Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 1990síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

í voroyrar Flakavirki verðu! Um I åd Sin egna fiskasøla Partafelagid, sum helst fer at yvirtaka raksturin avTvøroyrar Flakavirki sunnudagin, fer sjålvt at standa fyri øllum utflutningi og søluarbeidi. Verandi Leiðsla á virkinum skal skiftast út, og góðskan á framleiðsluni skal verða hægri. Felagið fer møguliga at gera leigusáttmála við onnur virki eisint Formaðurin í parta- felagnum P/F Eurofisk, sum frå komandi sunnu- degi og minst eitt år fram skal standa fyri leidslu og rakstri av Tveroyrar Flakavirki, eitur Denis Bracqbien. Hann er trans maður, og hevur drúgvar innan fiska- søluarbeidi í Fraklandi Men tveir aðrir eigarar eru í partafelagnum. Annar er Hans Jørgen Remmer i Hovi, hin er Irene Remmer, kona hansara. Tey eru bæði donsk, men hava leingi búð í Føroyum royndir Drugvar royndir Hans Jørgen hevur leingi verið við til at útflyta og selja fisk. Felag hansara P/F Skipatænastur hevur millum mangt annað eisini útflutt laks, og Hans Jørgen hevur leingi verið frammalaga í kjakinum um útflutnings- og sølu- politikk okkara. So seint sum í seinastu útgávu av "Alaranum' hevur hann eina grein, hann rópar "Marknaðar- føring - hvat megna vit. Tad er ongin ivi um at ter tankar, hann kemur vid i hesi grein, eru åstødid undir tiltaki hansara: At leiga Fveroyrar Flakavirki. greinini sigur hann m.a. at vit eiga at upp- byggja okkara egna marknað, og ikki bert heingja okkum uppí eitt nú norskar útflytarar. Hann heldur ikki, at vit eru ov få og smá ul ein tilikan politikk men at vit "bert mugu velja eina strategi, sum hóskar til stødd okkara. Nevniliga at miða avgjørt móti góðsku og lata keyparan arbeiða fyri okkum”. Og hann sigur vidari at keyparin ikki fær ta vøru hann ynskir, "fyrr enn medvit er um góðsku i øllum framleidslulidum (...). Henda "totalgóðska" er og má vera okkara ' mið". nýggja Størri medvit Tað er tað neyðuga í hesi 'totalgóðsku" hann ætlar at skapa stórri medvit um á Tvøroyrar Flakavirki, og teimum skipum, sum av- reiða til virkið. Og tað gerst best við at lata virkið sjálvt standa fyri útflutningi og sølu! sigur Hans Jørgen vid Sostalin. Tit fara við øðrum orðum ikki at selja gjógnum Fiskasøluna? Nei, hugskotið við hesum er júst at vit við sjålvir at standa fyri ti beinleiðis søluarbeidinum læra at síggja, hvor tørvurin er. Harvið veksur bæði áhugin og fyri- treytirnar fyri at framleiða eina dygdarvøru. Vit síggja jú sjálvir úrslitið. Hans Jørgen leggur kortini dent å, at tiltakid ikki er beinleiðis vent móti fiskasøluni. - Vit verða sjálvandi eitt alternativ til fiskasøluna, men kortini er talan um tvey heilt ymisk siðg av fyritøkum: Fiskasølan bert selur fyri onnur - P/F Eurofisk hevur fiskin um hendi frå tí hann kemur úr sjónum, til keyparin hevur hann. Samband við onnur virki Spurdur um partafelagið eisini hevur latið øðrum virkjum tuilbod um leigu- såttmåla, sigur Hans Jør- gen, at teir hava verið í samband við fleiri virki, men at teir helst ikki fara víðari enn. - Lat okkum fyrst síggja hvussu hetta fer at bera til. Gongur tað væl, er hugsandi at onnur virki koma uppí eisini, sigur hann. Kjartan Hoydal segði fríggjadagin við Fríu Før- oyar, at Fisk í Hvalba er eitt av teimum virkjum, Eurofisk hevur verið í samband við. Eingin "ríkur japanari" Hans Jørgen avvisur øllum gitingum um, at tad er ein stór fyritøka, sum i veruleikanum stendur aftanfyri P/P Eurofisk. - Í partafelagnum eru bert eg, kona mín og Denis Bracqbien úr Frak- landi. At nøkur stór fleirtjóða fyritøka ella Hans Jørgen Remmer: Undir leiðslu av P/F Eurofisk skal framleiðslan á Tvøroyrar Flakavirki umskipast, soleiðis at vit fáa bestu góðsku nakar ríkur japanari standa aftanfyri, er ikki rætt. - Men keyparar okkara eru harafturímóti stórir. Denis hevur samband við nakrar av teimum fyri- tókum, sum best kenna tann stóra og góða fiska- marknaðin í Fraklandi. Og júst hetta at hava bein- leiðis samband við keyp- aran gevur okum fyri- munir, sum Fiskasølan ikki hevur. Leiðslan skiftast út Tað verður ikki verandi leiðsla, sum komandi árið skal skipa fyri á Tvøroyrar Flakavirki. - "Nye koste fejer bedst", sum vit siga å donskum, og soleidis er eisini vid leidsluni å einum virki, sigur Hans Jørgen. Neydugt er vid nýggjum fólki! Hvør verður stjóri á virkinum, vil Hans Jørgen ikki siga - men kortini so mikið, at tað helst verður ein tvgramaður. - Vit fara í so stóran mun sum møguligt at royna at hava fólk hiðani av plássinum, sigur hann. Nakrir útlendskir ráðgev- arar verða fyrstu tíðina, men Tvøroyarar Flaka- virki skal, eisini undir leiðslu av Eurofisk, fyrst og fremst verða mannað av tvgrafólki! Rætt av leiðsluni Leigumálið gevur sum kunnugt Tvgroyrar Flaka- virki eina krónu fyri hvørt kilo, ið kemur upp á land. Tvs. í mesta lagi sjey mió. kr. Tað er ongin vi um P/F Eurofisk heldur hetta vera eitt gott leigumál. Men heldur Hans Jørgen Rem- mer, hondina á hjartað, eisini at sitandi nevnd fyri Tvøroyrar Flakavirki hevur fingið nóg væl burturúr? - Ja! Tað er ongin ivi um at teir vita hvat teir gera, sigur hann. Teir høvdu kanska klárað at vent óhepnu gongdini seinastu árini sjálvir, men eg vænti tað verður lættari við okkara hjálp, endar Hans Jórgen Remmer. S-S- Føstugudstænastur í kveld Havnar kirkja: Gerhard Hansen kl. 20.00. Argir: Jógvan Johansen kl. 20.00 Kollafjórður: Hans J. Joensen kl. 29.00. Vestmanna: Marjun Bæk kl. 20.00. Hósvík: Kjartan Mørkøre kl. 19.30. Hvalvik: Kjartan Mørkøre kl. 20.30. Haldórsvík: Martin R. Jacobsen kl. 21.00. Tjørnuvik: Martin R. Jacobsen kl. 20.00. Fuglafjørdur: John Petersen kl. 20.00. Vidareidi: Niels P. Danielsen kl. 20.00. Sørvågur: Emil Olsen kl. 20.00. Skuvoy: Jåkup R. Hansen kl. 19.00. Sandvik: Jónsvein Bech kl. 20.30. Øravik: Jónsvein Bech kl. 19.00. Porkeri: Heri Joensen kl. 19.00. Hov: Heri Joensen kl. 20.00 (missiónsvikan byrjar). Vågur: Bjarni Bæk kl. 20.00.