Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-04-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 25. apríl 1990síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

; 3 £ £ = 3 å - Nr. 59 — 25. april 1990 ER ls -Tað fer altíð at vera brúk fyri fakfeløgum fyri at bøta um fólksins kor. Arbeiðið, sum hesi feløg gera, verður altíð aktuelt. Tað verður neyvan nakrantíð heilt fullfíggjað, tí verður tað ongantíð at doyggja. Hetta sigur formaðurin í landsins elsta fakfelag, "Fylking", Dánjal av Rana. Felagið verður 75 ár í dag. Hóast tað eru gingið 75 ár síðani hetta fyrsta fakfelagið í landinum varð stovnað á Tvøroyri, so er felagið framvegis virkið og sambart formannin, so fer tað eisini í framtíðini at vera brúk fyri felagnum. -Tað verður altíð brúk fyri fakfeløgunum. Fylk- ing hevur sama týdning fyri yngra ættarliðið, sum nú veksur upp, eins og tað hevði fyri fólkið á Tvøroyri, tá nakrir slóð- arar byrjaðu felagið á sinni sigur Dánjal av Rana. Og hann heldur fram: -Tað vilja altíð vera fleiri partar, og arbeiðs- fólkið vil altíð hava ein mótpart - serliga í ringum tíðum. Tað ræður um at verja longu vunnin rættindi og vinna nýggj. Vit mugu ikki gevast á hondum men halda á við at krevja tey nátúrligu rættindini, sum gll menniskju hava í einum | | | | | tiðindablaðið framkomnum og upp- lýstum samfelag sum okkara. Formaðurin í Fylking dylur ikki fyri, at nógv kundi verið ødrvisi, men hetta kunnu vit so eisini takka tí tørvandi saman- haldi, sum eisini hevur merkt fakfelagsrørsluna. Hann heldur annars, at krilikkurin mótvegis júst Tvøroyri í hesi torføru tíð er órættvísur og løgin. -Vit vita gil, at tað er panikkur í øllum vinnu lívinum her á landi. Tað snýr seg als ikki bara um Tvøroyri. Tað løgna er bert, at tað altid er Tvøroyri og tað fakfel- øgini her standa fyri og arbeiðsfólkið her hevur —— *"- Á AO AO BP 7 rd om es > . ge » i skapt, sum skal standa fyri skotum og verða sett í ringt ljós manna millum. Dánjal av Rana spyr, hvussu tað ber til, at einki hoyrist um balladu ella Onøgd, tå toftatrolarin Snoddid fer ul Grønlands at fiska, tå hvalbiar- trolararnir fara av land- inum at avreida, tá Saturn 3 fer ul Grønlands ella tå Fulltúgvan avreidir í Onglandi! Tað verður ikki gjørt nógv hóvasták burtur úr hesum í eitt nú bløðunum men tá tað snýr seg um Tvøroyari, so er alt á gosi. Dánjal av Rana, sum umframt at vera formaður í Fylking eisini er nevndarformadur á flaka- virkinum å Tvøroyri, heldur tað eisini vera stórt spell, at roynt verður at sáa misálit og koma við skeivum upplýsingum um Tvøroyri, soleiðis sum partur av fjølmiðlunum hevur gjørt í seinastuni. Hann sipar við hesum tl skriving í ávísum blað, har tað hevur verið víst á, at arbeiði! er bert til 20 fólk á flakavirkinum, síðani tað varð leigað út. -Hetta er als ikki rætt. Tingakrossur, sum hevur skrivað hetta, hevur als ikki tosað við virkið ella við okkum í nevndini, og má hetta metast sum ein roynd at undirgrava okkum og tað vit standa fyri sigur Dánjal av Rana, sum vísir á, at tað hevur verið minni arbeiði til fólkið síðani virkið varð Tað var brúk fyri einum fakfelag í 1915. tá Enigheden varð stovnað leigað út enn framman- undan, men at har bara hava arbeitt 20 fólk er ikki sætt. Tað hava verið millum 40 og 50 fólk í arbeiði ta fyrstu tíðina og í farnu viku vóru meira enn 100 fólk á lønarlistanum hjá flakavirkinum. Og um blød ella fólk ómaka sær at fáa nakað at vita, so høvdu tey eisini fingið tað at vita, at vit hava ikki verið so væl fyri við råvøru í seinastuni. Men nú gongur tað móti betri tíðum, tí nú er Suðringur farin aftur í drift og arbeitt verður við at fáa teir báðar Fleyr og Nípuberg at fara í drift aftur. So samanumtikid skal tað nokk fara at eydnast at fáa tey 7000 tonsini, sum virkinum er tillutað sambart ráfiskabýtið og harvið skapa meira arbeiði á virkinum. Dánjal av Rana viðgongur annars, at tað hevur verið torfgrt at finna fram til, hvussu teir best kundu varðveita virkið í hesi truplu tíð, og fyri at virkið framhaldandi kundi vera fólksins ogn, so mettu teir tað vera rætt at leiga tað út í eitt ár. Uppá fyrispurning um tað ikki er ein løgin støda at skula vera formaður í Fylking um somu tíð, sum at virkið verður leigað út til aðrar og limirnir í Fylking harvið missa arbeiði sigur Dánjal av Rana, at hetta kann kanska sýnast so, men sjálvur heldur hann, at júst hetta leigumálið er í løtuni tað besta, sum kann gerast fyri bæði virkið og limirnar í Fylking. -Vit nava við hesum tryggjað, at virkið ....0g tað er framvegis - nú 75 ára aftaná - brúk fyri fakfelggunum heldur formaðurin í Fylking Dánjal av Rana, formaður í Fylking: -Fakfeløgini hava altíð havt stóran tydning fyri Tvøroyri og fara tað framhaldandi í framtíðini framvegis er ogn hjá fólkinum her býr, og tað haldi eg er ógvuliga umráðandi, skulu vit hugsa um framtíðina: at tað vera vit sjálvi, sum skulu avgera lagnuna hjá virkinum og ikki fremm andir. Dánjal av Rana lítur annars aftur um bak hugtungur og fegin. Tað var tann lið lá viðurskiftini í bygdini vóru alt annað enn góð Tað var tann tíð, tá arbeiðsfólkið einki hevði at skula hava sagt. Serliga væl minnist hann skipan ina við kontrabókunum, tå arbeiðsfólkið onga løn fekk men varð tvungið ul at keypa vøru hjá arbeiðsgevaranum fyri tann pening, tað annars skuldi hava í løn og ráða yvir sjálvt. -Jú so sanniliga hevur tað verið brúk fyri fakfeløgum her á plássinum, og tað var kanska heldur ikki av tilvild, at fólk her á plássinum stovynaðú Fylking í 1915 og bert fimm ár seinni Fiskepigernes Fagfor- ening. Hesi bæði fakfelggini hava so sanniliga verið við ti ai tryggja arbeiðsfólki 265 kor, og tað haldi eg 'ey skulu haldaf ram við. I dag telur Fylking 200 limir. Ætlanin er af hátíðarhalda fødingard- agin til heystar jan