Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mars 1990síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Ábyrgdarblaðstjór: Jan Muller Blaðfólk | Eyritaksstjór:: Kristjan Dahl } ljósmyndari Katmar Lindenskov | Høgni Djurhuus | Utgevar Randi Jacobsen 1 Tórfinn Smith | Prem Pt Sosiakurin } Uppseting P/f Sosialurin | Pif Pressan 1981 | Fjarfiskileiðir og føroyingar NU um dagamar kom ein føroysk sendinevnd heimaftur av kanningar- ferð í New Zealandi. Í hesi sendi- nevnd vóru umboð fyri tað almenna, vinnulívið og peningastovnarnar. Endamålid vid ferdini var at kanna møguleikarnar at senda føroysk fiskiskip til New Zealands at fiska. HVAT spurdist tå burtur úr hesi heldur sjáldsomu kanningarferð! Jú vit frætta í fjølmidlunum, at væl komur burtur úr. Ætlaninn er at senda aðra av Polarborgunum til New Zea- lands í næstum og hina nakað aftaná TAÐ er sjálvandi hugstoytt, at vit føroyingar verða noyddir til at leita so langt burtur fyri at livbjarga okkum og okkara fiskiskipum. Men tá heimaleiðirnar ikki megna at føda tey mongu skip, sum vit hava latið nnað velja enn at senda skipini burtur í fremmandan sjógv at royna. TAÐ er annars einki nýtt fyri okkum, hetta at leita upp fremmandar fiski- leiðir. Hetta hevur tvørturim6ti eyð- kent føroyska fiskimannin alla ta tíð hann hevur verid til. Blada vit bara nøkur få blød aftur i ungu fiskivinnu- søgu okkara, so vóru tað just føroyskir fiskimenn, sum fyrstir fóru til Grønlands at fiska. Hóast tað var nógv at leggja fyri at fara so langt heimaífrá við sluppunum, so var hetta tó einki minni enn náttúrligt fyri okkum. Og soleiðis hevur verið allan vegin upp gjøgnum árini. Vit hava heldur ikki smæðst burtur, tá tað galt um at vera við at troyta nýggjar fiskileidir í New Foundlandi og í Barentshavinum. SKRIVARIN í reiðarafelagnum lýsti henda leiklut okkara so greitt í eini samrødu i Sosialinum herfyri. Har vist hann á, at fyri okkum føroyingar hevur tað altíð verið nátúrligt at fara har, sum fiskur var. Bar ikki til C nastaðni so fóru vit ul ann 10 I láss at fiska, og tað líkamikið um tað var við Grønland ella í Íshavinum. Hann helt tað tí vera eins nátúrligt, nú allar hesar gomlu leiðirnar eru skerdar munandi, at vit leita so langt burt sum til New Zealands. Ja, hann helt tað vera eitt stórri tak at fara til Grønlands við sluppunum á sinni, enn tað er í dag at fara til New Zealands við okkara sera framkomnu skipum. TAÐ er sjálvandi spell, at hesi okkara mest framkomnu og best útgjørdu skip skulu fara til fjarskotin lond heldur enn at kunna veiða í okkara parti av heiminum. Tað er spell fyri teir fiskimenn, sum skulu vera langt heimanifrå , og tað er sera óheppið fyri okkara virki, sum harvið missa ein part av råvøruni. VIT eru tó noydd at góðtaka eina slíka gongd, tí vit hava ein ov stóran flota. Og tå japanarar, koreanarar, russar og mangir aðrir kunnu dúva uppá at fiska á fjarleiðum, so kunnu vit tað so sanniliga eisini. Hóast smáir, so megna vit tað, bert vit vilja HERFYRI hevði Sosialurin samrødu Bústaður: Argjavegur 26 | Postadressa: Postsmoga 76 Argir | 110 Tórshavn Telefon: 11820 Í Telefax 14720 vid ein føroying, sum hevur siglt vid norskum fiskiskipum i mong år. Hesin helt, at vit føroyingar véru ov seinir á sjóvarfallinum, tá tað galt um at leita til fremmand havgki. Her vóru norðmenn skjótari enn vit. Helst er nakað um tosið, og tað kann eisini tykjast eitt sindur øvugt , tá hugsað verður um, at vit áður í stórri mun enn aðrir hava verið "úti um okkum", eitt nú tá tað galt fiskiskapi í Grønlandi, í Barentshavinum og við New Foundland. Men síðani er tað so hent, at vit hava lagt okkum eftir at troyta heimaleiðirnar meira og hava harvið ikki lagt í ella havt tørv á at fara burtur í fremmand høv. NÚ sanna vit so, at hetta er neyðugt, skulu vit ikki missa ein stóran part av flota okkara. Her er New Zealand so ein nýroynd og skal tað vera okkara vón, at okkurt gott spyrst burtur úr. Men vit eiga so eisini at hyggja at ødrum møguleikum. Her eiga bæði landsstýrið og vinnulívið at taka lógvatak saman. jamú Tað var tann tíð, tá tað bar til at fylla trolarar okkara við nógvum fiski. Í dag er heldur soltið sammeta vit við hesa myndina frá gamla Sjúrðabergi. Nú megu trolarar okkara leita til fiskileiðirnar hinumegin knøttin fyri at fáa uppí EET