Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-04-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 27. apríl 1990síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Len AA AAA | ; i 27. april 1990 Titt prógv avdúkar bert | teg sjálvan, Marner Lisberg Ein freistast næstan til at taka synd í sitandi meiri- luta í Tveroyrar býráð og flakavirkisnevndini, tá ein lesur blaðsamreðuna Sosi- alurin 21. apríl hevði við Marner Lisberg, sum jú ber orð fyri at vera meiri- lutans sjefideologur. Um talan er um eina roynd fyri at bjarga umdemin- um hjá sitandi meiriluta, nu alt gongur á skriðuni til, veit eg ikki, ti so hjálparleyst og sjálvmót- sigandi er samreðan skriv- að. Men hinvegin skerst ikki burtur, at samreðan kókar yvir av óndsinnað- um ákærum móti mær fyri at vera ein lygnara, sum eg noyðist at gera nakrar viðmerkingar til, hóast eg nógv heldur vildi skrivað um teir veruligu trupul- leikarnar á Tveroyri í dag. Yvirskriftin hjá hesum orakli er, at hann nú kann prógva, hvaðani lygnirnar koma. Henda próvfersla fekk meg at hugsa um, tá Erasmus Montanus á sinni prógvaði, at Nille var ein steinur, tí hon eins og steinurin ikki kundi flúgva, ergo var hon ein steinur. Júst á sama hátt verði eg skírdur sum lygn- ari yvir allar aðrar incl. Snopprikk Men hvat er tað, sum Jóannes Eidesgaard sigur ósatt? Jú, Marner sigur (eisini í yvirskriftini), at tað er ein grov lygn, tá undirritaði ber tey tíðindi, at Merner hevur gingið runt í bygdini við gerðar- bókini hjá flakavirkinum. Til dags dato havi eg ikki vilja hverki váttað ella av- sannað hesi tíðindi, tí eg gav honum mítt orð uppá, at eg ikki ætlaði mær víð- ari við tí. So eru tíðindini um, at Marner hevur gingið runt við gerðarbók- ini likin út, so er tað aðrar- vegir, kanska frá teimum sjálvum, tí so gavst ein meguleiki til at sverta mín persón út. Men aftur til kjarnin í málinum. Tað er ein veru- leiki, at Marner 17. apríl fyrrapartin var her úti á Torvheyggi við gerðar- bókini hjá flakavirkinum. Seinnapartin sama dag spurdi Marner Lisberg meg, um tað var í lagi, at Jan Muller, blaðstjóri á Sosialinum ringdi meg upp. og um eg kundi vátta fyri honum, at eg hevði sæð gerðarbókina, og at alt var í lagi í henni. So sum tit síggja, var ætlan in hjá hesum strategi, at minnilutin skuldi reinsa meirilutan og flakavirkis nevndina fyri skuldseting- arnar um falsan av undir- skriftum. Men til hetta mugu tit finna aðrar at dema um, eg geri tað so ikki. Hetta ber eisini bod um ein ótrúligan naivitet, bert at hugsa henda tank- an. At tveráfólk halda tað vera undrunarvert, at Marner Lisberg av sínum einingum kann ganga við gerðarbókini undir armin- um, kann ikki annað enn vera sjálvsagt. Tí hvat fáa skattgjaldararnir, sum í fjørheyst keyptu ognir frå virkinum fyri 5 mió. kr., og sum í januar í ár settu 10 mió. kr. til hækking av partapeninginum, at vita um viðurskiftini á flaka- virkinum í dag, nú tað er avreitt til aðrar at skalta Alt Eystur-Europa eitt vanlukkugki Henda yvirskriftin stendur í Sosialinum 20. apríl 1990. Eg vóni, at Sosialur- in er so mikið at sær komin, at eg kann siga mína hugsa hesu:n við- víkjandi. Svarið er púra greitt og kann ikki verða mis- tulkað. Sosialisman hevur alla skuldina. Hon er eisini ódugulig og heilt ónýtilig eisini á hesum eki sum á ellum eðrum. Fremsti sosialistiski andstødingur í Føroyum í dag Levi Niclasen og valta vid. Hvat fåa tverafólk og vit í minni- lutanum at vita um inni- haldið í leigusáttmálan- um, sum eftir hvat skilst, má vera sveinaroyndin hjá býráðsins lokala vinkulskrivara. Alt hetta verður dult morð, hví? Hvat munnu so tey fólk- ini halda, sum hava fingið sína árligu úrteku á virk- inum, og sum nú ikki longur fáa arbeiðsboð? Hetta alt er tað, sum Marner vil hava til lygnir, tí hetta eru málini, eg havi skrivað um seinastu tíð- ina. Ongantíð betur, alt sum mans- orðaskifti hetta franska ævintýrið var lygn, men tað er tann beiski veruleiki. Hetta mál er relevant, so kunnu tit kríggjast um falsaðar undirskriftir, so galt tit vilja. Tað, sum Marner Lis- berg og partamenn kalla óndsinnaðar leysasegur, eru realitetirnir á Tver- oyri aftan á at partamenn hansara hava stýrt bygd- ina út í stórt arbeiðsloysi. Prógvið finnur tú við at fara út á getuna og práta við fólk, tí nú er sunnu- dagur næstan hvenn dag á Tveroyri Jóannes Eidesgaard Summarið nærkast, og píkadekkini =. Skulu av Tað klára vit við spildur- nýggjum maskinum. Umframt at hava opið út á kvoldið, fara vit eisini at hava opið hvønn leygardag ki. 10.00 til 17.00. Tú fært ein kaffimunn meðan tú bidar. P/f BILRØKT v/ Símun í Dali Akranesgøta 11 - Tórshavn Tlf. 155 56 - Fax 15557 Lýsið i soslalinum sagt upp Síðan 1. februar 1975 hevur Sonja á Argjaboða verið leiðari á Heimahjálpini. Men nú hevur hon sagt upp og fer úr starvinum 1. august. Tad eru persónligar orsøkir til, at Sonja fer úr starvinum. Hon flytir í Eysturoynna og fer á HF í Gøtu - Tað hevur verið eitt spennandi arbeiði. ið eg framvegis eri góð við, sigur Sonja. STÓRT BINGO við burturluting verður í Roynhøllini månakvøldid 30.4., kl. 19 Burturlutad verdur so sum: Vikuskifti fyri tvey á Hotel Bella, Ferð við tyrluni Froðba— Tórshavn, Olja, Bensin, Lamb til heystar o.m.a. gott. Agóðin fer óskerdur til Varda Verk- staðin á Bakka í Vági. Fyrireikararnir