Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 1990síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ynskidreymur: Hell og vøll - Vit hava eitt hampuligt hús, men vit hava avmarkaða atgongd til vøllin. Haraftrat eru venj- ingartíðirnar hjá okkum sera vánaligar, - eitt nú klokkan 21. Vit hava heldur ikki atgongd til nakra hell, sigur Ålvur Danielsen, sum er formaður í felagnum Fram. Hesi bæði fyribrigdi forða fyri at vit kunnu hava yngri lið, - Vit hava ein dreym: og tað er at fáa loyst hesi bæði málini, og vit arbeiða við teimum í løtuni, tí sum er kunnu vit ikki hava yngri lið uttan at sleppa teimum upp á fjall - te. til hini feløgini - um veturin, sigur Alvur Danielsen. Álvur Danielsen sigur, at varð graslíki lagt á nidara vøllin, so var annar parturin loystur, og hitt kundi ein lítil hóll býtt um. Fram-formaðurin sigur, at endarnir røkka saman fíggjarliga, og at felagið hevur onga skuld. Álvur Danielsen sigur, at tað merkist væl, at tað ikki er so rúmshátt figgjarliga, tí tað gongst striltið at finna teir síðstu sponsorarnar. Viðvíkjandi tí ítróttarliga, so heldur Fram-for- maðurin, at ein ikki eigur at krevja ov nóg fyrsta - Verða vit verandi í deildini, ljóðar svarið, sum hann hevur felags við tey flestu í felagnum. Hinir í Fram-nevndini eru: Martin Pauli Jacobsen, næstf. og skrivari, Ólavur Weihe, kassameistari, Bogi Haraldsen og Heðin Mortensen. Fram 1990 Leikarar Komnir Fríði Jensen Anders Bech Marner Tausen Volmar Hejgaard Lið 1. deild menn 2. deild menn 3. deild menn 4. deild menn 5. deild menn Unglingar Dreingir Smådreingir Piltar Småpiltar 1. deild kvinnur 2. deild kvinnur Gentur Smågentur Gentur 10—12 Pinkur Farnir Jogvan av Kåk (skaddur/hildin uppat) Olaf Sloan (hildin uppat) Bjartur Brekkstein (hildin uppat) Gunnar i Lida (hildin uppat) Valdemar Grettirson (fluttur/Streymur) i Í Í Í | Leivur Hansen, Fram-stovnar: Tað byrjaði sum motiónsfótbóltur Fram kundi eins væl itið Víkingur. Víkingur og Fram vóru bæði í uppskot á stovnandi fundi 12. januar 1975. Uppskotið um Fram- navnið átti Leivur Hansen, sum nú arbeiðir á SvF, og fundurin helt, at tað sat betri. Hjørleif fyrsti formaður Trattan mans vóru á fundinum, sum varð hildin hjá Hjørleifi Næs, sum eisini varð fyrsti formaður felagsins. Leivur Hansen, sum var stigtakarin til at stovna felagid, helt tå, at tað hóskaði seg ikki, at hann var formaður, m.a. tí hann tá fekst við skriva ítrótt á 14. September. Eingir låniskøltar Fram, - er tað eitt felag av firtnum HB'arum og B 36'arum? Tað hevur Leiv- ur Hansen eisini hoyrt, men bedýrar, at tað hevur einki uppá seg. - Eg spældi við HB barna- og ungdóms-árini, men eg hvørki var ella eri nakar firtin HB'ari, sigur Leivur. Seinasta árið Leivur spældi fótbólt við HB vóru tveir dysur á unglingaliðnum í 1968, og síðani fór hann at rógva í trý ár. Motiónsfótbóltur - Aftaná hetta - í 1974 - vóru vit nakrir, sum spældu motiónsfótbólt uppi á gamla hondbólts- vellinum, greiðir Leivur frå, og undirtøkan var so mikið góð, at tankin um eitt felag stakk seg upp, og hetta var upprunin til felagið, sum er stovnað 12. januar 1975. Leivur Hansen sigur, at tað er rætt, at fleiri komu úr HB, men hetta vóru menn, teir kendu, og fleiri av teimum sungu uppá seinasta vers sum leikarar, men at teir skiftu felag, ti teir vóru firtnir, kennir hann einki til. Góð byrjan Fram spældi í meðal- deildini í 1975. 1976 var fyrsta árið, har skift varð sundur millum 1. og 2. deild við upp- og niður- flyting, og Fram kom í 2. deild, ti tvey felag meld- aðu ov seint til. Fram vann deildina, og flutti upp í 1., men hevði ikki eins góða eydnu har, sum í 2. deild: fýra stig, - tað var alt Tveir javnleikir ímóti havnafeløgunum og ein sigur á B 36, so mátti felagið niður aftur. Gongd á aftur Í 1984 fór felagið niður í 3. deild, men í fjør eydn- aðist atð aftur at gerast meira sjónligt í føroyskum fótbólti. Og Leivur Han- sen hevur góðar vónir um alvan. Tað hevur havt ein ávísa tilgongd av fólki við ambitiónum, og sum ikki sær sær møguleika fáa pláss á bestu liðunum hjá grannafeløgunum Lid vid møguleikum - Við ti fólkinum sum er komið aftrat, er liðið styrkt, og verður tað verandi í deildini, so er í lagi, sigur Leivur Hansen. Eg rokni eisini við, at Fram verður við í upp- flytarakappingini og vera out sidarar, skuldi tað gloppið hjágðrum av favorittunum NSÍ og ÍF. Størsti vansin hjá fel- agnum í dag er, at venj- ingarumstødurnar eru so vánaligar, og at felagið onga ungdómdeild hevur. her skal bøtast um, skal felagið upp í 1. deild. Myndin høgrumegin: Ól- avur Clementsen var mill- um motionistarnar, sum vóru fyrsta grundarlagið undir nýggja felagnum Fram Myndin niðanfyri: Leivur Hansen við ovara vøll í Gundadali. Tók í 1974 stig til at stovna Fram og leikti sjálvur fyrstu árini. Nú er hann passivur limur, sum roynir at síggja allar dystirnar hjá Fram Virkisfús nevnd Men nú hava vit su ina nevnd vid ungun virkisfýsnum fólki rokni við, at teir fara at fáa felagið væl á leið, sigur Leivur. Verða úrslitini í ár góð, so fer tað eisini at hjálpa væl ul í hesum arbeiði, sigur Leivur Han sen, sum í dag er passivur limur, og sær hvønn dyst hjá felagnum, sum honum ber til. ' FERDSLUTRYGD | - 7" 1 er at koyra á góðum dekkum Antin — ella— ikki bæði