hósdagur 5. apríl 1990síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Skulin og vit
Skulu vit uppfylla endamálsgrein fólkaskúlans, mugu
vit skipa skúlaarbeiðið soleiðis, at heildarmenning
barnsins fær betri sómdir enn veruleikin ofta er í dag.
Tað er meira ein spurningur um hugburð hjá foreldrum
og lærarum, ja í samfelagnum øllum, enn tað er ein
spurningur um pengar, løn og undirvisingartilfar
skrivar Thorben Johannesen, deildarleiðari á Lands-
Á
* nr A 7
skúlafyrisitingini m.a. í sjónarmiðnum í dag.
Nú er so mikil esing um skúlan í
summum bleðum, at tað kanska er
vónleyst at skriva eina sakliga grein
um, hvat endamálið við fólkaskúlanum
er. Tað var kanska betri at skriva okk-
urt um,
at tað ikki er landsskúlafyrisitingin,
men politikararnir og harvið veljarar-
nir, ið hava gjert av, at skúlaverkið
skal spara,
landsskúlafyrisitingin ikki telur 60
FAR
fólk, sum formaður lærarafelagsins
sigur frá í bleðunum, men bert 34 (ikki
øll í heilum starvi), harav 19 arbeiða
Á fólkaskúlan. Av hesum 19 eru 6
ráðgevar, sum ikki allir arbeiða fulla
ið, og sum lærarafelagið hevur ynskt
ta skulum og lærar
m er so ore
at tað so kortini er órímiligt, at
áleggja fólkaskúlanum so stórar spar
ingar, tí tað er ikki hann, ið stendur
fyri tí mestu ovurnýtsluni í samfela
g
num,
at skúlar ikki eru óproduktiv virki,
tí tað eru teir, ið leggja tað kunnleika-
steðið. sum alt samfelagið, eisini tað
sokallaða vinnulívið, skal byggja á, við
eðrum orðum: skúlarnir hoyra uppí
vinnulívið
men at sjálvandi okkurt má vera
galið við vitan og kunnleika, t.d. rokni
kynstri og metingarferleika, tá ið vit
kunnu hava fingið upp í lag at vaðað
út í tað óferi, vit nú eru í (ella rættari:
tá ið tað hevur borið til hjá nøkrum fá-
um oddamonnum í vinnulívi og poli-
tikki at villa eitt heilt fólk út í hetta
oførid),
— at vit ikki sleppa lættari úr óferin-
um við at skerja skúlaverkið og so-
statt lækka kunnleikasteðið hjá fólkin-
um,
- at kjakið tó fyrst og fremst eigur at
snúgva seg um dygdina av undirvísing
og tínæst nøgdina.
Kanska er bjargingin júst at finna í
okkara barnaskúlaskipan, um hon
fæst at virka eftir tí endamálsorðing,
sum hevur staðið sum yvirskrift yvir
fólkaskúlanum síðani 1979.
Tí har stendur nakað um, at
at skuiin skal geva børnunum kunn-
leika og læra tey at málbera seg bæði í
talu, skrift, leiki, list, t.v.s. læra tey at
nýta allar menniskjans samskiftis-
hættir,
at skúlin skal ekja hug teirra at læra
og hjálpa teimum til at vera gagnlig og
sjålvstødug menniskju í heimi og sam-
felag,
at Sskulin Skal fremja andsfrælsi og
St nanna millum og ge bernun
im eina kristna og sidalagsliga upp
ring,
at skúlin skal menna barnsins
lvsálit og álit á teir meguleikarnar
eru í mannafelagsskapinum,
at skúlin skal venja bernini til sjálv-
støðuga meting og stødutakan og til at
royna teirra hugflog,
og at skulin skal fyrireika børnini til
at liva við í og vera við til at taka av-
gerðir undir felags ábyrgd í einum
fólkaræðisligum samfelag
At hugsa sær, hvussu samfelagið og
samfelagsstýringin hevði sæð út, um
henda endamálsgrein skúlans hevði
verið uppfylt!
Ja, nógv verður gjert fyri at tann
parturin, ið snýr seg um kunnleika og
fimi verður uppfyltur, og somuleiðis
við tí um málbering í talu og skrift,
men hvussu við ellum hinum?
Hvussu heyði verið um politikarar
okkara og vinnulívsmenn/kvinnur frá
barnsbeini av hevdu verið fyrireikað
til at »liva við í og vera við til at taka
avgerðir undir felags ábyrgd í einum
fólkaræðisligum samfelag<? Fyri ikki
at tala um hatta við hugflogi, ands-
frælsi og sjålvstødugum metingum!
Og tå id politikarar og vinnulívsfólk
skulu »veljast« út millum okkum øll og
av okkum ellum, so eru hasi ferleika-
krev sjálvandi at seta okkum ellum.
Hvussu fæst hesin dreymurin um
upplæring/skúla til veruleika?
Greiðast er kanska, um vit skoða enda-
málsgreinina undir tveimum sjónar-
vinklum, sum kortini ikki í tí dagligu
upplæringini kunnu skiljast sundur.
Annar sjónarvinkulin er kunnleiki,
annar er hugburður. Kunnleiki er vitan
um teg sjálvan og tann umheim, tú
skalt liva og virka í, og kann aftur fat-
ast sum tvinni eki: 1) nøkur mentanar-
amboð, tú skal duga at brúka, til tess
at liva í okkara mentan: lesing og
tekstgreining, skriving, rokning, tekn-
ing, myndagreining, teldunýtslu,
sangur, fremmandamál, osfrv. 2) innlit
i søgulig, landafreðilig, náttúrufreði-
lig, átrúnaðarlig og onnur mentanarlig
viðurskifti.
Hesi bæði kunnleikagkini eiga ikki
at skiljast sundur, tann besta fatanin
og læran fæst, um tú lærir at brúka
mentanaramboðini við at brúka tey til
at fáa innlit í tey viðurskifti, sum tú
eigur at hava innlit í. Men í vanliga
skúladegnum verður ofta meira skilt
sundur millum kunnleikaøkini enn
gott er, ofta so mikið nógv, at bernini
(og lærararnir sjálvir) hava ilt við at
fáa ta heildarfatan av tilveruni, sum er
ein fyritreyt fyri at vera virkisfúsir
limir í samfelagnum
Hin sjønarvinkulin,
kann so sjálvandi ikki koma inn sum
eitt evni ella ein lærugrein afturat øll-
um hinum, tað hevði bara gjørt fløkj-
una verri og heildarkensluna minni.
Men tað er skipanin av dagliga arbeið-
inum og dámurin, arbeiðslagið, hug-
flogið, virkishugurin og trivnaðurin í
gerandisdegnum, sum eru við til at
skapa hugburðin. Skal barnið t.d. læra
ein hugburð, ið er merktur av ands-
frælsi og tolsemi, má tað meta ands-
frælsi og tolsemi í skúlanum. Skal
barnið læra at taka avgerðir undir fe-
lags ábyrgd í einum fólkaræðisligum
samfelag, so má dagliga skúlaarbeiðið
verða skipað so, at børnini eru við til at
leggja alt til rættis og gera av arbeiðið
og arbeiðsgongdina. Soleiðis kundu vit
hildið á við at nevna ell tey punkt, sum
nevnd eru í endamálsgrein fólkaskúl-
ans, og sum snúgva seg um hugburð
barnsins.
Men henda sundurliðingin av ar-
beiðsgongdini er eitt mistak, sum ikki
bara skúlin ger seg sekan í; tað er ser-
merkt fyri arbeiðshugtakið í ídnaðar-
samfelagnum.
Heimsspekingar plaga at lýsa hug-
takið „arbeiði“ í 4 pørtum: Avgerðin:
hugbu rður.
Nr. 49 — 5. apríl 1990
sjónarmi
jónarmið
hvat skal gerast, skipanin: hvussu
skal tað gerast, útinningin: at gera tað,
og eftirmetingin: hvat er tað vert, hvat
nytta ella dugur er í tí.
Í einum einfaldum samfelagi, ella tá
ið tú gert eitt arbeiði fyri teg sjálvan
heima við hús, ræður tú vanliga yvir
ollum hesum 4 pertunum og fullferir
teir sjálvur, men í ídnaðarsamfelag-
num eru hesir 4 partarnir býttir út á 4
ymiskar persónar, stovnar ella samfe-
lagsbólkar: Nevndin fyri virkið ella
stjórin gera av, hvat skal gerast; ar-
beiðsformenn gera av, hvussu tað skal
leggjast til rættis (meguliga í samráð
við stjóra ella arbeiðara); arbeiðarin
ger arbeiðið; og kundin, keyparin ella
marknaðurin gera av, hvat tað er vert.
Í skúlanum er lagið tað sama: lesi-
ætlanin ger av, hvat skal gerast; lærar-
in skipar arbeiðið og ger uppgávur til
næmingin; næmingurin útinnir arbeið-
ið og lærarin ella próvdómarin gera av,
hvat tað er vert.
Henda sundurtægingin av arbeiðs-
hugtakinum er við til at gera samfelag-
ið ódemokratiskt, ósamanhangandi og
ósolidariskt, men hevur ávísar fyri-
munir, tá ið ræður um framleidslunøgd
og framleiðsluskjótleika. Í skúlanum,
har barnið skal læra at fata saman-
hangin í tilveruni og samfelagnum, er
hetta sundurbýtið beinleiðis skaðiligt.
Tað fremur í nógvum ferum skjótari
innlæring av ávísum avmarkaðum
kunnleikanøgdum, men heildarfatanin
og -kenslan eru ikki til stadar, og ti
hvørvur arbeiðshugurin. Í idnadarar-
beidi verdur arbei kompen-
seradur vid løn pening, andi Ønin fyri
skulaarbeidi er so óítekilig, at børnini
hava ilt við at síggja hana.
Ti munnu einastu ráðini til tess at
uppfylla alla endamálsgrein fólkaskúl-
ans, bæði kunnleika-partin og hug-
burðs-partin, vera, at skipa skúlaar-
beiðið soleiðis, at heildarmenning
barnsins fær betri sømdir enn veruleik-
in ofta er í dag. Tað er meira ein spurn-
ingur um hugburð hjá foreldrum og
lærarum, ja í samfelagnum ellum, enn
tað er ein spurningur um pengar, len
og undirvísingartilfar.
Eg sleppi kortini ikki frá einum iva-
Spurningi, sum melur mær i heysinum:
Munnu øll i veruleikanum ynskja at
menna hugburðin á hesum eki?
Munnu ell — og harvið allir politikarar
— av hjarta ynskja sær eina tjóð, sum
sýnir hugflog, livir við í, hevur innlit
og tekur medábyrgd í samfelagnum?
Thorben Johannesen.
8