týsdagur 3. apríl 1990síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nýggja leiðslan tók við á Tvøroyri sunnudagin
ØINtey fastløntu
UDPSøgd!
Tey fastløntu fólkini á Tvøroyrar Flakavirki fingu ein rættiligan
hvøkk tá tey komu til arbeiðis mánamorgunin: Tey vóru øll
uppsøgd!
Sunnukvøldid vórðu teir
allar seinastu formali-
tetirnir í leigusáttmálanum
undirskrivaðir, og virkið
varð latið føroyska/franska
partafelagnum Eurofish at
reka.
Við á tí seinasta
fundinum vóru Denis og
Remi Bracqbien, umboð-
andi franska partin av
felagnum, Hans Jørgen
Remmer fyri føroyska
partin, Dánjal av Rana,
nevndarformadur og Páll
Vang, sum hjálpti ul vid
ordingini.
Kl. knapt seks var semja
um gll mál, og seinastu
undirskriftirnar vórðu
settar á.
Uppsagnir
Men hetta var ikki tað
einasta, ið Dánjal av Rana
setti sítt navn undir
sunnudagin.- Hann -undir--
skrivaði eisini ein hóp av
uppsagnarbrøvum.
Stjórin, formenn, meist-
arar, bókhaldarar, eftirlits-
menn og øll hini fastløntu
starvsfólkini í Tvøroyrar
Flakavirki vórðu uppsøgd.
Tey fingu brævið tá tey
komu til arbeiðis í gjåra-
morgunin.
Vistu onki
Og tey høvdu einki fingið
at vita um tað framman-
undan! Vit tosaðu í gjár
við nøkur teirra - m.a.
stjóran Daniel Jacob
Michelsen - og tey søgdu
øll, at tey ikki vóru
kunnað.
Vit spurdu í gjár Dánjal
av Rana, nevndarformann,
hví fólk ikki frættu um
hetta áðrenn.
- Eg haldi at tey flestu
mundu vita tað, sígur
- hann. Vit: liva hvorki í
New York ella Tokyo, og
á Tvøroyri frættist tílíkt,
hóast eingin formellur
fundur verður hildin.
- Daniel Jacob sigur
annars, at hann onki
hevur fingið at vita...
- Tað var løgid.
Uppsøgnin skuldi ligið á
borðinum hjá honum í
morgun.
Dánjal av Rana greiðir
annars frá at tá virkið
skuldi leigast út, var
neyðugt at siga teimum
fastløntu upp.
- Tað ber ikki til at
fólkið hevur sáttmála vid
okkum, tá tað er Eurofish
ið rekur virkið, sigur hann.
Ein onnur orsøk er, at
virkið skal hava nýggjan
bygnað.
- Vit taka bert móti
helvtina so nógnum fiski
nú sum í teimum bestu
irunum, og tí er neyðugt
at umskipa eitt sindur.
Dánjal heldur ikki at tað
hevur so stóran týdning, at
fólkini eru uppsøgd.
- Eg havi skilt á
Eurofish at teir ætla at seta
fólkini aftur í starv hjá
teimum, sigur Dánjal.
Remmer stjóri
Men hetta hevur Dánjal av
Rana tíverri ikki skilt heilt
beint.
Sambært nevndini i
Eurofish verður stjórin ið
hvussu so er ikki settur
aftur.
- Nú vit ikki longur selja
gjøgnum fiskasøluna, fer
bygnadurin av virkinum
ikki at verða eftir teirra
mynstri, sigur Hans Jørgen
Remmer. Tvøroyrar Flaka-
virki fer Ld. ongan stjóra
at hava næstu tíðina. Hesi
uppgávu fer nevndin i
Eurofish at standa fyri,
sigur hann.
Men í hesu nevnd eru
sum kunnug! bert try fólk.
Denis Bracqbien býr i
Fraklandi, Hans Jørgen og
Irene Remmer búgva í
Hovi. Hugsandi er tí, at
tað verður Hans Jørgen 1ð
fer at taka sær av hesi
uppgávu.
Uppsagnartíð
Tvøroyrar Flakavirkid
tekur ikki móti nógvum
fiski, tað koyrir við stórum
undirskotið - og nýggja
leiðslan skal geva tí eina
meira "effekuvan og
rationellan" bygnað.
Tað skal ti vera sera
løgid, um øll tey fólkini
sum í gjár fingu upp-
sagnarbræv, verða sett
aftur í starv.
Og verða tey ikki tað,
Skulu tey hava løn i
uppsagnartíðini!
Longdin á hesari er
sjálvandi ikki tann sama
fyri øll starvsfólkini.
Nøkur hava egnan sátt-
mála, meðan tað fyri
onnur - kanska tey flestu -
er Starvsmannalógin, ið er
galdandi.
Og sambært henni er
tíðin ein mánaður fyri tey
ið starvast hava styttri enn
eitt hálvt ár. Síðani er hon
triggjar mánaðir, og
leingist við einum mánað
fyri hvort triðja starvsár.
Sum dómi um ser-
sáttmála kann nevnast, at
tå fyrrverandi stjórin Heri
Mortensen fór frá,
uppsagnartíðin
var
eitt helt
K ur 4 4
nsiru á in
ørgen € n
»racagqDien Onúr
insara í n
Mynd
t
ár!
Vert er at nevna, at hetta
verður roknað frá tí fyrsta
í mánaðinum eftur at
uppsøgnin er latin. Also Í
hesum færi ikki frá fyrsta
april, men fyrsta mai!
Gjaldast av
leigupeningi
Enn er ikki greitt hvussu
nógv fólk ikki verða sett
aftur, men hvor skal gjalda
fólki løn í uppsagnartidini,
er ongin ivi um. Tað skal
tann leiðsla, ið segði
teimum upp!
Hesin peningur skal tí
takast frá teimum - í mesta
lagi - sjey milliónunum, ið
Eurofish letur fyri leigu-
málið.
S-S-