Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-04-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. apríl 1990síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 51 — 7. apríl 1990 ; | | | | | Á skránni fyri konsertirnar hjá | Ernst Sondum Dalsgarð og Nahomi | Suzuki eru Sonata í h-mol hjá J.S. Bach, Undine, opus 167, hjá Carl Reinecke og eftir steðgin Nocturne et Allegro scherzando hjá Philippe Gaubert, immanens, Sonata fyri solofloytu, opus 87, hjå Ib Nørholm og First Sonate hjå Bohuslav Martinu. tidindabladid Síða 9 Lesa søgur fyri hennara hátign Tveir fóroyskir sjónleikarar vera við í einari fram- førslu í Tivoli i sambandi við 50 ára fóðingardagin hjá Margrethu drotning tann 16. apríl. Danmarks Radio hevur biðið systkinini, Anniku og Olaf Johannessen, lesa fyri drotningini. DR ætlar at geva henni eina føding- ardagsgávu, "Blómur til drotningina". Hetta er eitt show, sum verður í kon- serthgllini í Tivoli. Tað varar tveir tímar og verður sent beinleiðis í sjón- varpi. Á skránni eru opera, ball- ett, sangur, sjónleikur og upplestur. Margrethu drotning dámar sera væl ævintýrini hjá H.C. Andersen og átta sjónleikarar, teirra millum Olaf Johannessen, skulu lesa hvør sítt ævintýr eftir frálíka høvundan. Onnur eru so kendir leikarar sum Ghita Nørby, Erik Mørk, Bent Mejding og Susse Wold. Annika Johannessen fer at lesa eina søgu, sum móta- skaparin Erik Mortensen í Paris hevur skrivað til drotningina. Annika og Olaf starvast á Árhus Teater. Annika er við í leikinum "Vildand- en" hjá Ibsen og sam- stund's venur hon ein leiklut í "Greven af Monte Christo”. Olaf er eisini við í tí leikinum og leikstjóri er ongin annar enn Eyðun Johannessen, pápi Anniku og Olaf. Fyrsta framførslan verður 12. mai. Gott dagsverk Dagsverksbålkurin vónar, at landsstýrið letur eins nógv, 400.000 kr., afturat. Tad fekk løemadur > ? vita, tá bólkurin vitjaði hann herfyri og gav honum gávu og heilsan úr Bolivia. t øllum forum Føroyska dagsverkið mikudagin eydnaðist stak væl, eisini veðurgudarnir tóku undir við tí. Ein fyribils uppteljing sigur, at 400.000 kr. komu inn og tær fara óskerdar til handverkaraskúlan. sum sk byggjast í Tucsupaya í Bolivia. Nógv virksemi var um alt landið mikudagin og i Havn endaði dagurin við, at tveir hjallar, nænnne Tekniska skúla smíðaðu, vórðu seldir á uppboði. Teir fóru fyri 10.000 og 10.500 kr. Dagsverksbólkurin hjá LFU er sera takksamur fyri góðu undirtøkuna, tiltakið fekk.