Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-03-31, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. mars 1990síða 1

allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

frælsi javnaður breðralag Nr. 46 x leygardagur 31. mars 1990 63. árg. * Kr. 6,00 Hóttu við at seta hussarnar Bussfórararnir, sum koyra á Bussleiðini fyri Sámal Bláhamar. eru énøgdir vid at skulu skriva koyriseðlar. Síða 3 Heilsuverkið % | fer i spønir på sigur Sølvi Winther Olsen, kommunulækni i Havn, sum viðmerking til, at so nógv skal sparast i sjúkrahúsverkinum. Ongin heldur seg til at siga nágreiniliga, hvussu álvars- ligar avleiðingarnar verða av, at Landssjúkrahúsið í summar letur heilar deildir aftur, ongan avloysara fær fyri serlæknarnar, skerjir koyringina við sjukrabilum 0.s.v. Øll bara øtast. - Eg veit ikki, hvussu tað verður, men eg veit, hvat vit kunnu vænta. Og tað er, at fleiri sjúk fólk verða heima, at fólk verða útskrivað fyrr enn higartil, t.v.s., áðrenn tey eru frísk, og at sjúk fólk bara fáa ambulanta viðgerð. Tað sigur Brynhild Dan- ielsen, leiðari á Heilsu- og Heimasjúkrasystraskipan- ini. Hesin stovnur er eisini skerdur á fíggjarlógini, sjålvt um øll eru greið yvir, at trýtsið gkist á primeru heilsurøktina, tá sjúkra- húsini skulu spara. EIN VANLUKKA - Eg dugi illa at hugsa mær til, hvussu tað fer at síggja út, sigur Sølvi Winther Olsen, kommunulækni i Havn. - Hetta er sum at fara aftur í 50-árini og er einki minni enn ein vanlukka, sigur hann. -; - Millum annað tað, at vit í summar ongan patolog fara at hava, ongan cygnalækna, Framhald á síðu 4 Landsverkfrødingsstovnurin rekur: Undirgravandi 0g ologligt virksemi Síða 6 - Hava vit annað felags? verður spurt á norðurlendskari stevnu og c "Bókin sum mentanarberi” í Klaksvík í juni.