mikudagur 18. apríl 1990síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Sjúrða Joensen lærara
til áminningar
ptur bygdunun
yrðanfyri Tað
ikki nógv veigg),
eftir, nú áðrenn
tók hin
Alt síðan konan
Alma doyði, fyri nøkrum
árum síðani, hevur lívs-
hann
semasta
neisti hansara verið
minkandi; illa lá fyri hjá
honum at fetta sær á aft-
ur, við skerdum veingi,
tí sum fá onnur hjún,
høvdu Alma
verid knytt at hvørjum
eðrum, i vid og mót-
burði. Alma drógst við
ólekiliga sjúku, ið hon
helst ikki hevði megnað
at staðið so leingi ímóti,
um Sjúrður ikki stóð
henni við lið. Teirra mill-
um var eitt samanhald
at merkja, ið vermdi og
lýsti upp teirra heim, ið
var avbera gestfrítt og
hjartarúmt at koma til.
Tey vóru bæði gjáarfólk.
Sjúrður Joensen varð
føddur 6. august 1913.
Vid Gjógv vaks hann
upp til mans, og fekk
hann har tann dygdar-
førning i arv, ið henda
søgurika bygd gevur sin-
um børnum i uppfostr-
an. Tilkomin fór hann til
skips, og varð tað hans-
ara starv í 9 ár. Hugin til
bókina og alskin til
móðurmálið, ið hann
fekk við sær frá heimi og
barnaskúla, vakti hans-
ara kall til at fáa sær út-
búgving, og tók hann
læraraprógv í Havn í
1942. Aftan á tað, var
hann í 2 ár lærari (vikar-
ur) úti í Svínoy og síðan
á Eiði í 1 ár. Eitt skifti
var hann í heimbygdini,
til hann hin 1. okt. 1946
varå settur lærari i Eldu-
vík og Funningsfirði;
hetta starv rekti hann í
slek 17 ár, til hann hin 1.
sept. 1963 flutti til
Glyvrar, og við tann
skúlan starvaðist hann
síni seinastu læraraár.
Út úr tí lítla, reyða
skúlanum, „niðri á
bakka< í Elduvík, ljóða
ikki meira syngjandi
barnareddir ikki
tuska kvikir føtur long-
ur, i kappleiki runt um
skúlan. Men her verður
steðgað á, tå ið ein vitjar
heimbygdina, og tá ið í
hugaheimi verður leitað
aftur á steinarnar. Tað
var her, ið fyrstu skyld-
urnar byrjaðu, lívsins
fyrsta, krúpandi
hann og
»åbyrgdarkensla«, ið
lærari okkara, sum fáur,
dugdi at fera líðandi á
okkum, ið fyrr vóru
sloppin at reika um, á be
og i fjøru, frå snimmum
morgni av. Tann lítla
skúlastovan gjørdist
skjótt eitt stað, har ið
vit trivust og vóru fegin
at metast. Skjótt vórðu
eygu og oyru opin fyri tí
nýggja og spennandi
heimi, ið fyri okkum opn-
aðist, í tí andaligu menn-
ing, okkara góði lærari
veitt frá sær. Hann gav
okkum setning, ikki bert
í bók og við blýanti, men
eisini úr egnum barmi,
býtti hann út av sínum
fjølbroyttu gåvum,
mangt id kom at royn-
ast, seinni i livinum. Væl
dåmdi honum at siga
frå, og tad gjørdi hann å
sin serstaka hátt, soleið-
is at antin tað vóru gleði-
ligar, ella syndarligar
frásagnir, varð ein rivin
við, av tí, ið líka væl sum
nakar leikur, varð fert
fram fyri okkum. Um
barnadagarnar við
Gjógv, tilburðir á landi
og sjógvi, alt so mynda-
klárt og væl lýst í orðum
og keipum, at ikki hevði
borið til at gloppið nekr-
um ímillum. Tað skúla-
barn, ið hevði fødingar-
dag, slapp sjálvt at velja
sær ta frásegn ella søgu,
tí líkaði best. Tað kundi
ganga »dramatiskt« fyri
seg, tá ið tilgongdin í
seguni, heilt fór avstað
við lærara okkara — eitt
nú tá ið soldáturin
skuldi klintra upp í
træið, har kellingin
goymdi eldferið; træið
tann rerformaði,
langi kolovnurin, ið rakk
upp ímóti loftinum, men
tá ið ovnurin fór at riða
og geva ljóð frá sær,
plagdi lærarin at koma
niður aftur á jerðina.
Ella tá ið Gabbi skuldi
hirða teir posabundnu
bendurnar út í vatnið, so
vóru tað tey fremstu
borðini, ið fingu toyggið,
soleiðis at blekkkrukk-
urnar, ið stóðu niðri í ein-
um útskornum holi,
fremst á borðinum, lupu
út á gólv, men tað vóru
tey elstu í flokkinum
skjót at beta um, og søg-
an kundi halda áfram,
uttan steðg. Hetta elvi
til mangan látur og
stuttleika hjá okkum
skúlabernum, soleiðis
sum vit av tí álvarsama
og veruliga, hann gav
okkum, gjørdust gripin
og hugsandi. Sum lærari
gav hann seg sjålvan,
heilt og fult, og setti eis-
ini krøv til okkum, tó
ikki størri enn tey, vit
vóru før fyri at lúka.
Glegt hevði hann eygað
við, og dugdi at fáa burt-
ur úr teim evnum, ið
góvu seg til sjóndar hjá
tí einstaka — sjálvur átti
hann gávur, bæði til at
skriva og tekna. Manga
var
mynd úr hugaheimi
manaði hann fram á
veggjatalvuni — fyri
okkum listarverk, ið vit
kveptu okkum við at
strúka burturaftur.
Tær mongu frásagnir,
hann ígjøgnum árini
hevur skrivað, egnar
upplivingar, latnar í
segubúna, hava víst
hvussu væl hann er farin
um sítt bygdarmál, og
hvussu nógv hann átti
at bera fram. Ein part av
hesum fekk hann givið
ut eitt
við bókini
»Mangt er«.
åri,
I Elduvikar bygd var
Sjurdur væl
lyddur; hansara partur
lá ongantíð eftir
at heita á, og vinsælur,
lærarin
góður
men fremst av øllum
tann hann var: ein, ið
ikki duldi sína steðu,
meiningar og áskoðanir;
hetta skapaði virðing og
álit til hansara persón.
Bústaður hansara var í
Funningsfirði, og býtti
hann tíðina ímillum báð-
ar bygdirnar, eina viku í
hverjari. Ikki var altíð
tepsiligt til gongu á
vetrarmorgnum, ímill-
um hesar bygdir; Eldu-
vík var uttan vegasam-
band og av ringastu
brimplássum. Teir
strongu kavamorgnar-
nar kundi lærari okkara
verða nógv seinkaður,
og vit høvdu úr Frammi-
stovu eyguni vend niðan
ímóti >Líð<, haðani hann
kom undan. Tá ið hann
gekk oman tann bratta
bein, var sjáldan at hann
ikki misti fótafestið, og
fór endilangur omaneft-
ir. Tá segdu vit, at nú ók
lærarin skíð oman brekk-
una. Ja, vit børn høvdu
bert henda meinaleysa
stuttleika av strevi
teirra vaksnu.
Annan dám hevdu sól-
skinsdagarnir, við út-
ferðum í dali, haga og út
í aðrar bygdir; við hvert
varð skúlin hildin í tí
fríðu náttúru, og sangir
sungnir í hópatali, so
neyt og seyður gánaðu
við.
Sjúrður lærarin dugdi
at fara við sínum skúla-
børnum — av tí varð
hann virdur og væl lydd-
ur; frikorterini, hann var
vid i leiki okkara, ella
tær letur, hann álvar-
samur eygleiddi brim-
brotið, inn ímóti urðar-
grótinum — í spelni og
álvara skiltu vit hann,
og hann skilti okkum.
Friður veri við minnin-
um.
Astrid Joensen
» »
på"
18. april 1990
Summarið nærkast, og
píkadekkini =
Wa
skulu av
+
ES Tað klára vit
Hl við spildur-
«| nyggjum maskinum.
Umframt at hava opið út á kvøldid,
fara vit eisini at hava opið hvønn
leygardag kl. 10.00 til 17.00.
Tú fært ein kaffimunn meðan tú bíðar.
P/f BILRØKT
v/ Símun í Dali
Akranesgøta 11 - Tórshavn
Tlf. 15556 - Fax 15557
Konsulent i
adoptionssager
Da Rigsombudets konsulent i adop-
tionssager forlader sin stilling for at vid-
ereuddanne sig i Danmark, er stillingen
som konsulent i adoptionssager ledig til
besættelse pr. 1. august 1990. Den på-
gældende må dog påregne at skulle
have en kortere introduktionsperiode
med Rigsombudets nuværende konsu-
lent inden ansættelsen den 1. august
1990.
Den pågældende skal aflægge besøg
hos de ægtepar, der søger om adoption
af udenlandske børn og på grundlag
heraf udfærdige de social- og pleje-
rapporter, der er nødvendige for de
organisationer, som formidler adoption-
er af udenlandske børn. Rapporterne
skrives på dansk.
Ansøgere med uddannelse som social-
rådgiver eller anden tilsvarende social
uddannelse foretrækkes. Ansøgere
med relevant erfaring i klientorienteret
arbejde kan også komme i betragtning.
Honoraret udgør pr. 1. april 1989 kr.
141,52 pr. time. Endvidere ydes be-
fordringsgodtgørelse efter — statens
takster. Det samlede timeforbrug til
varetagelse af denne opgave forventes
årligt at ligge på godt 450 timer.
Ansøgningen bedes sendt til Rigsom-
budet, Postboks 12, 110 Torshavn, sen-
est fredag den 4. maj 1990.
Nærmere oplysninger om arbejdet fås
ved henvendelse til Rigsombudet, telf.
1.1040.
Rigsombudsmanden på Færøerne,
Tórshavn, den 4. april 1990
Bent Klinte