Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. mars 1990síða 8

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 3 Niels Winther Poulsen Niels Winther Poulsen ur Skopun andaðist nars og fór til gravar úr Havnar kirkju hósdagin “4. Mars Niels var føddur í Skopun 2. oktober 1902 og r hann 87 ár, nú hann legði frá sær. Foreldur hansara vóru Súsanna Katrina, f. Winther av Sandi og Jóhan Hendrik Poulsen, lær- ari úr Skopun. Niels tókst sum ungur við fyrifallandi arbeiði, var nekur ár til skips, men fór so til Danmarkar og í 1928 tók hann læraraprogv frá Jonstrup Seminarium. Sama ár tók hann við starvi sum lærari í Hvalba, seinni í Sumba og í 1940 tók hann við lærarastarvi í Skopun, har pápin hevði verið lærari síðan 1912 Niels giftist i 1933 Kristionnu, ættað av Tvør- oyri, synirnir eru Jóan Hendrik, Halgir og Mort- an. Niels var virkin maður og hevði alstóran samfe- lagsligan áhuga. Í heimbygd síni Skopun hevði hann mong ålitisstørv gjøgnum tey virknu árini, var kommunuskrivari, roknskaparferari, bygda- ráðslimur, tíðum formaður, deknur. Hann var valdur landsstýrismaður í 8 ár, tá P.M. Dam var legmaður 1958-63 og 63-67, tá Hákun Djurhuus var løgmadur, umboðandi Sjålv- stýrisflokkin. Vit komu at kennast hesi árini og vinskapurin gjørdist ikki minni, tå Kristianna og Niels búsett- ust í J. Pæturssonargetu tá hann hevði lagt frá sær lærarastarvið í Skopun. Niels var nærlagdur og sera virkin í politiska arbeiði sínum og ótroyttiligur á sínum arbeiðsekj- um. Hann hevði um hendi skúlamál, mentunar- mál, kommunal- og kirkjumál. Hesi árini vóru hendingarík í Feroyum. Vit fingu nýskipanir og lógir, sum hava havt stóran tydning fyri samfelagið. Alt skúlaverkið var meira og minni í eini umbroyting. Niels hevði góð pedagogisk evni og tað lá væl fyri hjá honum at leggja málini fyri, væl fyrireikaður, sum hann al- tíð var, og livandi var hann í sínum framburði. Tað var frægd at líða á talu hansara. Tá Kristianna doyði fyri nøkrum árum síðani, kendist hetta svart hjá Nielsi, tað kendist á hon- um, at hann var viknaður Vit lýsa frið yvir minnið um heiðursmannin Niels Winther Poulsen. J. Lindenskov . re H Niels Winther Poulsen il minnis til Nú slóknaði tann seinasti av teimum, sum mann- aðu framtaksríka landsstýrið tað seinasta av fimtiårunum og tey fyrstu trý sekstiårini. Við Niels Winther Poulsen er eitt ættarlið av politikarum farið í søguna, sum vit seta í sam- band við dygdir og hugtek sum spekt, sómi og virðing. Árini sum arbeiðsmaður, fiskimaður, lærari, sóknarstýrislimur og sóknarstýrisformaður góvu honum lívsroyndir. Ein góð barlast fyritreytin og kanska fyri einum dyggiligum og skyn- somum stjórnarstarvi, sum var neyðugt eftir rak- árini og stiggin meginpartin av fimtiårunum. Í Tinganesi umsat Niels Winti Poulsen skúla-, menta-, kirkju- og kommunumál Og nógv fingu teir av skafti teir bygdamaður hansara, Petur Mohr Dam Christian Djurhuus. Neyvan nakað annað lands stýrisskeið eru tikin so stór og grundleggjandi politisk tek sum tey árini Teir túsundtals landsmenn oxkara beiddu í ødrum londum og vóru við utlendskum fiskiskipum, fingu høvi at leita heima borð á nýggj feroysk fiskifør og inn á nýggj før oysk flakavirki. Til arbeiðis í vega- og tunnils gerð. At gera havnir og lendingar. At byggja Landssjúkrahúsið og Studentaskúlan Harafturat komu hetta landsstýriskeiðið grundleggjandi nýskipanir á almannaøkinum. Innan skúla og útbúgving. Tað gjørdist hvers mans føri at halda fram í skúla eftir at hava fingið prestsins hond á høvdid og at taka eina útbúgv- ing. Hetta eru varðar. Varðar, sum kravdu áræði, skynsemi og politiskt handalag at byggja. Polit- isk avrik, sum fluttu Feroyar fram í eitt nýtt tíðarskeið. Eyðkent av sterri lívsdygd og vælferð Politiska veðurlagið broyttist eftir valið í 1962, men Niels Winther Poulsen tók á seg eisini at um- boða Sjálvstýrisflokkin í sonevnda Sjálvstýris- landsstýrinum, og hann hevði um hendi somu málseki. Eftir átta ár í landsins stýri var Niels aftur eitt stutt skifti lærari í heimbygdini til hann legði frá sær fyri aldur síðst í sekstiárunum. Lærarastarvið rekti hann av fullum huga og stóran alsk hevur hann havt til børnini. Mangan skopuning hevur tú hoyrt róst læraranum. Ikki minst fyri frálæruna í móðurmálinum. Í eini 20 ár var hann fyrstilærari í Skopun. Frá í 1940. Tá legði faðirin, Johan Hendrik Poulsen, frá sær. Móðurin Súsanna Katrina — av Winther- ættini heima á Sandi — var eisini lærari. Frammanundan var hann lærari í 12 ár í Suður- oy. Fyrst í Hvalba og síðani í Sumba, har hann var sóknarstýrislimur og -formaður. Og úr Suður- oy var konan Kristianna — dóttur Sigrid og Mort- an í Heiðunum á Tveroyri. Niels var fróðarmaður. Vitugur var hann og stóra vitan hevði hann savnað sær. Uppvaksin í heimi, sum var nógv ávirkað av háskúlarersluni — faðirin var fleiri skeið á donskum háskúlum — og uppvaksin í bygd, har sjógvurin og treðin vóru álitið, vóru umsteður, sum góvu ein ferning, sum óivað var hollur í teimum mongu álitisstorvun- um, hann hevði, og í politiska arbeiðnum. Niels var hugnaligur. Søgufr6dur og væl lá fyri at siga frá. Góður í vertsskapi. Dámdi væl eitt kortspæl ella at tríva í ein veitslu- og fosturlands- sang. Av lyndi taldist hann ikki millum teir seigligu, var meira bráður, men vandin í allari medferð. Hann var saman við eðrum góðum monnum við at taka stórar og grundleggjandi avgerðir, sum løgdu lunnar undir tað vælferðarsamfelag, vit í dag liva og virka í, og tað eigur hann stóra takk fyri. Eins og mong takka honum fyri hugnaligar Ser Nr. 41 — 24 mars 1990 pe —2 VALUTAKURSIR Ultimo 23.3 síðsta mán. USA Dollari .. 651,70 650,20 Bretland Pund ... 1044,60 1096,60 V-Týskland Markur . 382,25 384,36 Svoríki Króna .. 105,84 106,33 Noreg Króna .. 98,80 99,78 Frakland Frankur . 113,37 113,56 Belgia Frankur . 18,445 18,450 Sveits Frankur . 431,50 436,92 Holland Gyllin... 939,68 341,12 Italia Liri ..... 0,5191 0,5200 Finnland Markur . 161,80 Íslana Króna 10,65 10,80 Eysturr Skillingur 54,330 54,570 | Spania Pesetas . 5,975 5,980 Portugal Escudos 4,3200 4,3730 | Kana Dollari . 554 40 546,20 | Jar Yen .... 4,2055 4,3756 Irland Pund .… 1020,30 1022,40 i Grikkaf Drakmur 9900 4,0700 i | Kelda: Føroya Sparikassi Hava tygum trupulleikar vid bøkhaldinum ? — so hava vit loysnina! Vit kunnu avgreiða bókhald tygara fyri ein sámuligan prís. Ringið og fáið eitt prát við okkum. Vit eru eisini til reiðar aftan á vanliga arbeiðstíð Um so er, at svararin er settur til, so vinarliga sigið okkum tlf. tygara, og vit ringja tygum upp so skjótt tilber. BEHGRA BOKHALDS OG ROKNSKAPARVIRKI A feiqi:8 FR 100 Torshavn Telefax 19830 t 19470 Fundur fyri starvsfólki hjá kommununum Starvsmannafelagið skipar fyri kunn- andi fundi um lønar- og arbeiðsviður- skifti hjá kommunalt settum starvsfólk- um á Hotel Hafnia, Parnassinum, sunnudagin 1. apríl kl. 15.00. A fundinum verður eisini tosað um støðuna, nú Føroya Kommunufelag hevur sett nevnd at gera reglur fyri løn- ar- og starvsviðurskifti hjá ollum komm- unalt settum starvsfólkum í landinum. Starvsmannafelagið Tif. 148 68 - Tórshavn