hósdagur 19. apríl 1990síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
OT
Nr. 55 — 19. april 1990
Leiguíbúðir Eg
-ein avbjóðing til ta ov dýru sethúsabyggingina
Tá ið eg varð spurdur um at skriva
Þsjónarmið< um evni, ið eg meti frå
mínum sessi sum borgari og embætis-
maður at vera týdningarmikið, rann-
sakaði eg mítt umhvervi og royndi at
hugsa í yvirskriftum.
Hvat er tað, vit sum starvsfólk á ar-
beiðsplássinum tosa um, hvat halda
vit vera umráðandi í okkara egna lívi,
og hvat halda vit vera umráðandi í
okkara samskifti við viðskiftafólk okk-
ara?
Hvat er tað á sama hátt, sumtykist
umráðandi, tá ið eg sum privatpersón-
ur tosi við vinfólk og kenningar?
Ja, sjálvandi er tað mangt og hvat.
Vit tosa helst nógv um okkara frítíðar-
og mentunarlív sum samfelag og sum
einstaklingur, men haldi eg, at hetta
annað hvert verður umrett betur av
eðrum enn mær ella at tað hoyrir til
privata umhvervið, og eg skal tí lata
tað liggja.
Í hesum tíðum verður eisini nógv
tosað um lagnu fiski- og alivinnunnar,
og verða hesi evni dúgliga umredd í
politiskum og eðrum sambandi av
bæði leikum og lærdum/royndum fólki
á økinum, so eisini hetta skal eg lata
eðrum at umreða.
Tvey onnur evni stinga seg tó altíð í
seinastuni upp, nevniliga vantandi
meguleikarnir seinasta hálva árið at
fáa og fasthalda steðugt arbeiði og
íbúðaspurningurin (ella rættari sagt,
spurningarnir í sambandi við íbúð).
Bæði evnini haldi eg meg at hava
ávísa vitan um, bæði sum privatper-
sónur og embætismaður. Bæði evnini
hava stóran týdning fyri einstakling
og samfelag. Munur er tó á steði og
vavi í kjakinum.
Um arbeiðsloysisspurningin kann
sigast, at hann í letuni oftani verður
viðgjerdur sum ein trupul trúarspurn-
ingur — mest tí vit á hesum sum á
eðrum økjum hava lagt ov lítið í at fáa
hóskandi hagtalstilfar til vega, bæði
hvat viðvíkur vavi og innihaldi. Vit
kunnu tí sláa fast, at eingin í hesum
landi í dag við vissu kann siga, hvussu
stórt arbeiðsloysi vit hava — vit hava
enn ikki eina rímuliga góða útgreining
av, hvat tað vil siga at verða arbeiðs-
leysur, bert vita vit, at sosiala deild
býráðsins (Tórshavn) og Almanna-
stovan pr. 31.03.90 guldu út forsorgar-
hjálp vegna arbeiðsloysi til ávikavist
149 og 150 persónar í ellum aldurs-
bólkum millum 18 og 67 ár, og at talið
av umsóknum um stuðul enn er hækk-
andi. Hetta áhugaverda evnið havi eg
bæði av politiskum og sakligum orsek-
um hug fyri fyrst at lata liggja til fak-
liga og politiska viðgerðin hevur fótað
sær á betri sakligum grundarlagi.
Eftir er so kjakið um íbúðaspurning-
in i Føroyum.
Royndi i fjør at birta upp undir kjak
um henda tydningarmikla spurning,
týdningarmikið bæði her og kring
heimin. Royndi í sakligum búna (og
innihaldsliga eisini, meti eg), at sann-
fera lesaran kring Feroyar um, at
hetta er av sterstu sosialu vandamál-
um í dagsins Feroyum.
Tá ið eg seti fram henda pástand, so
er tað ikki í mótloysi um at einki kann
gerast — sjálvandi kann tað tað. Ein-
asta mótloysi, eg kenni í hesum sam-
andi — og tað er ivaleyst stórt — er
tann vantandi áhugin fyri á hesum eki
at seta sær politisk mál, ið ikki bert
eru sprottin av sjálvsekni og vana-
hugsan.
Soleiðis má ein hugsa, tá ið ein fylgir
gongdini á politiska leikpallinum bæði
lokalt og sentralt, tí um ein skal meta
eftir tí politikarar okkara siga okkum í
fjølmidlunum, ja so er størsta vanda-
mál okkara at finna i viðurskiftunum:
1) í fiskivinnu okkara
2) í spurninginum um vit skulu hava
fríari/meira tíðarhóskandi brenni-
vínsselu
3) um blokkstuðulsskipanin skal heilt
ella partvíst verða á barnaansingar-
økinum ella
4) um ávís sjúkrahús skulu hava ein-
støk lækna- ella sjúkrasystrasterv
sett.
At steðan í fiskivinnuni er av stersta
týdningi fyri einstakling og samfe-
lagið er væl eingin ósamdur í — men at
hinir 3 »fjølmidlatopparnir« eru av
stersta samfelagsliga týdningi hjá
fjøldini, er eftir mínum tykki hvat
danir rópa »proportionsforvrængning«
við lít.
Soleiðis man eingin heldur meina tað
í álvara, men eftir stendur, at lítil tíð,
orka og rúmd verður til kjakið, ið m.a.
átti at verið grundarlagið undir t.d.
einum miðvísum íbúðapolitikki, ið fer
longri enn at útvega ov dýr og ov
ótraditionel fígging av sethúsum, sum
einki annað norðurland heldur seg
hava ráð til, sum einasta loysn av ikki
nektaða tervinum eftir góðum og
hóskandi íbúðum (bæði hvat viðvíkur
stedd, góðsku og prísi).
At okkurt bagir á hesum eki, haldi
eg, at fleiri meina, hóast manglandi al-
menna kjakið, tí >reaktiónirnar< uppá
fyrrnevndu grein í fjør og uppá út-
varpssending um sama evni stuít
aftan á, vóru frá vanligum fólki — í
hesum sambandi vanligir sethúsaeig-
arar og leigarar — at á hesum eki vald-
ar politiskt ráðaloysi og manglandi
áhugi, ið líkist líkasælu.
Fáa vit fleiri
leiguíbúðir, verður
fyri fyrstu ferð ein
avbjóðing til tað ov
dýra sethúsa-
byggjaríið og
harvið helst eisini
krav um og
móguleiki fyri
aðrari og meira
tíðar hóskandi
fíggjarskipan til
sethús, skrivar
Tommy Petersen,
almannastjóri.
Men hvat bagir er í stersta mun at
fíggjarskipan okkara er grundsteðis-
liga/hugsjónarliga = ikki munandi
broytt í hugaheiminum hjá politikar-
um (og meguliga partum av veljarum
teirra) og hjá leiðslunum hjá peninga-
stovnum okkara síðan tíðina um
seinna heimsbardaga. Ei heldur eru
okkara hugsjónir um hvat henda fígg-
ing, sum núverandi skipan hóast alt
skaffar til vega, skal nýtast til, broytt-
ar eftir dagsins tervi og meguleikum.
Vit eru ikki komnir longri enn at
hugsa um einstaklingsins fót undir eg-
ið borð. Vit hava ikki givið okkum far
um ella vit royna at skumpa tað burt-
ur, at »stéra« persónliga inntøka okk-
ara er ikki ell til taks. Fyrr vóru krev-
ini frá tí almenna (les skattur o.t.)
minni partur av inntøkuni og likvidi
parturin (hóast lægri lenarlag) sterri.
Vanlig sparikassa- og bankalán (um
lænt varð til bygging) var góð fíggjar-
skipan, og eini hús vórðu síðan bústað-
ur fyri 2-3 ættarlið.
Hetta er í stuttum eitt svar uppá,
hvat m.a. bagir.
Um ein patent- ella gandaloysn
finst?
Neyvan — gandaloysnir hava ofta
sama >substans</innihald sum roykur.
Men eitt stig á leiðini kundi verið at
politikarar og peningastovnar ásanna,
at um vit ikki finna eina fíggjarskipan,
ið skapar meguleikar at fáa til vega
eina hóskandi stóra negd av góðum
leiguíbúðum, ymiskar til steddar og til
rímuligan pris, ja, so koma vit ikki í
framtíðini at hava ráð til at nekta
tervin á íbúðum til tey við vanligari
innteku ella láginnteku.
Eina slíka fíggjarskipan megna pen-
ingastovnarnir meguliga ikki sjálvir at
fáa til vega — helst skal lóggáva til og
meguliga almenn luttøka, men hetta
kundi verið uppgávan/avbjóðingin til
okkara fíggjarserfreðingar innan og
uttan tað almenna — vanliga hevur tað
ikki skortað uppá skaparevni, tá ið
fígging skuldi fáast til vega til onnur
endamál, einstaklingum og samfelag-
num at gagni.
Um fleiri leiguíbúðir soleiðis verður
veruleiki, so verður fyri fyrstu ferð ein
avbjóðing/ein kapping til tað ov dýra
sethúsabyggjaríið og harvið helst eis-
ini krav um og meguleiki fyri aðrari og
meira tíðarhóskandi fíggjarskipan til
sethús.
Við eðrum orðum — vit mugu nú
byggja ein íbúðapolitikk upp á ta sann-
roynd, at húsaleiga (annaðhvert tað er
tað vit vanliga halda er húsaleiga —
nevniliga gjald til eigara av íbúð ella
tað er gjald av rentum og avdráttum
til ein kapitaleigara) er nakað vit skulu
gjalda alt okkara vaksnamannalív ella
meginpartin av hesum.
Fót undir egið borð hjá fjeldini eftir
15—20 árum hoyrir eini farnari tíð til
— gævi vit ásanna tað, meðan tíð er og
handla eftir hesum.
Á summarmála
Tommy Petersen
almannastjóri
PS Ein politikari heit einaferð fyri, at
slík nýggj fíggjarskipan kom at
tyngja samfelagsbúskapin og
lands- og kommunukassan ov nógv
— tað ger verandi skipan í ólukku-
mát við ringum úrsliti fyri tey, ið
øll siga seg at tæna — nevniliga
»Palleba og Marsannu«.