Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-04-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. apríl 1990síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 tíðindablaðið TV3 tíðindi TV3 sigur frá, at tey nústani hava havt samráðingar við filmsfelagið MGM/UA og hava víðkað filmssavnið við nógvum góðum og nógv eftirspurdum filmum Nakrir av filmunum, vit kunnu vænta at síggja, eru: Rocky III, Rocky IV, Pink Panther, Black Stallion, Like it Hot vid Marilyn Monroe, Jack Lemmon Some og Tony Curtis, Misfits, Stardus Memo- ries, War Games og Midnight Cowboy. 14 James Bond filmar eru eisini, teir hava áður bert verið vístir í biohellum. TV3 hevur eisini havt samráðingar við MCA UNIVERSAL, og millum teir nýggju filmarnar, tey hava fingið fatur í eru: Tilbage til Fremtiden, Cry Freedom, Night, Mother. Avtala er gjørd við Tochstone Pic- tures, og filmir haðani eru m.a.: Tin Men, Good Morning Vietnam, Three Men and a Baby, Ruthless People og Outrageous Fortune Og avtala er gjørd við Sandrews, og haðani koma 150 svenskir filmar. filmsfelagið Fríggjadagin kl. 17.00: »Eitt hundaliv« Dot er kedd um at kettan er deyð, og hon fær sær ein hundahvølp istadin. Men tanr, sum eigur husini, hon byr i, vil ikki hava hundar at vera í íbúðunum. Sonny er burtur úr arbeiði fyri at vera meira saman við unnustu síni. Tá ið hann kemur til arbeiðis aftur, er ein annar pianistur komin í hansara stað, og so- statt hevur Sonny einki arbeiði longur. Fríggjadagin kl. 17.30: Grannarnir Paul veit ikki, hvat hann skal siga, tá ið hann fær at vita, at Terry er uppá vegin „Jim finnur tað horvna bandið, men eing- in veit, hvat er á ti. Fríggjadagin kl. 19.00: Monte Carlo Remi Chazelles, stersti sponsorurin hjá Sainclairteamir , roynir at fáa Joseph at taka ein nyggjan Luc. Hesir báðir ungu menn- mir royna hver sær at visa ungan kappkoyrara ístaðin fyr „at teir eru teir bestu, og Joseph roynir ikki at vera »par- tiskur« Friggjadagin kl. 21.05: McCall »Heim, kæra heim« Hin 10 ára gamli Billy setir seg i sam- band við McCall og biður hann hjálpa foreldrunum. Tá ið pápi hansara misti ar- beiðið, mistu tey eisini íbúðina. Nakað seinni stjól onkur bilin hjá pápanum. Í honum vóru ell amboðini hjá pápanum. Nú hevur tað almenna útvegað familjuni pláss at búgva á Hotel Alexandria, har verturin ger alt fyri at fáa tey út aftur. McCall og Kostmayer fara til hotellid Lagt til rættis Ella Smith Clementsen Hittist á tif. 156 16 Fríggjadagin kl. 23.55: Alfred Hitchcock »Vandamikil okendur« Ein vandamikil sjuklingur flyggjar frå einum sinnissjukrahusi. Øll verda åvarad og leitingin byrjar. Stutt eftir kemur ein maður rennandi inn í bíðirúmið á jarn- breytasteðini. Har situr frammanundan ein, sum tykist at vera ræddur. Meðan teir bíða eftir tokinum, illtonkja teir hvenn annan at vera tann sinnissjúka Leygardagin kl. 8.00: Professor Q.E.D. Skrivarin hjá Deverill professara, Jenny, fer at vitja mostir sína, sum býr á einum harragarði úti á landinum. Nýliga er farið at spøkja í húsinum. »Lady Maud«, sum búði í húsinum í 1600, gongur aftur. Jenny er um at doyggja av bangilsi, tá ið hon metir »Lady Maud<. Hon setir seg i samband við Deverill, sum beinanvegin fer henni til hjálpar. Hann hevur eina uppfinning við sær — eitt sjálvvirkandi eyga og eitt fototól, sum tekur infra- reyðar myndir. Hann vónar at útav, hver ella hvat spekilsið er finna Leygardagin kl. 23.20: Agatha Christie- tímin - »Tann fjórði maðurin“ Tríggir mans eru á veg til Skotlands í einum toki, advokaturin George Durand, presturin Canon Parfitt og læknin Camp- bell Clarke. Læknin situr og sigur honum frá einum fyrilestri, hann stutt síðani hevur hildið. Hann snýr seg um >persón- spaltning< — um eina unga kvinnu, sum leið av hesum og at enda tók hon lívið av sær. Meðan hann fortelur, kemur ein fjórði maður upp í tokið og setir seg hjá teimum. Skjótt brýtur hann Campbell av og sigur, at talan var um morð og ikki um sjálvmorð hann var sjálvur til staðar og kendi væl kvinnuna. Sir Campbell vil ikki trúgva honum, men so sigur hann honum alla søguna — og hon er syrgilig. Sunnudagin kl. 8.00: Five Mile Creek »Einki at takka fyri« Lagið er ringt í Five Mile Creek. Maggie hevur fingið boð um at maður hennara er deyður í sambandi við eitt rán, og Cobb & Co. royna at keypa Australian Express frá Taylor og Madigan. Taylor hevur hug at selja, og Madigan er bæði vónsvikin og óð. Sunnudagin kl. 16.00: »Mamma okkara, rockstjørnan« Amerikanskur familjufilmur frå 1988. Annie Hackett er einsamøll vid tveimum livligum hålvvaksnum børnum. Hon ar- beidir um dagin i einum vøruhusi og um kvøldid sum sangarinna í trioini Sweet Adelines. Ein dagin hoyrir ein plátuút- gevari hana, og tá broytist lív hennara. Hon verður kend sum rockstjørnan Mystere, og familjulívið verður eisini nógv broytt. Nr. 60 — 27. apríl 1990 Sunnudagin kl. 21.05: Edward og Mrs. Stimpson Ensk dramasendireð frá Thames Tele- vision í sjey pørtum. Vit fylgja við vina- lagnum millum Prinsin av Wales og ta giftu Wallis Simpson, einum vinalagi, sum so við og við broytist til kærleika. 1. partur. Um år 1900 var Prinsurin av Wales ein av teimum best umtøktu per- sønunum i heiminum. I 1928 hittir hann Thelmu Furness, og tey fara safari til Eysturafrika. Men ferðin stedgar, tá ið prinsurin verður boðsendur aftur til Ong- lands, tí pápi hansara er sjúkur Leikarar eru: Edward — Edward Fox. Wallis Simpson — Cynthia Harris. Waris Hussein hevur leikstjórnað. Mánadagin kl. 21.35: Lat drápsmannin sleppa Amerikanskur filmur frá 1986. Denneth Hoffman, dómari, er illa fyri, tá ið hann skal dema í einari drápssak. Akærdi er ein kendur drápsmaður og brotsmaður, og progv eru fyri at hann er sekur. Men av tekniskum orsekum er meginparturin av próvtilfarinum móti honum ógyldug. Skal hann hóast hetta døma mannin til deyða, ella skal hann fylgja lógini og lata mannin leysan? Leikarar: Peter Strauss, Melissa Gil- bert, Jonelie Allen, Karen Austin, Jane Badler, Nillie Perkins, Mitchell Ryan 0.0. Týsdagin kl. 18.35: »Sølvmund« Norskur filmur frå 1981. Hin niggju åra gamli Fredrik byr i Oslo saman vid påpa sinum, og teir hava tad gott. Teir eru al- tíð saman, uttan tå ið Fredrik er og vitjar mammu sína í Bergen. Men so kemur Tove upp í leikin. Hon og pápi Fredrik verða góð, og tey tosa um at fara at búgva saman. Hetta dámar ikki Fredrik. Hann vil ikki hava nakra eyka mammu, isini evundsjúkur at pápin er saman við henni í staðin fyri bara við at tinna upp á ráð og hann er e sær. Hann noydist Tysdagin kl. 20.30: »Murphy Brown« Á veg til lurphy å ein annan bil, sum eitt eldri par eigur. Tibet- wrbeiðis rennir ur hendir eingin folkaskadi, og tey, sum eiga hin bilin, eru blíð. Konan lovar at baka henni eina keku fyri at vísa, at tey ikki eru óð. Men fáar dagar seinni ringir sakførarin hjá Murphy til hennara og sig- ur, at fólkini hava stevnt henni fyri 1,5 mill. dollarar og eru farin í blødini við seguni Mikudagin kl. 20.35: Lívið umleið tey 30 Jeffrey fær aftur samband við Ellyn og bjóðar henni út. Hon vil einki hava við hann at gera, tí hann er giftur. Men seinni fer hon kortini við honum. Men hon uppdagar skjótt, at alt teirra millum er bygt á lygnir og svik, og hon roynir at fáa Jeffrey sannferdan um tað. Hósdagin kl. 17.00: Hvor ræður? Samantha skal ansa eftir 4 ára gamlari gentu, sum júst er flutt haðar saman við mammu síni, Kelly. Kveldið fyri heilsar Kelly upp á Samanthu, og hon verður skjótt væl við Tony og Angelu. Tey síggjast av og á, men Angela illtonkir Kelly at hava logið, tá ið hon segði, at hon var einkja. Maður hennara er helst á lívi og leitar eftir teimum Hósdagin kl. 18.35: Remington Steele Tann arbeiðsleysi sjónleikarin Maxwell Donahua, fyrr kendur sum >Atommaður- in< umframt at vera barnaidol hjá Lauru, verður ákærdur fyri morðið á ein kendan filmsframleiðara. Hesin var júst byrj- aður eina nýggja innspæling av >Atom- manninum«, men við einum nýggjum hevuðsleikara. Tá skuldi Maxwell hava sagt: — Eg drepi hann! Laura er sannferd um, at hann er ósek- ur, og hor roynir at hjálpa honum, um hon veit at hon kann verða åkærd fyri at hava luttikið í morðinum. Hósdagin kl. 21.20: Sherlock Holmes Rivalar William Drew, agentur i ensku fregnar- tænastuni, kemur i vanda, tå hann skal verða eitt vikuskifti úti á landinum til revaveiðu. Millum hinar gestirnar er greivin Krempelstein, sum er stjóri í týsku fregnartænastuni. Og hann er ikki har orsakað av revaveiðuni. Drew upp- dagar av tilvild, at hann er saman við hini vekru Beatrice Graham, sum er trú- lovað einum manni í uttanríkistænast- uni. Kveldið fyri revaveiðuna eltir Drew hana, tá ið hon fer at hitta onkran