týsdagur 1. mai 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Fiskigrunnar
og I. mai
UM somu tid sum arbeidarafeløg
kring alt landið halda 1. maidagin
koma tey døpru og skelkandi tidindini
um, at fiskastovnarnir á einum av
rikastu fiskigrunnum okkara, Føroya
Banka, eru við at vera heilt týndir.
Sjálvt lívsgrundarlag okkara er farið
at rilla av álvara.
NÚ hava vit í longri tíð bara hoyrt
um, hvussu svart tað sær út, hvussu
álvarslig stødan er í landinum, um
eina kreppu fyri og aðra eftir. Og nú
gongur móti heitari og ljósari tíðum
halda mong av okkum helst, at nú
kann tað vera nóg mikið við
dómadagstosinum og -skrivingini.
Okkum tørvar at hoyra okkurt gott og
lívsjáttandi
GAMANI - men stødan tykist nú at
vera so mikið ålvarslig, at tað er rætt
at rópa eitt hart og tyduligt varskó. Er
stødan veruliga so ålvarssom, sum ein
royndur fiskimadur greiðir frá í
blaðnum í dag, so er tað púra greitt, at
júst henda sannroynd átti at verið
tíkin fram í teimum mongu 1. mai-
dagsrødunum kring landið í dag.
FER sjálvt úlverugrundarlagið hjá
okkum øllum og tjóðini Føroyum at
rilla av álvara, hvat er tá eftir, hvussu
leingi kunnu vit tå búleikast á hesum
klettum kunnu vit spyrja! Og hvat
høpi er yvirhøvur at tosa um
skerjingar og sparingar her og har fyri
Abyrgdardladstjor: Jan Múller
Fyritaksstjør: Kristjan Dahl
Ljósmyndar: Kalmar Lindenskov
at bøta um búskaparligu støðu okkara,
um vit longu eru við at týna tað vit
standa á, nevniliga fiskastovnarnar!
TAÐ stendur so púra greitt, at hevur
tað nakrantíð verið brúk fyri polit-
ikarum til at taka avgerðir og kenna
ábyrgd mótvegis tí fólki teir umboða,
so er tað nú. Her snýr tað seg ikki um
at spara einu milliónina her og at fáa
einu milliónina inn aftrat har, men
her snýr tað seg um at fyribyrgja, at
ikki fiskastovnarnir verða heilt og
fullkomiliga týndir.
OG hvat kann so gerast fyri at forða ti
kann verða spurt. Kanska onkur 1.
mairgðari fer at geva okkum upp-
skrifuna uppá tað. Hann ella hon
kundi td. spurt, hvat gerast kann fyri
at bjarga tiskastovnunum, um tað nu
veruliga stendur so illa til, sum fleiri
av okkara fiskimonnum vilja vera
við! Politikararnir hava bara eina
loysn , og hon er at spara og skerja og
at taka fleiri pengar frá
skattaborgaranum. Hesin peningurin
skal so m.a. brúkast til at hjálpa
einum illa fyrikomnum trolaraflota,
soleiðis at hann kann æna víðari. Tað
eru tó tey, sum halda, at tað er púra
burturvið at taka pengar inn frá
Palleba til at koyra í ein trolaraflota,
sum er í ferð vid at nidurfiska og
oyða okkara grunnar, soleiðis sum
gongdin á Føroya Banka er eitt
týðuligt tekin um. Hver logikkur er í
at halda lív í einum fiskiflota, sum
longu hevur trároynt okkara
fiskigrunnar k ann verða spurt!
Norðurlendska
arheiðarargrslan '2
og 1. maidagurin 5
I farnu viku hildu umbod fyri javnadarflokkarnar og
Blaðfóik Høgni Djurhuus |
Randi Jacobsen |
Tórfinn Smith
Útgevari: P/f Sosialurin |
Uppseting: P/t Sosialurin
| Prent Pif Pressan 1981 |
1. MAI skal annars minna okkum å,
at vit øll hava javnbj6dis rættindi til
at vera partur av
vælferdarsamfelagnum. Tad hevur
vist seg upp gjøgnum søguna, at
atgongdin til hesi sjålvsøgdu rættindi
hevur verid so sum so. Tiskil hevur
eisini verið neyðugt at stríðast fyri
hesum rættindum. Tey koma ikki av
sær sjálvum.
HÓAST vit nærkast eini nýggjari
øld og hóast vit meta okkum upplýst
og sera framkomin samfelgg í okkara
parti av heiminum, so er greitt, at tað
fer altíð at vera neyðugt at gera vart
vid og krevja sín rætt javnbjóðis
øðrum. Hetta merkir ikki, soleiðis
sum miskilt av mongum, at gll
menniskju skulu vera líka. Tað merkir
heilt einfalt, at umstødurnar at virka í
samfelagnum skulu vera líka. Tvs. at
vit øll hava rætt til skúla, til arbeiði,
ul heilsubót osf.
OG hóast tey helst eru mong í tali,
ikki minst orsakað av høgravendari
propagandu, sum trúgva, at 1. maí er
farin í søguna, at brúk er ikki fyri
einum 1. maidegi longur, tí nú hava
øll tað so gott, so vita vit kortini at
tað fer framhaldandi at vera neyðugt
at standa saman og verja longu
vunnin rættindi og vinna nýggj. Til
tess tørvar okkum fakfeløg.
MEN tå sjálvt lívsgrundarlagið hjá
okkum øllum er farið at rilla av
álvara, tá eiga vit øll somul at standa
saman og bera tær byrðar hetta nú
einaferð fer at kosta. Betur var um vit
vóru fyrivarðin heldur enn eftir-
4
Bústaður: Argjavegur 26
Teiefon
Postadressa: Postsmoga 76
Argir 110 Tórshavn
11820 Telefax 14720
snarðin. Men hent er hent , og vit
mugu royna at bjarga "stumpunum"
og koma fyri okkum aftur. Orð kunnu
brúkast til nógv. Eisini 1. mai. Latið
okkum tó vera realistisk og fyrst og
fremst tosa um tey tingini, sum í hesi
løtu hava størstan tydning fyri okkum
øll. Og sum stødan sær út nú, so eru
tað fiskastovnarnir, ið eiga at liggja
fremst í okkara huga.
BETRI sáttmálar, endurgjald fyri
mista prístalsregulering, forðan av
okursprofitti í sølu av gerandisvørum
osfr. hoyrir eisini heima í |.
mairødunum í år. Men latið okkum
fyrst og fremst tosa um
tilverugrundarlagið, sum eftir øllum
at dóma, er farið at rilla av álvara. Og
tað er hetta vit øll skulu liva av. Hvat
er hent, hvat hendur júst nú og hvat
fer at henda í framtíðini. Hetta eru
relevantir spurningar at tosa um ein
tilikan dag. Men mest týðandi
spurningurin er: hv at kunnu vit gera
og hvat vilja Vit gera!
Komið í dag, í morgin er kanska ov
seint var tað onkur, sum einaferð
segði. Kanska vit skuldu tikið tey
orðini til okkum í hesi tíð!
jamú
Atli
Dam
og Hans
Jørgensen við á ráðsteynu
í Finlandi hjá norðurl-
endsku arbeidararørsluni.
arbeidararørslurnar í øllum Norðurlondum rådstevnu í
Finlandi. Ur Fóroyum vóru Atli Dam, formaður javnaðar-
floksins og Hans Jørgensen skrivari í javnaðarflokkinum. Á
ráðstevnuni vóru fleiri samtyktir gjórdar eitt nú ein í
samband við 1. mai. Hon er soljóðandi:
Tað er við eini kenslu av
errinskapi, at norður-
lendska arbeidararørslan
hátíðarheldur í dag 100
ára dagin fyri 1. mai.
Norðurlendsku vælferðar-
samfeløgini eru tey itøki-
ligu úrslitini av virksem-
inum hjá norðurlendsku
arbeiðararersluni. Hesi úr-
slit fingu vit í lag aftan á
langt og ofta tógvið stríð.
I dag er vælferðarsamfe-
lagið ein sjálfylgja fyri ell.
Fyri eitt hundrað árum
síðani var tað eitt Utopi.
Arbeiðararerslan plagar
altíð at leggja kósina fyri
tey komandi tíggjuárini —
ikki bert fyri dagsins
aktuella politikk. Tí verð-
ur 100 ársdagurin fyri 1
mai ikki einans nýttur til
at hyggja aftur til teir
nógvu sigrarnar, norður-
lendska arbeiðararerslan
hevur vunnið, men eisini
til at seta okkum nýggj
mál.
Grundleggjandi boð-
skapurin hjá arbeiðara-
rørsluni um samsteðu fær
ein nýggjan aktualitet við
gongdini í Eystur og Mið-
Europa. Økta samstarvið
í V-Europa við innara
marknaðinum og myndan
av nýggjari europeiskari
fíggjareind, er ein nýggj
avbjóðing til arbeiðara-
rersluna, ein avbjóðing vit
ikki koma uttanum. Tann
Framhald á síðu 18