Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-04-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. apríl 1990síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í —|| PEN sen VN på þ | É i Nr. 49 — 5. april 1990 Ur Fuglafirði: Hundarnir skulu inn Hundar í stórum tali ganga og reika runt í Fuglafirði, og tað argar nógv fólk. Hundarnir hava kortini loyvi at ganga leysir, tí kunn- gerðirnar um, at hundar ikki skulu ganga leysir, at teir skulu hava hunda- merki og verða ábyrgd- artryggjaðir eru ongan- tíð settar í gildi fyri ruglafjørd. I Havn hava hundar ikki havt loyvi at gingið leysir síðan 1928. Atteir so gera tað kortini, er ein heilt onnur søga. Men nú kann vera nóg mikið við hundum, ið ganga leysum, heldur bygdarráðið í Fugla- firði, sum tyskvøldid samtyku reglugerðirn- ar. Frá 1. maí skulu allir hundar skrásetast hjá løgregluni á hvørjum ári, teir skulu hava merki og ikki ganga leysir. Tað verður tó ikki longu 1. maí, tí hunda- merkini eru ikki komin enn, og fyrr enn alt tílíkt er greitt verða kunn gerðirnar ikki lýstar. Sølustevna á Kambsdali I ár skipar LIF fyri stevnuni I kvøld klokkan 19 setir Signar Hansen sølu- stevnuna, ið LÍF hevur í ítróttarhgllini á Kambs- dali. 20 framsýnarar eru, sum hava bæði stórt og smátt av nýggjum at sýna fram. Fleiri móta- sýningar verða. Sangur og tónleikur er eisini á skránni. I kvøld syngja Ingun og Óla Jákup, og eitt annað kvøldið verður Hanus Johansen at hoyra. Rob- ert McBirnie verður frá- søgumadur, og hann fer helst at siga onkra góða CISINI. Sølustevnan heldur fram ul sunnukveldið klokkan 22. Hini kvøld- ini letur aftur klokkan 3 21. Stuðul til Páll Nolsge Bygdarráðið í Fugla- firði hevur stóran ans fyri = Siglingarsøguni, sum Páll Nolsøe, fyrr- verandi landsskjala- vørður skrivar. Í 1986 samtykti bygd- arráðið at stuðla útgáv- uni av eini siglingarsøgu við 25.000 krónum, og týskvgldið varð samtykt at lata 10. 000 krónur í stuðuli. Tað var Mein- hard Jacobsen, fyrr- verandi havnarmeistari og skipari, sum sekt. Hann hevur verið heim- ildarmaður hjá høvund- anum. Biðið varð um 7.000 krónur, men bygdarráðið avgjørdi at lata 10.000 krónur. Henda bókin snýr seg um Eysturoynna, og tað merkir, at ein stórur partur av bókini verður um Fuglafjørd og skip haðani. tiðindablaðið S íða 3 Nú hendir okkurt Fakfeløgini eru samd um at gera tiltøk fyri at mótmæla versnandi livikorunum Se 22 feløg vórðu umboðað á fundinum tyskvøldid - stór sum smá feløg Å fundinum i hinari vikuni settu fakfeløgini eina felags nevnd, sum seinasta friggj- adag hevdi úrslitaleysan fund við landsstýrið. Henda neynd virkaði sum fundarleiðsla tyskvøldid Nú tykist, sum hevur tað eydnast fakfeløgunum at finna betur saman i roynd- unum at fáa landsstýrið at eftirlika nøkur krøv. Tað eru fleiri krøv, m.a. um at fåa nakað afturfyri toll- og skatthækkanirimar, fyri bamastyrkin og pristals- reguleringina, ið farin er. Eitt kravið er at fáa ar- beiðsloysistrygging og ar- beiðsskapandi tiltøk sett í verk. Fakfeløgini krevja eisini, at landsstýrið tekur aftur uppskotið um at seta arbeiðsrætt á stovn. Síðan ta stóru mótmælis- gonguna seinasta heyst, havafakfelggini hildið fleiri fundir, men einki tøkiligt er komið burturúr uttan okkurt skrivið. Tí var tað, at Starvsmannafelagið misti tolið og tók seg burtur úr samstarvinum. Alt bendir nú á, at fak- felggini í felag hava funnið fram til ein máta at vísa landsstýrinum, at álvari er í krøvunum, og at tey eru tl reiðar at stríðast fyri hesum krøvum. Fakfeløgini hildu felags fund tyskvøldid, og harkom fram, at fakfeløg umbod- indi 80 % av øllum løn- takarum eru sinnað at gera øll tiltøk, verkfall um tað skal verða. Fakfeløgini hava øll ikki lika greida stødu. Men å fundinum tyskvøldid læt eingin seg ræða av, at eitt stórt fakfelag sum Havnar Arbeiðsmannafelag kunn- gjørdi fyri øllum Føroya fólki undan fundinum tys- kvøldid, at teir ikki eru sinnaðir at fara í verkfall. Fakfeløgini vilja ikki siga, hvat tey fara at gera. Formenninir i øllum feløg- unum metast á fundi fríggjadagin at leggja ætl- anir fyri tiltøkini. Men hvørji tltøkini verða, og nær tey verða, fær eingin at vita enn. Fyrr enn eftur fundin í morgin, hendir so einki. Útvarpið visti í gjár at siga, at tað var ivasamt, um Starvsmannafelagið verður við í ultøkunum. Sosialurin fekk í gjár váttað, at Starvs- mannafelagið er við og tekur fult undir við ætlaðu ultókunum. randi