leygardagur 28. apríl 1990síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
EA
SUN
SN UR
Nr. 61 — 28. apríl 1990
Hans Jórgen Remmer:
Arbeiði verður
til fleiri og fleiri
- Men tað fer at taka sína tíð at umleggja Tvør-
oyrar Flakavirki frá at vera eitt órentabult virki,
sum skattaborgarin rindaði undirskotið av, til at
verða eina sunna fyritóku, sum fíggjarliga hvílir
í sær sjálvum - leys av kommunukassanum
Hans Jørgen Remmer,
verandi stjóri í Tvøroyrar
Flakavirki og nevndar-
limur í Eurofish, heldur
lítið um tað blaðkjak,
verið hevur í blødunum
síðani Eurofish yvirtók
Tvøroyrar Flakavirki.
- Eg dugi ikki at siggja
hvat endamålid er vid
teirri øsing og persóns-
forfylging, sum verid
hevur, sigur hann. - Men
eg loyvi mær at ivast i, um
tey sum standa å odda fyri
hesum, eru fólk sum vilja
flakavirkinum tað besta.
Motivini sýnast at vera
nøkur heilt onnur.
Meira arbeiði
- Men skilur tú ikki at fólk
eru ónógd við so brådliga
at standa við ongum
arbeiði? Og at havt verður
at teimum persónum, sum
beinleiðis ella óbeinleiðis
eru orsøkin til tað?
- Jú, eg skilji væl at
stóðan er trupul hjá
mongum. Eg skilji væl at
tað er hart hjá eitt nú
hjúnum, har bæði áður
hava havt arbeiði á
virkinum. Men fólk mugu
skilja, at flakavirkið kundi
ikki koyra sum tað gjørdi.
Har var stórt undirskot á
hvgrjum árið, sum skatt-
gjaldarin mátti rinda.
Hans Jørgen Remmer
lovar annars, at teir so við
og við fara at økja um
talið á arbeiðsfólki á
virkinum.
- Tá vit yvirtóku virkið,
var alt nýtt fyri okkum.
Vit kendu tað ikki nóg
væl, og ti vóru åvisir
trupulleikar. Og til ta nógv
umtalaðu fyrstu lastina er
at siga, at hon kom inn
beint fyri páskir. Vit
høvdu bert ein dag at
arbeiða hana í, og tí náddu
vit ikki at góðska allan
fiskin.
- Men tølini vísa heilt
greitt at arbeiði er vorði
meira fyri hvgrja viku, tær
triggjar vikurnar, Eurofish
hevur rikið tað. Og eg
bæði vænti og vóni at vit
eftir einum ávísum tíðar-
skeiði kunnu hava líka
nógv fólk ul arbeiðis, sum
vóru áðrenn tað varð
útleigað.
Síða 7
Hans. J. Remmer: Tvøroyrar Flakavirki framleiddi ov lítið fyri ov nógv. Tað kundi ikk:
ganga. At fáa virki at koyra væl verður hart, og fleiri verða rakt - men tað er neyðugt
skal virkið kunna halda fram
Alt skerast til flak
Høvudsorsøkin til at so
nógv fólk hava gingið
arbeiðsleys á Tvøroyri
síðani Eurofish yvirtók
flakavirkið, er, at fiskur er
farin ótilvirkaður av landi-
num. Men hetta lovar
Remmer fer at broytast.
- Tað er okkara heilt
greiða mál bert at senda
tilvirkaðan fisk - skornan
til flak - av landinum
sigur hann. Tað er ikki
bara best fyri Tvøroyri
men eisini fyri Eurofish.
Góður moralur
Hóast blaðskrivingin og
innsavnan av undirskrift
um bendir á nakað annað
so heldur Remmer at
arbeiðsfólkini á Tvøroyrar
Flakavirki skilja stóðuna,
og eru positiv fyri ti, sum
fer fram.
- Vit síggja heilt greitt
ein góðan vilja frá
arbeiðsfólkinum til at vera
við í hesi roynd at fáa
virkið at bera seg, og eg
haldi ikki at tey hava lauð
seg ávirkað av teirri gsing,
verið hevur seinastu vik-
urnar, sigur hann.
Perestrojka
Hans Jørgen Remmer hel-
dur at tað sum nú fer fram
á Tvøroyri, kann
samanberast við "pere-
strojka"-rákið eystanfyri.
- Grundhugsanin er, at
Ivøroyrar Flakavirki skal
standa á egnum beinum
Tástani verður tað
sunn fyritøka
hevur tað ovurhonds
undirskotið verið sent sum
rokning ul
ararnar. Nú er virkið leyst
av kommunukassanum, og
hevur ongan møguleika at
11
Viti
Higartil
skattaborg-
dekka eitt møguligt
undirskot inn við skatti
- Tað er heilt greitt at
hetta verður hart, og nógv
fara at verða rakt. Men
Ongin annar útvegur er.
Tvøroyrar Flakavirki
kundi heilt einfalt ikki
koyra sum tað gjørdi
endar Hans Jørgen
Remmer.
S-$-
Olavur Simonsen:
Arbeidsfolkid
eigur virkið!
- Og kommunan hevur júst sett 10 mið. kr. av
kkara pengum i afturat. Tað má tí verða eitt
minstakrav at okkara sjónarmið verða tikin fyri
IP:
FLi
Tad var Ólavur Simonsen
sum í síðstu savnaði inn
tær 34 undirskriftirnar
undir skrivið við kravinum
um, at eykaaðalfundur
verður hildin í Arbeiðs-
mannafelagnum Fylking.
Orsgkin var, at Dánjal
av Rana, formaður, hevði
avvíst tað, tá nakrir limir
stutt frammanundan høvdu
biðið um ein limafund um
støduna, eftir at Eurofish
hevði yvirtikið flakavirkið.
- Men vit vóru fleiri ið
vóru sera Onøgd við, at
Eurofish sendi at kalla
allan fiskin ótilvirkaðan av
landinum. Arbeiðsloysi
var brádliga á Tvøroyri,
og tí var ikki annað enn
nåttårligt at arbeiðs-
mannafelagið helt ein fund
um tað.
Lógin í Fylking sigur, at
eykaaðalfundur skal verða
hildin, um minst 25 av
limunum krevja tað. Og
Olavi Simonsen tørvadi
ikki langa tíð at fáa nóg
mikið av nøvnum á listan
sum kl. fimm seinasta
fríggjadag varð handaður
Dánjali av Rana.
Okkara virki
Men skilir starvsfólki ikki
at neyðugt at gera virkið
meira effekiivi? At tað
higartil hevur framleitt ov
lítið fyri ov nógv?
- Jú, tað er greitt at
flakavirkið ikki koyrdi
nóg væl, og at okkurt
mátti gerast, sigur Olavur.
- Men vit eiga ongantíð at
gloyma, at tað er arbeiðs-
fólkið sum eigur Tvør-
oyrar Flakavirki! Og tað
vóru 10 mió. kr. hjá
okkum, sum kommunan
herfyri setti í virkið!
Olavur heldur ti at
arbeiðsfólki á Tvøroyrar
Flakavirki má hava loyvi
til at seta heilt onnur krøv,
enn um iad var onkur
annar, ið átti arbeiðs-
plássið.
- Og tað er ti eisini nógv
meira átaluvert at virkið
av nøkrum fáum verður
leigað til eitt fremmant
felag, uttan at fólkið
eigararnir - verða efur-
spurdir. Tá tað síðani sæst
hvussu hetta felag rekur
virkið, má tað verða eitt
minstakrav, at arbeiðs-
mannafelagið hevur ein
fund um støduna, heldur
hann.
Onki hoyrt um
undirskiftina
Hóast tað er almanna-
kunngjørt frá fleiri síðun
at málið um ta nógv
umrøddu følsku undir-
skriftina hjå Olavi er å veg
rættin,
framvegis onga
fingið frá sakførara
- Men tað er heilt greitt
at eg standi við míni orð
sigur hann at enda við
Sosialin.
hevur hann
ivarin£
Dånjal av Rana, form. i Fylking:
Sjálvandi fáa
teir fundin!
Kravið frá teimum 34 monnunum sum kreyja
eykaaðalfund hildnan í Arbeiðsmannafelagnun
Fylking, verður eftirlíkað!
Olavur Simonsen hevur
alment hótt við at klaga til
FA, um eykaaðalfundur
ikki skjótt varð lýstur.
Men nú er greitt, at heta
ikki verður neyðugt.
=>