Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 1990síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FS "Vaktarfólk" á Nordafar: Onga løn I ár Nordafar-stødin í Grønlandi er farin konkurs. Landsstýrið hev- ur steðgað øllum gjaldingum. Men kortini eru tey sjey "vaktar- fólkini" ikki uppsøgd. Tey starvast framvegis. Summi eiga tveir mánaðir til góðar í løn. Ein eigur fýra mánaðir. Og ongin veit, hvaðani pengarnir skulu koma... Tað eru nú fimm-seks ár síðani at nakað veruligt virksemi var á A/S Nordafar í Grenlandi. Síðani hava bert nakrir Kanada-bátar umskipað veiðuna á stødini. Vinningur hevur við ødrum orðum ongin verið. Men fólk hava kortini starvast á Nordafar líka síðani. Føroya Landsstyri hevur goldið lønirnar til sjey sonevnd "vaktarfólk". Orsøkin er, at hóast talan er um eitt danskt parta- felag, so hevur Føroya Landsstýri verið størsti partaeigari. Og teir hava verið lítið sinnaðir fyri at lata alt fara fyri skeyti. - Tað kundi jú altíð verið, at arbeiði aftur fór at verða á stødini. Konkurs Men å våri i fjør vard stødin koyrd konkurs, og fyrsta skiftissamling var i Handilsrættinum i Keyp- mannahavn í mai. Ein danskur sakførari varð valdur til kurator, og í Føroyum bleiv tað Jógvan Páll Lassen, sum kom at umsita hesi viðurskifti. Ongin avgerð hevur síðani verið tikin viðvíkjandi Nordafar, uttan við góðkenning frá Jógvani Páll Lassen. Men hóast stødin varð koyrd konkurs, helt Føroya Landsstyri fram vid at gjalda tad, sum konkursbúgvið helt vera neydugt fyri at halda stødina vid lika. Teir vildu soleidis forda fyri, at ognimar á stødini fóru fyri skjeyti, og hava hana til at taka, um nýggir møgu- leikar skuldu víst seg. Við í hesum gjaldið vóru m.a. lønir til tey sjey fólkini. Steðgaðu gjaldingunum Men við endan av februar, vórðu kortini allar gjaldingar steðgaðar, og landsstýrið loysti seg heilt frá stødini. Hetta bleiv gjørt Jógvani Páll greitt 3 sr i ein góðan mánað fram- manundan. Men fólkini kortini ikki uppsøgd! Tey hildu fram at starvast sum á einum "vaktarfólk" trotabúgvi, sum í veruleik- anum ongan góðan eigur. Vit tosaðu í gjár við nøkur teirra sum eru har yviri í løtuni. Tey hava bert fingið løn fyri januar og februar í ár - Le. tær lønimar sum landsstýrið rindaði. Men tey lótu kortini ikki illa at. "Lenin skal nokk koma. Hon plagar altíð at koma ov seint", varð sagt. 1. mars steðgaði lands- stýrið øllum gjaldingum til Nordafar. Lønirnar skulu síðani rindast av búgvinum sjálvum - og spurningurin er, um tað fer at eydnast at fáa pen- ingin til vega blivu Einki í ár Men ein maður er kortini sum er sera ónggdur. Tað er Erling Joensen av Tvøroyri. Hann hevur ikki fingið eitt oyra í løn í år, og hevur smáar vónir um yvirhøvur at fáa nakað. - Blivu vit uppsegd í dag, áttu eg og kona mín, Erling Joensen hevur onga løn fingið í ár. Tey flestu av hinum starvsfólkunum hava fingið fyri tveir mánaðir. Búgvinum vantar vid ødrum orðum at gjalda um 14 månadarlønir. Um- ram uppsagnarløn til tey, sum skjótt verða søgd úr starvi. Síða 5 sum eisini starvast á stødini, tilsamans 248.000 krónur ul góðar, rokna vit uppsagnarlønina uppí, sigur hann. Hann sigur víðari at fær hann ikki okkurt útgoldið skjótt, missir hann húsini. Erling Joensen um- hugsar ti at fara til sakførara við málinum. S-S- Hvat kunnu tey vænta sær? Hverjar møguleikar hava tey fyri at fáa sína løn útgoldna? Hver skal gjalda hana? Hvaðani skulu pengamir koma? Og kunnu tey yvirhevur vænta sær nakað? Tað tosa vit við Jógvan Páll Lassen um í morgin. Einki brennivín ur klubbunum Fútin hevur nú givið ølklubb- unum greið boð: -Selja tit brennivín úr húsinum fellur hamarin Nú hava allir ølklubbar fingið greið boð frá fútan- um tá tað snýr seg um sølu av rúsandi løgi út av húsinum. Hetta er ólógligt, og verður ikki tolt longur. Í einum skrivi til allar klubbar, sum fáast við tílíkt virksemi ger fútin vart við, at sambært galdandi lóg er allur handil og útskeinking av rúsandi løgi bannaður. Tað eru klubbar, sum ávísar tíðir, selja rús- drekka út av húsinum. Hetta er ólógligt sjálvt um onkur vil kalla hetta sela, lán ella okkurt heilt annað, sigur fútin og hann leggur aftrat, at hendir hetta, eftir at ávarðingin nú er givin, verður sakarmál. Sum skilst er tað serliga sóla út úr ølklubbunum, henda ávarðing snýr seg um, og fyri at tryggja sær, at eingin nú fer at halda, at ølklubbarnir annars eru lógligir viðmerkir fútin, at der herved ikke er taget stilling ul lovligheden af klubben ella foreningens virksomhed iøvrigt, sum tikid verður til í skriv- inum. Vit spurdu Finn Ougaard, varafúta, um orsøkin til at eitt tílíkt skriv júst nú er farið út er orðaskifti um broyting- arnar í rúsdrekkalógini, men tað hevur hann onga viðmerking til. -Hevur fútin fingið á- heitan frá nøkrum - eittnú landsstýrinum? -Nei! tór.-