Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 1990síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FE Nr. 43 — 28. mars 1990 Klaksvíkar Kommuna og Kommunala Starvs- mannafelagið gjørt nýggjan sáttmála: Vit eru nøgd - men ikki væl, sigur formaðurin, Kári Kjelnæs. Óli Heinesen, býráðsformaður sigur seg vera væl nøgdan við nýggja såttmålan. Sáttmálin millum Kommu- nala Starvsmannafelagið og Klaksvíkar Kommuna gekk út 1. januar og síðani hava fleiri samráðingar- fundir verið partanna millum, uttan at teir nærkaðust hvgrjum gð- rum. Men mánadagin kom semingsmaðurin, Eyðun á Rógvi Olsen uppí, og sama kvøld varð semja um nýggjan sáttmála. Sjálvar lønirnar hjá kommunalu starvsfólkun- um eru sambært Starvs- mannasáttmálan, men har- aftrat hevur Kommunala Starvsmannafelagið ein undirsáttmála við Klaks- víkar Kommunu. Hesin sáttmáli snýr seg millum annað um í hvgrjum lønarflokki 'kommunalu starvsfólkini skulu vera. Kommunala Starvs- mannafelagið kravdi, at flestu starvsfólkini vóru flutt upp í hægri lønar- flokkar. Hetta hevði kosta kommununi um hálva miljón um árið. Men nú sáttmálin varð undir- Kári Kjelnæs er toluliga væl nøgdur við sáttmálan skrivaður, er hendan hálva miljón minkað niður í 36.000 krónur, umframt eyka útreiðslur til eftirløn. i Sida 3 LÆGSTLØNTU NØGDUR: - MEN... FINGU MEST Kári Kjelnæs, formaður Tað eru serliga tey í Kommunala Starvs lægstløntu, sum fáa mest efur nýggja sáttmálknum. Til dømis fær ein skriv- stovukvinna millum 7 og 800 krónur meira um mánaðan, og hjálparfólk hjá tannlæknunum einar 500 krónur meir um mánaðan. Haraftrat koma nú øll starvsfólk hjá kommununi upp í eftir- lønarskipanina frá fyrsta starvsdegi av. Tey skulu sjálvi gjalda 5% og kommunan rindar 10%. Hendan broyting merkir eina meirútreiðslu fyri kommununa uppá umleið 40.000 krónur um árið. Óli Heinesen, býráðs- formaður sigur seg vera væl nøgdan við nýggja sáttmálan. Millum annað kostaði hann ikki komm- ununi nógv, og harnæst tí tey lægstløntu fingu eina ávísa lønarhæking. mannafelagnum sigur seg vera nøgdan við sátt målan,- men ikki væl,- leggur hann aftrat. Men meir var ikki at fáa. Hann sigur, at av teimum hálvt- hundrað limunum í felagnum møttu 40 á fundinum månakvøldid og góðtóku nýggja såttmålan Kári Kjelnæs fegnast um, at eftirlønarskipanin nú fer at virka fyri øll frá fyrsta starvsdegi. tor.- Leggja nú alla orku í Fakfeløgini hava sett neynd , sum krevur fund við landsstýrið - Stødan er so álvarslig, at nú må vend koma í. Feløgini eru til reiðar at leggja alla orku í stríðið fyri at varðveita rættindini hjá limunum. Soleiðis verður sagt í brævinum, ein felags nevnd hjá fakfeløgunum hava sent landsstýrinum. 20 fakfeløg hittust á fundi mánakvgldið at viðgera stóðuna hjá lønmåttak- arunum. Felggini samdust har um at seta nevnd, sum beinanvegin skal krevja fund við landsstýrið. Í nevndina vórðu vald Svan- hild Danielsen, John Mort- ensen, John Eysturoy, Kathrina Joensen og Inge- borg Vinther. Henda nevnd skal í fyrsta umfari bein- anvegin krevja samráðingar við arbeiðsgevara7 almenn- ar sum privatar og/clla taka tey neyðugu stigini fyri at fáa hesi krgv eftirlíkað. Felggini hava tosað um øll tiltøkini hjá lands- styrinum, tiltók, ið tey rokna fyri ágang: tollhækkingar, bundin uppsparing, avtøka av bamastyrkinum, avtøku av dyrtidareguleringini, fiskivinnuuppritid. Alt hetta hevur vid vaksandi arbeidsloysi ført løntakaran út i pengaligt ólíki og Otryggleika, sigur nevndin í brævinum til landsstýrið. Nevndin krevur fund við landsstýrð longu fríggja- dagin klokkan 16 og fer tá at seta fram hesi krøv: kom- pensatión fyri príshækking, td. samráðingar í såttmåla- skeiðinum, arbeiðsloysis- trygdarskipan, arbeiðs- skapandi tiltøk, útbúgving- artiltøk fyri at økja um kappingarførid, brúkara- pristal, avtøku/lækkan av bundu uppsparingini, aðrar tollhækkani, og at arbeiðs- rættur ikki verður settur á stovn. randi Hugnakvøld vid sangi, tón- leiki og dansi Friggjakvøldid klokkan 8 skipar Sudurstreymoyar Javnadarfelag fyri hugna- kvøldi i felagshølunum - Argjavegur 26. Borðreitt verður vid breyði og heitum mati og aftan á verður harmoniku- dansur. Kostnaður er 80 krónur, og eru limirnir í Suðurstreymoyar Javnað- arfelag vælkomnir at bjóða vinfólki við. Eisini eru fólk úr Ødrum javnaðar- feløgum vælkomin. Hetta er aðru ferð, at javnaðarfelagið í Suður- streymoy skipar fyri ein um tilikum tiltaki í nýggju felagshølunum á Argjum. Seinast var stutt fyri jól, tá hendan myndin er tikin. Tommy við harmonikuni og Zakaris við guitarinum verða eisini við hesaferð. So litið Skil er á i i i Føroya Arbeiðarafelag heldur tað vera nógv fyri, at øll arbeidarafeløgini á landi í felag fáa ein lim I fiskivinnuráðið - og bara ein dag til at finna umboðið - Vit ætla okkum ikki at leypa á leistum fyri lands- stýrinum. Tað er fyrsta viðmerk- ingin hjá Ingeborg Vinther, forkvinnn i Føroya Arbeið- arafelag til, fiskivinnuråd- ið, ið nú skal setast. Arbeidarafeløgini fingu mánadagin bræv um, at tey í felag fáa eitt umboð í fiskivinnuráðið. Og hetta umboð skuldi longu í gjár. - So lítið skil er á í landsstýrinum, at tey senda slik boð út, sum tey ikki hava firgid í lag at sent út fyrr. Vit skulu hava minst 14 dagar til at velja umboð, sigur Ingeborg Vinther. verða valt Og lítið skil heldur hon tað eisini vera í, at arbeið- arafeløgini bert fáa eitt umboð í ráðið. Føroya Ar- beiðarafelag umboðar ar- beiðfólkið á øllum flaka- virkjum í landinum uttan teimum í Klaksvík og í Havn. Hon heldur tað ver av allari leið, at arbeiðarafel- øgini bert fá eitt umboð. - Mótpartur okkara hevur níggju felag, sum fáa hvor sítt umboð í ráðið, sigur Ingeborg Vinther. Felggini, sum fáa umboð í ráðið, eru Fiskasølufeløgini eitt umboð, Føroya Ráfiska- keyparafelag, Føroya Reið- arafelag, Føroya Fiski- mannafelag Meginfelag Útróðrarmanna, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Føroya Maskinmeistara- og Motorpassarafelag , feløg- ini fyri arbeiðsfólk á fiskjavirkjum, Felagið Laksaskip, Felagið Trol- skip, Felagið Rækjuskip, Felagið Línuskip, Felagið Nótaskip, Felagið hjá trolbátum á landleiðini og Felagið Ídnaðarskip randi