leygardagur 31. mars 1990síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
=
Nr. 46 — 31. mars 1990
"Min bror, Sundstein"
Sigvard Wallenberg, fyrrverandi undirhaldari úr Svøriki,
hevur verið í Føroyum og greitt frá nýggju, stóru verk-
ætlanin hjá felagsskapi hansara á Filipsoyggjunum.
Heilar bygdir skulu byggjast fyri pengar úr
Norðurlondum. Hvørt hús kostar 6.000 svenskar krónur
og í hvussu so er tvey eru játtað úr Føroyum.
Men Wallenberg vónar eisini, at Landsstýrið tek-
ur undir við ætlanini. Hann hevði stuttan fund við
Jógvan Sundstein, "min bror", sum hann kallaði hann.
Vit hava meira um felagsskapin hjá Wallenberg,
Skandinaviska Barnmissionen á síðu 12, 13 og 14.
Wallenberg bjóðaði eisini løgmanni á tíðindafundin og
áðrenn, hann fór av aftur landinum morgunin eftir, var
hann eitt legg úti á Tinganesi og tosaði við Jógvan
Sundstein.
- Hetta tykist vera eitt seriøst projekt, sum eg
fari at hyggja eftir og leggja fyri Landsstýrið, segði løg-
maður eftir fundin við Wallenberg. Hann vildi tó ikki
lova nakað ovurhonds stórt krónutal úr landskassanum
Løgmadur vísti tó á, at í slíkum tiltókum røkka pengarn-
ir ótrúliga langt. Hann nevndi eina verkætlan í einum býi
(umleið 20.000 fólk) í Pakistan, sum Landsstýrið stuðl-
aði við einari millión. Talan var um kloakkskipan og
nógv bleiv gjórt fyri ta einu milliónina. Adventistarnir
stóðu fyri hesum tiltaki
KK KK AHR
Skúlabókin - hókmentaligi
kveikjarin
Einastu bókmentir, yrkingar, stuttsøgur og annað, nógv
fólk lesa, lesa tey, meðan tey ganga í skúla.
Hví kennir eitt nú hvørt mansbarn í Føroyum
barnarímurnar hjá Hans A. Djurhuus? Ti tær eru í lesi
bókunum.
Men hóast nógv ikki lesa annan skaldskap enn
tann í skúlabókunum, verður lítið gjørt burtur úr júst
=
hesum bókum. Fær verða ongantíð nevndar í kjakinur
um bókmenur ul dømis.
Á stevnu í Klaksvík í summar
skúlabgkur og læribøkur endiliga upp í part
Síða 10
Heiður Í grunn
- Eitt uppskot um at niður- hjá føroyskum barnabók-
leggja barnab6kaheidurslønina
og Í i stadin stovna ein grunn er
i løtuni til vidgerdar i
havnar býráð.
Rithóvundafelagið mælir
frá hesi broyting.
Í november í fjør skrivaði
nevndin, sum avger, hvgr
fær bamab6kaheidursløn-
ina hjá Tórshavnar býráð,
til býráðið og bað tað
hækka heidurslønina, so
hon verður tann sama sum
virdisløn M.A. Jacobsens.
Barnabokaheidurslønin er
10.000 kr., virdisløn
M.A. Jacobsens er 14.000
kr.
Mentanarmålanevndin
hjá býráðnum vidgjørdi
brævið. Meirilutin, Heðin
Mortensen, Ingi Mohr og
Jan Christiansen, avgjørdi
ikki at eftirlíka ynskinum.
Leivur Hansen helt, heið-
urslønin átti at hækka.
Fimti nevndarlimurin,
Páll Petersen, var ikki á
fundi.
Málið fór nú í fíggjar-
nevndina, sum vidgjørdi
tað hálvan februar. Hon
samtykti einmælt (Arn-
stein Niclasen var tó ikki
á fundinum), at heiðurs-
lønin skal halda uppat og í
staðin skal skipast grunn-
ur, sum høvundar kunnu
søkja úr.
Fíggjarnevndin bað síð-
ani mentanarmålanevndina
um at gera eina reglugerð
fyri grunnin.
Mentanarmálaneyndin
hevur ikki vidgjørt málið
aftur og tað verður neyvan
fyrr enn eftir páskir.
HØVUNDAR
HARMAST
Tidindini um avgerdina
hjá figgjarnevndini vóru í
Degi og viku. Og tá Rit-
høvundafelag Føroya
hevdi adalfund 17. mars,
vórðu hesi tíðindi umrødd.
Og umrødan endaði í ein-
um brævi til býráðið, har
tað verður biðið um at
taka aftur avgerðina um at
broyta heidurslønina í ein
grunn. Felagið harmast
um hesa avgerð, tí hon er
eitt afturstig í korunum
í Tórs-
mentum.
Í brævinum stendur, at
heidurslønin eggjaði í
stórri mun enn ein grunn-
ur ger rithøvundum til at
yrkja og skriva fyri børn.
"Vit vita, hvussu stóran
týdning, góðar bókmentir
hava fyri menning barna.
Tí eru eisini bókmentir og
skaldskapur ein hjartatáttur
i tí tilfari, sum skúlarnir
nýta í uppalingar-, frá-
læru- og menningarstarvi
sínum. Tað er tí av størsta
týdningi, at fjálgað verður
um føroyskt bókmentatil-
far fyri børn.
Við barnabókaheiðurs-
løn síni gekk Tórshavnar
býráð á odda í at sumbra
tær kreftir, ið arbeiða á
hesum økinum. Tí heitir
Rithgvundafelagið á Tórs-
havnar býráð um at endur-
stovna barnabókaheiðurs-
lønina”.
Hetta var brævið ul by-
ráðið. Tað er dagfest 20.
mars. Brævið er, sum tað
skilst, ikki vidgjørt í bý-
ráðnum enn. Og málið er
sum heild heldur ikki av-
greitt. Sum tað skilst, er
heidurslønin ikki niður-
løgd og grunnurin ikki
stovnaður. Enn hava bara
fýra av 13 býráðslimum í
verki víst, at teir heldur
vilja hava grunn enn heið-
ursløn. Teir eru Poul Mic-
helsen, Ingi Mohr, Krisu-
anna Rein og Lisbeth Pet
ersen.
Rithøvundafelagid held-
ur, at tann almenni áhugi,
sum árliga heidursløna-
handanin hevur, er týdn-
ingarmikil eins og sjálvur
heiðurin hevur sítt at siga.
Men trupulleikin er
hvørt ár at skula finna
onkran at lata heidursløn-
ina, ti føroyskar barnabók -
ur koma ikki á hverjum
degi, verri enn so.
Loysnin her kann verða
hon, at heidurslønin bara
verður latin ul dømis
fimta hvørt år og, at hon
tá verður størri, vísur
millum annað forkvinnan
í Rithøvundafelagnum,
Turið Sigurðardóttir, á.
Barnabókaheiðurslan
Tórshavnar býráðs kom í
lag í 1976, tá Ólavur Mic-
helsen, sáli, var formaður
í mentanarmålanevndini
hd
Sjálvan flaggdagin, 25.
apríl, skrivar floytuleikar-
in Ernst Sondum Dalsgarð
føroyska tónlistarsøgu.
Hann er fyrsti føroyingur,
sum heldur debutkonsert
eftir lokna útbúgving í
solistflokki.
Solistflokkurin er ein
tvey ára útbúgving á kons-
ervatorium eftir lokna seks
ára grundútbúgving. Upp-
tøkukrøvini til solist-
flokkin eru hørd, bædi
vidvikjandi teknikki og
musikaliteti. Eisini verður
hugt eftir framførslu á
palli hjá umsøkjaranum.
Tey tvey árini í solist-
flokkinum enda við teirri
sonevndu debukonsertini,
fyrstu almennu framførsl-
uni. Millum áhoyrararnar
eru ummælarar.
A skránni hevur Ernst
im Dalsgarð verk hjá
Reinecke, Gaubert
im og Marunu.
Fyri at royna skránna
lg
tann stóra dagin, 25.
apríl, hevur Ernst Sondum
Dalsgarð triggjar konsertir
i Føroyum saman vid jap-
anska klaverspælaranum
Nahomi Suzuki. Tey
spæla å Tvøroyri friggja-
dagin 6. april, i Nordur-
landahúsinum 8. april og í
Klaksvik 9. april.
Ernst Sondum Dalsgarð
hevur gingið á Det Kon-
gelige Danske Musikkon-
servatorium síðani 1982.
Ernst Sondum Dalsgarð
av Velbastað er fyrsti
føroyingur, sum hevur
debut-konsert eftir tvey ár
í einaleikaraflokki
Konsertin verður
í Keypmannahavn
flaggdagin, 25. apríl
Tonlistarsøga