Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mars 1990síða 3

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| vo TS Nr. 41 — 24. mars 1990 - r Síðani ruskplássini vórðu tyrvd, hava villkattur, måsafuglur og ravnur leita sær aðrastaðni eftir fødini. Í summum hagapórtum fáa eingi reiður frið - og henda sjónin gerst alt meira sjáldsom Bóndi ávarar: Heiðafuglurin doyr út! Fyri trimum árum síðani reiðraðist nógvur heiðafuglur Millum Fjarða í Eysturoynni, men seinastu tvey árini er tað minkað burtur í at kalla onki. Michael Pattingson, bóndi, er ikki í iva um orsøkina: Tá tey opnu ruskplássini lótu aftur, fór ravnurin í hagan! Michael Pattingson man vera ein teirra, ið best kennir økid Millum Fjarða. Hann er bóndi, og hevur sítt dagliga yrki í haganum har á leið. Og seinastu árini hevur hann verið varur við eina sera ódámliga gongd: Tað áður so ríka fuglalívið er um at doyggja út! I fjør summar legði hann ikki til merkis eitt einasta reiður, har ungi kom úr, og longur og ongur gerst millum vaksna fuglin Einasta fuglaslag sum Ikki er í minking, er ravnur! Tað sær åt ul, at ravnurin misti sín heim stað seinastu mongu árini, tá tey opnu ruskplåssini vórðu tyrvd, og brenni- stødirnar fóru at virka, sigur Michael. Ravnurin er so farin í hagan at finna sær fødina í staðin, og legst á eggini hjá heiða- fuglinum. - Bæði fyrru og aðru ferð teir verpa. Ravnur eftir havhesti Hetta hevur sum sagt havt vid sær at sera fáir ungar koma út, og fuglurin rýmur úr haganum. Men tað eru ikki bara egg, svongu ravnarnir leggjast á. Michael sigur seg tvær reisur hava sæð, at einir triggir fýra ravnar í felag hava jagstrað frískan, vaksnan havhest! Teir hava jagstrað hann, til hann er niður- dottin, og hevur spýð seg tóman. Síðani eru teir lagstir á hann, og hava Síða 3 skrætt hann sundur, greiðir Michael frá Okkurt má gerast Orsøkin til hetta tykist sum sagt vera, at tá ruskplássini vórðu tyrvd, misti ravnurin sítt lívs- grundarlag. Hann hevur hildið ul í stórum tali un hesi pláss, er nógv nørdur, og hevur ikki gørt seg inn á annan fugl. Nú má hann finna sær fødina aðra- staðni, og ti er sum er - Tað er ongin ivi um, at okkurt má gerast, skal ødrum fugli vera lív lagað, sigur funningsfjardar bóndin Ikki friðaður Men at sleppa av vid ravn er ikki nøkur løtt uppgåva Ti hóast hann ikki er friðaður, er ravnur sera trupul at skjóta. Hann er styggur, og er eitt skot latið av, sæst hann ikki aftur. Annar møguleiki er at lata gift í eini avroð ella annað tílíkt, og leggja tey í hagan, men hetta krevst serligt loyvi til frá djóra- læknanum - og tað kann eisini verða ødrum fugli at meini. Men okkurt má so gerast, skal heiðafuglurin bjargast, heldur Michael. Og er støðin líka ring aðrastaðni í Landinum sum Millum Fjarða, so var hetta kanska nakað at tikid upp eisini, nú so nógv verður tosað um fugl og fuglaveiðu í unginum S-S- Dorete Bloch Danielsen, Náttúrugripasavnið: Ikki hert ravnurin! - Másafuglur og villkattur eru helst stórsti vandin Dorete Bloch Danielsen er ikki samd í, at tað er ravn- urin, ið er størsta orsøkin Altjéda Barnalegur Adalfundur verður i Læraraskulahøllini 7. april kl. 14. Skrå sambært lógini. Nevndin til tann minkandi heiða- fuglin. - Tað hevur ikki bara verið ravnur, ið hevur livað av ruskplássunum, og nú má leita sær fødina aðrastaðni. Másafuglar og villkattar hava eisini liva á hesum plássum - og teir eru helst tann størsti vandin fyri heiðafuglin, sigur Dorete. - Vit eiga eisini at minnast til, at ravnurin er her alt árið, og kann liva av nærum allari fødi. Um veturin livir hann so ikki av eggum - og tí er lítið hugsandi, at hann einsa- mallur hevur ábyrgdina av hesum. Dorete heldur annars, at ruskplássini hava givið ravnunum so góðar mýgu- eikar fyri at nørast, at talið av ravni er vorði nógv hægri, enn tað eigur at vera. - Men sum frá líður man talið fara at minka, til tað hevur lagað seg náttúrligu umstødunum, sigur hon. Til ta tíð verður hann sjálvandi til ampa fyri heiðafuglin, men tað vænti eg fer at javna seg av sær sjálvum eftir heilt fáum árum. At fara at drepa ravn fyri at fáa talið niður, heldur Dorete ikki vera rætta mátan. S-S- | "á 1MB RAM, 3,5“ disk diskur, paper-white monitor, VGA-colour kort, 200 W power- supply, 102 DK key- board, DOS 4.01 Kr. 30. 8026 - LASERPRINTARI = Ææ 80286 12 Mhz TELDUR + 5,25" disk 31 MB hard- P/f KONTORGROSSISTEN Tlf. 19795 - 885, + CANON LBP-4 LASER Laserprintari v/ VDM-Virtual Device Metafile, Zoom functions, 30.000 endurrit årliga, 512 KB memory, 4 ym- iskar skriftir Fax. 19785