Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-04-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 1990síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| Nr. 48 — 4. apríl 1990 Vilja skera í træ At skera í træ er sera poppulert millum fólk, sum leita í kvøldskila í Havn. Hóast kvøld- skúlaárið ikki er meira enn lokið, so venda fólk sær longu til skúlaumsitingina at tryggja sær pláss at vera við til fakið træskurður komandi ár á Tórshavnar Kvøld og Ungdómsskúla. Og tað var so eisini júst træskurðurin, sum átti nógvar forvitnar áskoðar- ar, tá kvøldskulin hevði sína árligu framsýning í Eysturskúlanum um viku- skiftið. Tað vísir seg, at fólk eru púra bitin í at skera í træ, og úrslitið er eisini bæði gott og fjølbroytt sigur Napoleon Nolsoy, leiðari á skúlanum. Tað er Henning Thoms- en, sum stendur fyri hesi lærugreinini á kvøld- kúlanum, og helst eru tað góðu evni hansara at skera út i træ, sum fær so mong at melda seg til hesa lærugreinina. Men har eru so eisini Hanus Jensen er lærari. hópin av gðrum læru- greinum. Teir tilsamsn 3500 næmingarnir á skúlanum kunnu læra alt frá seyming úl teldu- arbeiði. Eitt av teimum nýggju og væleydnaðu faknum í ár er silkimáling, sum stórur áhugi er fyri. Nú sparitíðir eru spurdu vit Napoleon Nólsoy, hvussu teir fara at merkja hetta komandi skúlaár. Hann sigur, at teir høvdu s'kt um lo mill. kr. men tad visir seg, at samlada jåttanin til allar kvøld- skúlarnar í landinum verð- ur bert 7 mill. kr. kom- Borðbátarnir eru snøggir. andi skúlaár. -Vit mugu tó royna at halda tørn, tað verður trupult, men vit fara at gera okkara besta sigur hann og leggur aftrat, at sparingin ger, at tað fara neyvan at vera nógvar nýggjar lærugreinir kom- andi ár. Annars eru áhugi fyri at fara undir fleiri aðrar lærugreinir. Stórur áhugi hevur eisini verið fyri, hvussu fór at verða við lógini um frítíðar- virksemi, men henda verður helst ikki til nakað í hesum umfarinum. Sambart hesa lóg kann kvgldskúlin taka upp i undirvísingina meira ótraditionellar greinir so sum billard, talv og brigde. Tad verdur so at bida nakad enn. jan SRS 5 íða 7 Henning Thomsen skoðar nakrar av teimum vøkru træskurðunum næmingar hansara hava gjørt Hesi bæði futu børnini eru seymað í tímunum hjá Jórun Poulsen Á Tekniska Skúla í Havn hava hesir tikið prógu sur? maskinarbeidarar: Martin Bogi Einarsson, Tvor- ovri. Fróði Hansen, Torshavn, Petur L. Hansen, Torshavn, Bogi Jakobsen, Tórshavn, Carl S. Joensen, Miðvági, Uni Svabo Joensen, Miðvági, Karl Johannesen, Sandi, Ludvig Heri Jorgensen, Sorvági, Petur Leon Lorentsen, Tórshavn, Rógvi A. Nielsen, Vestmanna, Kaj Olsen, Tórshavn og Finnur Vilhelm, Vági Foto Jens Christian Vang