mikudagur 4. apríl 1990síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Petur Simonsen, B 36:
Álonsfótbóltur
tíðindablaðið
verður eyðkennið
- Men eg tori einki at siga um plaseringar, tí kappingin í ár verður helst meira
spenanndi enn nakrantíð, sigur B 36-venjarin
Venjingin hjá B 36
byrjaði 6. februar, og heilt
frá byrjan var talið av
metum leikarum um 40.
Um hálvan mars var
tikið sundur millum teir,
ið skuldu venja við 1. og
2. deildarhópinum. Petur
Simonsen stendur fyri
venjingini hjá B 36 í ár.
Hjálparvenjari er Sonni
Jensen.
Tveir venjarar
Tað rættasta er helst at
siga, at tveir venjarar eru,
ein ul hvort liðið, sigur
Petur Simonsen, tí Sonni
hevur fulla ábyrgd av 2
deildarliðnum, sum venur
saman við 1. deild.
Tad er ein greið avtala
millum teir bådar og
felagið, at 1. deild kemur
framum. T.v.s., at gera
skaðar ella vantandi avrik
á 1. deild tað neyðugt at
fara niður á 2. deildarliðið
eftir leikarum, so er tað í
agt
Higartil hevur verið ar
{tt við einum jcild
hópi uppá 16 mans
Brúkt allar
- Í venjingardystunum
hava vit ikki havt nakað
fast lið, men brúkt allar
leikararnar, sigur Petur
Simonsen. Ein mánaður er
eftir til at finna bestu
uppsetingina ella uppset-
ingarnar sigur hann, so tað
hava vit brúkt venjingar-
dystirnar til.
B 36 hevur skorað nógv
mál higartil í ár: 28. Men
28 eru eisini farin inn.
- Tað sigur eitt sindur um,
hvussu vit fara at spæla í
ár og hvat vit arbeiða við í
løtuni sigur B 36-venjarin,
sum útgreinar:
Alopsfótbólt
- Vit fara at spæla fram-
fýsnan álopsfótbólt, sum
leggur dent á mál og und-
irhald. Og í venjingini
framyvir fara vit at royna
at stabilisera verjuna, men
uttan at tað tekur ov nógv
av broddinum.
Petur Simonsen sigur, at
verjan higartil í ár hevur
verið merkt av ótolni, so
ov lætt hevur verið at
yvirspælt hana, og fleiri
mál eru komin inn á ta
konto'ina.
Langar avleveringar
Harumframt hava vit
arbeiti nógv við longum
avleveringum - bædi høg-
ar og lågar, sum eg haldi
liðnum vantar at brúka
aftrat tí góða samanspæl-
inum við stuttum avlev-
eringum, og tað er so
upplagt, ti liðið hevur
bæði skjótar og stórar
leikarar, grundgevur Petur
Simonsen.
Um síni egnu fótbólts-
sjónarmið sigur Petur
Simonsen annars, at
álopsfótbólturin passar
væl til hansara sinnalag.
0-0 liggur ikki
til mín
- Eg eri einki hugaður fyri
at spæla 0-0 á útivelli og
verja 1-0 á heimvølli, sig-
ur hann. Fótbóltur er eitt
fjøltåttad spæl, har stødur
alla tidina skulu loysast,
og tað er ikki bert ein
loysn, men oftast fleiri
møguleikar. Hetta leggi eg
dent á undir venjing, so
spælararnir hugsa sjálvir
sman við eini aðrari
grundhugsan: tá vit hava
bóltin, so eru vit 11
álopsleikarar, og tá hinir
hava bóltin, so eru vit 11
verjuleikarar.
Egin ella Jan?
Leikararnir, B 36-venjarin
hevur til taks eru nakað
teir somu. Egin Høgnesen
fær kapping á málmans-
plássinum, tí veteranurin
Jan Alberg er farin at
venja aftur.
- Teir hava báðir vant
fullhugaðir frá byrjan, og
eg rokni framvegis báðar
sum evni til tað plássið,
sigur Petur Simonsen.
Stórskjúttin á
landsliðnum í fjør Bergur
Magnussen er ikki byrj-
Egin Høgnesen hevur
fingið kapping frá Jan
Alberg um málmans-
plássið
-
SENN
Nr. 48 — 4. apríl 1990