fríggjadagur 23. mars 1990síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8
Nr. 40 — 23. mars 1990
Eydbjørn Mørkøre, formaður:
Sida 1 7
Grasliki verður
ikki tað fyrsta
- tí peningur er ikki til slíkt í hesum tíðum, sigur EB-formaðurin m.a. í hesi sam-
róðuni. Verður graslíki lagt á, so verður tað ikki á Mølini, men helst í Hólmanum,
og tað verður dýrt, tí so nógv skal gerast, áðrenn leggjast kann á
Sjálvandi hava tey tosa
um tað á Eiði, - um
graslikisvøll.
- Men nú er tað nakað,
sum liggur langt frammi í
tíðini, tí peningur er ikki
til slíkt í hesum tíðum,
sigur EyObjørn Mørkøre,
formadur i EB.
I Hólmanum
Ein graslikisvøllur á Eiði
hevði eisini verði serliga
kostnaðarmikil, tí hann
hevði ikki kunna ligið á
Mølini; har er alt ov vátt
til ein slíkan vøll. Eyð-
bjørn Mørkøre sigur, at
graslíkisprátið var komið
so langt, at hugt hevði
verið einum ávísum plássi
til hansara.
- Talan var um, at hann
so skuldi ligið í Hólman-
um, men tað hevði verið
dýrt, tí har skal so nógv
fyrireikandi gerast.
Høilin verður fyrr
Eyðbjórn Mørkøre vænt-
ar, at ein itr6ttarhøll verð-
ur fyrr enn graslikisvøllur.
Hon verður so gjørd sum
partvíst skúlaprojekt, so
tað verður lættari at fáast
við fíggjarliga.
So fótbólts-liðini hjá
EB fara eisini í næstu
framtíð - og tað er minst
alt hetta kappingar-árið -
at spæla sínar heimadystir
á Mølini, - einum av teim-
um fáu grisvøllunum, ið
eftir eru í landinum.
Ljós er heldur ikki kring
vøllin, so í januar, februar
og marts er ikki hugsingur
um at venja har uttan i
vikuskiftunum. Tiskil fer
mesta venjingin fram inn-
andura i skålunum å Eidi
og å Oyrarbakka, sum
sjålvandi ikki er meira enn
næstbest.
So í løtuni bíða EB-
leikarar og venjari mest
eftir, at klokkan verdur
flutt ein tima fram.
Bolton venjari
Í år er fótbóltsvenjingin
byrjad serliga seint:
friggjadagur i farnu viku
var fyrsti venjingardagur.
Bobby Bolton, sum ådur
hevur roynt seg hjå IF
(1986, 1987 og 1988),
verður venjari, men tað
gekk rættiliga drúgv tíð at
fáa pappírini hjá honum í
rættlag. EB-formaðurin
upplýsir, at tað vóru ikki
nakrir serligir trupulleikar
í tí sambandinum, - tað
var gekk bara nakað long
tíð:
- Nú alt er táttað í, so
verður helst farið meira
gjølla igjøgnum allastaðni,
har slik umsókn skal til
vidgerdar, sigur hann.
Bobby Bolton, sum eis-
ini skal arbeida å Nordis,
hevur såttmåla fyri hetta
kappingar-árið. EB-for-
madurin sigur, at tad vil
altíð vera dýrt hjá so
lítlum felag at hava út-
lendskan venjara, men
hann heldur ikki at Bobby
Bolton er dýrur. Umframt
lønina skal EB tryggja
honum arbeiði og íbúð,
meðan hann er her.
Owen eisini við, men
ikki fleiri!
Bolton, ið skal venja
flestu liðini hjá EB, hevur
ein leikara við sær til 3.
deildarliðið hjá felagnum;
tað er bretin John Owen,
sum spældi við ÍF í 1988,
tá Bolton var venjari har.
- Bolton kundi hava
tveir leikarar við sær, men
vit vildu bert hava annan.
Tað eru fleiri ungir
leikarar í felagnum, og vit
halda tað vera skeivt at
teir verða settir til viks av
útlendingum, ið koma
hendan vegin í eitt ár,
sigur Eyðbjórn Mørkøre.
Hvørki Páll ella
Brestir
Á Eiði frættu vit eisini, at
Páll Guðlaugsson møgu-
liga skuldi standa í EB-
málinum í ár. Men tað
verður helst av ongum.
Sum landslidsvenjari skal
hann brúka sunnudagarnar
til at hyggja eftir 1.
deildardystum, og tað er
sama dag, sum 3. deild
spælir, og so hevur hann
eisini trupulleikar við ein-
um fingri.
IF-målverjin í fjør
Brestir Jensen hevur eisini
verið upp á tal, men EB
hevur ikki enn frætt nakað
frá honum. So alt bendir á,
at EB-málverjin í ár aftur
fer at eita Karstin Vang.
EB í 2. deild
3. deildarliðið hjá EB skal
upp í 2. deild, - tað er eitt
av málunum hjá felagnum
í ár. Nú felagið hevur
spælt í 3. deild eru ikki
nógvir áskoðarar á Mølini,
- einir 20-30, tað er alt. Tá
avgerandi dystir vórðu
spældir, meðan EB var í 2.
deild, kundi áskoðara-talið
Fótbóltsókið á Mølini á
Eiði. Fær EB graslíkis-
vøll, so verður tað ikki her
hann verður lagdur, sigur
Eyðbjórn Mørkøre
onkuntíð sníkja seg upp
um 150.
Eyðbjórn Mørkøre sig-
ur, at tað hevði givið
felagnum stórri inntøkur,
men tað er ivasamt um
rakstraravlopið hevði ver-
ið ulsvarandi stórri, ti
krøvini høvdu samstundis
vaksið.
Striltið fíggjarliga
EB-formaðurin sigur, at
tað hevur gingið striltid
fíggjarliga hjá felagnum
og at skuldin hevur verið
ov stór. Men felagið hevur
góðan stuðul í bygdini
Kommunan og so teir
aktivu limirnir, ið skipa
fyri peningagevandi til-
tókum, hava nú gjørt sítt
til, at tað fíggjarliga er
komið í eina nøkulunda
legu.
Nógv frítíðarvirksemi
hevur verið í felagshøl-
unum í vetur: borðtennis,
billard og talv. Til hetta
eru felagshølini væl egn-
aði.
Góð undirtøka
- Men tey eru ikki egnaði
sum skiftingar-rúm hjá
fótbólts-liðum, sigur Eyð-
bjørn Mørkøre, so gestir
okkara fara framvegis at
skifta uppi í skúlanum
Higartil er tað bert venj-
ingin hjá mønnunum, sum
er byrjað.
- Og undiriøkan hevur
verið góð sigur Eydbjørn
Mørkøre, EB-formadurin,
sum sjålvur hevur sitt
hjartað hjá hondbóltinum.
Eyðbjórn Mørkøre, formaður í EB. - Tað fer at ganga
drúgv tid, áðrenn nakar graslikisvøllur verður á Eiði