Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-04-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. apríl 1990síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 58 24. apríl 1990 i TUNNUBA TNT "Bittemand í knibe" - og aðrir klassikkarar á skránni, tå 700 dansarar úr øllum landinum hava høvi at hittast á landsstevnu annan leygardag Eini 700 fólk fólk hava í vetur dansað gamlar par- dansir kring landið, - í Havn, Klaksvík, Húsavík, Vági, Nólsoy, á Tvgroyri og Oyrarbakka. Størsta felagid er Dansifrøi I Havn vid fleiri enn 500 limum, har um 300 fólk hava dansað í vetur. Annan leygardag verður stór dansistevna í ítróttar- høllini á Hálsi, sum dansi- feløgini skipa fyri. Í fyrireikingarnevndini sita Ruth og Jógvan Martin Mørk, Arnfrida og Jørgin Rubeksen, Tordis og Er- land Jacobsen, og Mia Cameron. GHM, Spælimenninir í Hoydølum saman við HØVUDSVINNINGUR: nólsingum og harmoniku- liðið fara at spæla, meðan dansifólkið dansar par- dansir sum vals og polka, tveypara-dansir sum t.d. "Bittemand i knibe”, fýra- para-dansir sum t.d. lan- ciers, og åttapara-dansir sum t.d. dupultkvadrillian frå Sønderborg. Byrjað verður 9.30 við dansivenjing og -frálæru. Seinnapartin verður borð- hald, áðrenn farið verður at dansa aftur um sjey- tíðina og til klokkan trý á nátt. Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri slíkari landsstevnu, og verður undirtøkan góð, so er ætl- anin at gera tiltakið til Vikuskifti fyri tvey — við fullum vistar- haldi — á stásiliga Hotel Eiði TIf. 23456 - Eiði fastan tátt á hvørjum ári. Jógvan Martin Mørk, sum er ein av stigtakar- unum, sigur, at endamálið við stevnuni er at geva teimum, sum dansa kring landið og eisini tónleik- arum, høvid at hittast. Tey, sum ætla sær á stevnuna, kunnu keypa atgongumerki hjá dansi- leiðaranum í teirra egna felag ella hjá einum av fyrireikarunum. Limir í Dansifrgi kunnu eisini keypa atgongumerki frá limum í felagsnevndini. Seinasta freist er mána- dagin 30. apríl. HØVUDSVINNINGUR: Kikarin, ið dugur, Brillant 7x50 ZCF- kikarar frå serhandli- Tlf. 15656 - Torshavn Síða 5 Í søguørindum Í gjár kom Lemkuhl" Tað var eitt stásiligt far, sum norska skúlaskipið "Statsraad á Havnina við 80 háskúlanæmingum fyrrapartin í gjár kom inn á P Havnar vág. ' Norska skúlaskipið "Statsraad Lemkuhl" er 75 ára gamalt og kom higar við ; umleið 80 næmingum frá ? tveimum norskum háskúl- um. Næmingarnir hava skeið í søgu, og vitjanin til ? Føroya er ein søgulig kunn Ingrarferd. Áðrenn skipið 6 ul Føroya, vóru tey pr vitjaðu i Hetlandi og í Orkn j yggjum Vitjanin i Fóroyum verð ur stutt. Longu í kveld fer Skipið avstað aftur. i Sum nevnt hava næm- i ingarnir skeið i søgu, so + sjálvsagt gera tey útferð til Kirkjubgar. Saman við Føroya Fólkaháskúla ganga næmingarnir allir í dag ul Kirkjubøar og heimaftur. Annars er eingin skrá fyri vitjanina í Føroyum. Tey 17 til 20 ára gomlu skulu eisini hava høvi til at spáka sær ein túr i býnum. ÁTTU IKKI MERKIÐ Fólk vóru bilsin, tå skúlaskipið "Statsraad Lemkuhl" kom inn eftir vágni við "Dannebrog" í mastratoppinum. Tað var ikki ti tey ikki høvdu frætt, at føroyingar hava sítt egna flagg. Skipið átti bara einki merki, men tað skuldi fáa eitt seinni í gjár. Havn- arskrivstovan sigur, attaðer so javnan skip koma inn við "Dannebrog" i mastrini. Havnarfútarnir plaga tå at biðja skipini um heldur at taka tað niður og einki flagg hava, eiga teir ikki føroyskt flagg at vinda í mastrina. Amnesty International Føroya Deild er opin mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 11.00—16.00 á Bryggjubakka. TIf. 158 16 randi HØVUDSVINNINGUR: SAMSUNG digital-transistor- radio v/ dupult- um bandspælara o.m.ø. hent- leikum frå Plåtubarrini Tlf. 13404 - Tórshavn