskivinnuna. VIT skulu annars her ynskja nýggja landinum tillukku við sjálv- stýrinum. Tær bestu vónir til tey fólk, sum nú skulu til at byggja landið uppaftur aftan á at hava verið undir fremmandum oki í meira enn 100 ár. jamú Gjørdist skattgjaldaranum dýrt — og Palleba stendur spyrjandi Mangur skattgjaldari kring landið mundi gerast kløkkur henda dagin, tå landsstýrismaðurin i figgjarmålum avdukadi fyri almenninginum, at meirnytsla landskassans fyri 1988 var heilar 461 mio. kr.' Ikki minni tespilig gjørdist henda avduking av, at sami upplysti, at stórur partur av hesi pen- ingaupphædd var játtaður uttan at heimildir vóru til- staðar. Her var talan um rakst- rarliga meirnýtslu eins væl stóra meirnýtslu úr ymiskum grunnum. Skattgjaldarin eigur at kunnast Í hesum degum, har skattgjaldarin kennir seg knokkrovttan, er tað ikk? so legið. at hann er for- vitin at vita hvussu skattapeningur hansara verður og hevur verið um- sitin av landsins myndug- leika. Vælskiljandi hava tí eis- ini verkafelog kring landið kravt almenna hoyring um »Heygadrang«. Tå einki eigur at verda at dylja i slikum måli, er ynski verkafelaganna heilt rimiligt og eigur at vinna frama. Hvussu skattgjaldar- ans peningur á eðrum økj- um er umsitin, eigur somuleiðis ikki at vera fjalt fyri almenninginum. Heimildar spurningurin Ljóðað hevur, at millióna upphæddir hava verið nýttar uttan at neyðugar heimildir vóru í lagi. Skattgjaldarin stendur undrandi og spyr: „hvussu í víðastu verð kann slíkt koma fyri — og ganga??? Ti er tað umráðandi, at veruleikin verður lagdur á borðið og at skattgjaldar- in ikki verður hildin fyri tað turra spott av teim, ið royna at sleppa sær undan ábyrgd. Ábyrgdin leggjast á rætta stað Umtalaða meirnýtsla eig- ur ikki bara stillisliga at fara aftur við borðinum — ei heldur bert at hanga í leysari luft, men heldur at fáast upp á pláss, soleiðis at skilja, at åbyrgdin verð- ur løgd, har hon eigur at liggja — og tað er ikki hjá Palleba!! Hugstoytt I hesum døgum, har ut- róðrar- og fiskimadurin, verkamadurin og aðrir skattgjaldarar merkja nivandi byrdar å sinum herðum — og hava trupult at fáa endarnar at røkka, eigur tað at kennast sera hugstoytt fyrst at gjalda rokningina hjá eðrum, og so enntá ikki at vita ella hava trygd fyri, hvat pen- ingurin í veruleikanum verður nýttur til. Eigur at kannast Einasta rætta og rímiliga í slíkum álvarsmálum er, at ein nágreinilig kanning fer fram av hesi risa meir- nýtslu fyri umtalaða ár. Vit í Kristiliga Fólka- flokkinum eru av tí áskoð- an, at kanningin verður gjørd av óvildugum per- sónum, og at tingið fær kanningarúrslitið til við- gerðar, samstundis sum almenningurin fær úrslitið at vita. Fólkadómstólurin Avisir politikarar her á landi hava gjert seg til talsmenn fyri einum so- kallaðum >Fólkadóm- stólis, og hava í hesum sambandi víst til eitt nú politisk viðmerking Rumenia, har fólkið feldi dómin yvir landsins stýri. Skuldi fólkið her á landi felt dóm yvir ábyrgdar- leysu meirnýtsluna í val- árinum 1988, mundi so ikki ein natúrligur úr- skurður verið, at hesir (teir politikarar, sum hava ábyrgdina av meirnýtsl- uni) tey næstu 50 árini vóru hildnir uttanfyri løg- tings- og landsstýrisins gátt???? Livst so spyrst! Tordur J. Niclasen legtingsmaður