hósdagur 29. mars 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Utgevari P'í Sosialurin | Bústaður: Argjavegur 26 Postadressa: Postsmoga 76
Uppseting. Pit Sosialurin Argir 110 Tórshavn
Abyrgdarblaðstjóri Jan Múller | Blaðfólk Høgni Djurhuus
Pit Pressan 1981 | Telefon: 11820 Teletax 14720
Fyritaksstjór:: Kristjan Dahi | Randi Jacobsen
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov Tórfinn Smith Prent
|
|
|
FALUGÁVURNAR hevur hann
góðar og hartil gott høvd. Við hesum
kemur tú langt í politikki, men bara
ikki nóg langt. Í hvert fall ikki so
langt, sum meinigir sambandsmenn
kundu ynskt sær øll tey mongu ár tað
hevur eydnast formanni teirra at halda
sambandsflokkin uttanfyri alla pol-
itiska åvirkan. Og orsøkina til tað
kenna vit øll: madurin er ikki til at
samarbeiða vid. Progvid um hetta
fingu vit í alkmennu fjølmiðlunum í
vikuni.
NU eru so føroyingar aftur áskoðarar
ul ein olituiskan sjónleik, har eingin
minni enn formaður
sambandsfloksins hevur
hóvuðsleiklutin - leiklutin sum ein
forherðaður og fornermaður smá
Ionigur
ØLL munnu vit hava hoyrt útvarpið
og sæð sjónvarpið tyskvøldid, har
samgongumenn brustu saman Ós
kallaðu hvønn annan ymiskt
tlavorðið. Formaður sambandstloks
ins kundi ikki lata vera við at vinna
løgmanni netsir við at seta onkran
nýggjan kíla inn i samgonguhjólint
Og einaferð skyld beit løgmaður frá
sær, sum ein maður. Segði tað vera
rættiliga strævið og krevjandi at
samarbeiða við formann sambands
floksins, og at cin megnaði tað bert so
leingi ein heyði orku ul tess.
TAÐ tykist nú aftur sum um ósemja
or í samgonguni. Hesaferd og sum
ikki einaferð tykist upphavsmadurin
at vera formaður sambandsfloksins,
sum sigur, at flokkur hansara kann
ikki góðtaka framferðina hjá ávísum
landsstyrismonnum. M.a. er hann
vorðin fornermadur um, at løgmaður
hevur dittað sær at fara il Danmarkar
at tosa við ráðharra har um blokk -
stuðulsskipanina - tað uttan at siga
Paula frá.
MEN ikki nóg mikið við ti. Sam-
bandsflokkurin vil á ongan hátt góð-
taka ætlanina hjá Jóngerð Purkhús at
leggja fram uppskot fyri tingid um
broytingar í rúsdrekkalógini. Ger hon
tað, so merkir hetta samgonguslit sig-
ur sambandshøvdingin bart út.
Tjóðveldiskvinnan boðaði annars
herfyri í sjónvarpinum frá, at hon fór
at leggja uppskot fyri ungid um at
broyta rúsdrekkalógina, og tað áðrenn
summarfritidina.
VIT kunnu nå spyrja, hvat hetta krav
sambandsfloksins vil siga! Merkir
hetta ikki eitt slag av veto! Er hetta
ikki tað sama sum at leggja bond á
teir einstøku landsstýrismenninar! Jú
víst ger tað tað. Men hetta er so einki
nýtt fyri Paula Ellefsen. Vit hóma her
aftur ta sera ódámligu grein 13, sum
hann var upphavsmaðurin til í eini av
undanfarnu samgongunum og sum
skerdi og avmarkaði alla okkara
demokratisku og parlamentarisku
skipan.
Forherðaður og fornermaður
TÁ henda samgongan sá dagsins ljós,
so var tað eitt krav frá samgongu-
monnum, at grein 13 skuldi ikki
sleppa at forkoma arbeiðinum í
Tinganesi ella á løgtingi. Sambart
hesi grein so kundi ein flokkur leggja
veto móti øllum uppskotum, sum
adrir flokkar komu vid. Var ikki full
semja í samgonguni um eitt mál, so
legði grein 13 sína køvandi hond yvir
tað. Tá henda samgongan varð skipað
blivu flokkarnir samdir um, at bara
har talan var um gktar útleiðslur fyri
samfelagið kundi ein annar flokkur
leggja veto móti einum uppskou.
NU hevur sambandið so kortini lagt
fram veto móti rúsdrekkamálinum,
hóast talan ikki er um útreiðslu-
krevjandi broytingar. Tvgrturímót er
(var) eitt av endamálunum við
uppskotinum hjå Jóngerð Purkhus, at
postverkið skal umsita eina
einkarsølu og skal hon harvið fáa
postverkið burtur úr ti naggatódn tað
er komid í í spurninginum um
sparing
SO tað vit eru åskodarar ul er einki
minni enn tann góða og gamla
sambandska grein 13. Hana hevur
Pauli Ellefsen nú gingið við í
reyvalummanum i nøkur ár - bara
bíðandi eftir einum góðum høvi at
taka hana framaftur. Og høvid heli
hann seg hava, nú landsstýrismaður í
einum ødrum samgonguflokki vildi
fremja broytingar i rúsdrekkalógini,
sum hon íkki metti vera nakað
floksmål, og sum heldur ikki hevur
verið tað áður.
MEN her sá formaður sambands-
floksins sær so tjansins fyri at spæla
sín grein 13 trumf út - tó væl vitandi
um, at tjóðveldið fór als ikki at seta
nakra samgongu uppá spæl fyri
nakrar broytingar í rúsdrekkalógini.
OG hvat endaði so henda marsgøla
við! Jú tá freistin var úti í gjár at
leggja nýggj uppskot fyri tingid, var
eingin Jóngerð Purkhús á
rødarapallinum - og einki uppskot um
broytingar í rúsdrekkalógini - hóast
tað var seinasta freist at leggja
uppskot fram í hesi tingsetuni. Tað er
annars bara ein góð vika síðani, at
sama landsstýriskona varð í sjón-
varpinum og fortaldi øllum Føroya
fólki, at nå fór hon at leggja uppskot
fyri tingið um m.a. at loyva
gistingarhåsum at skeinkja vin. Og
henda skipan skuldi koma i gildi,
ådrenn summargestirnir koma til
landid. Ja gomorin. Nyggj tingseta
byrjar ikki aftur fyrr enn á ólavsgku,
so tað verður eingin útskeinking til ta
tid og tá eru so summargesurnir við at
fara avstaðaftur.
ER tað veruliga so, at vit enn einaferð
eru åskodarar til, at tjóðveldis-
flokkurin aftur má bíta í grasið, aftur
má bakka og geva seg fyri trysti frá tí
almáttuga sambandshøvdinganum!
Fornermaður - tí tjóðveldið ikki stóð
fast við ætlanina at leggja uppskot
fram um broytingar í rúsdrekkalógini.
Heldur ikki hesaferð slapp hann úr
samgonguni. Man man hann pønsa
uppá til næstu ferð?
Tað sær so ikki mætari út, og vit
mugu enn einaferð ásanna, at tað er
eingin annar enn Pauli Ellefsen, sum
einsamallur stýrir hesum landi. Tað
nýtast ikki fleiri oddagreinir í
Sosialinum til at sannføra fólk um
tað, ti nú hava øll somul verið
åskodarar til ein tann mest "ítókiliga"
sjónleik í hesi samgongutíð, har tað
eydnaðist Don Paula at syfta
tjóðveldiskvinnuna út í myrkrið.
Hvussu langt tað fáa vit møguliga at
síggja á Olavsøku. Tí tá hevur hon so
aftur møguleika at gera álvara av
ynski sínum at broyta
rúsdrekkalógina.
LEIKLUTURIN hjá Paula Ellefsen í
hesi samgongu er rættiliga áhuga-
verdur. Fyri tann, sum hevur fylgt við
í politikki hesi seinastu árini er tað tó
rættiliga torført at fáa eygað eina eina
miðvísa linju við politikki hansara. Tí
um somu tíð sum hann hevur leikað í
um, at eingin kann vera í samgongu
við Ola Breckmann sum 17. manni, tí
hann er ikki til at líta á og samarbeiða
við, so hevur hesin sami Pauli
Ellefsen prógvað, at hann sum 21.
maður heldur ikki er til at samstarva
við. Ikki bert er hann 21. maður, men
hann hevur so sanniliga alla sam-
bandsmanningina í síni hulu hond.
Hon ger og sigur einki, sum Pauli
Ellefsen ikki vil hava hana til. Tað
má sanniliga sigast at vera legið, at
formaður sambandsfloksins hevur
tikið sær júst sama leiklut í hesi
samgonguni, sum Oli Breckmann
hevði í hini nógv umrøddu borgarligu
samgonguni - ein leiklut, sum Pauli
Ellfesen tá skýrdi sum bæði oyði-
leggjandi og forkomandi fyri at
samstarv flokkanna millum.
NÚ um dagarnar hevði sam-
bandsflokkurin landsfund. Á hesum
fundi tváðaði hann hendur sínar við at
geva hinum samgonguflokkunum
skyldina fyri, at einki er hent í
Tinganesi. Hinir landsstýrismenninir
og løgmaður hava ikki lyft hond frå
síðu at bóta um kreppuna upplýsti
formaður landsfudnsarfólkinum. Tað
høvdu bara landsstyrismenn sam-
bandsfloksins. Sjålvsagt, tí teir eru jú
stýrdir av formanninum.
TAÐ sømir seg ikki sambands-
formanninum at fara so illa við sínum
samgongumonnum, at hann skal
speireka og spotta teir á eini sam-
bandsveitslu. Slik provokation minni
rikki sørt um ein, sum bara bidar efur
at sleppa av við sínar samstarvs-
felagar. Og hvat sigur so tann meinigi
sambandsveljarin til, at formaður
hansara ferð efuir ferð spælir hazard
við møguleikunum hjá sambands-
flokkinum at vera við í eini sam-
gongu. Tað gjørdi stavnamaðurin á
sinni og hann útilokaði fólka-
flokkinum frá landsins stýri. Og tað
er júst tað, sum Pauli Ellefsen er við
at gera nú, og hetta kann koma til at
útiloka flokkin frá landsins stýri ikki
bert í eitt skeið men í langa tíð
framyvir. Tí hvør politikari við
virðing fyri sær sjálvum fer gleðiliga
at biðja sambandið koma í samgongu
aftur, nú hann hevur spælt einum,
tveimum og fleiri flokkum eitt puss
fyri og annað eftir!
VIT ivast onga løtu í, at veruliga
ætlanin hjá Paula Ellefsen er at fáa
sambandsflokkin burtur úr sam-
gonguni. Hetta hevur hann roynt fleiri
ferðir, men tað hevur so miseydnast
honum, tí tjóðveldismenn hava ikki,
soleiðis sum hann vónaði, staðið uppá
sítt, men hava stungið halan millum
beinini og givið seg fyri trýstinum frá
sambandinum. So var eisini hesaferð
við rúsdekkamálinum.
PAULI ELLEFSEN sleppur tí heldur
ikki á hesum sinni burtur úr sam-
gonguni, so gjarna hann enn vil tað,
men Jóngerð Purkhús sleppur tó at
sita í landsstýrissessi sínum í enn eina
tíð. So skulu vit tosa um vinnarar og
taparar, so má sigast, at lands-
stýriskvinna tjóðveldisfloksins bjarg-
aði sínum egna skinni. Hon kann
halda fram sum landsstýrismaður.
Hvat Pauli Ellefsen nú man pønsa
uppá er ilt at vita. Men tað vita vit, at
hann hevur ikki frið á sær leingi
aftrat. So næstu ferð leiktjaldið fer frá
fara vit helst at síggja hann enn meira
forherðaðan og fornermaðan enn fyrr.
Tí nú tímir hann rætt og slætt ikki
longur at lata seg lumpa av tjóð-
veldinum.
jamii