fríggjadagur 4. mai 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
|
|
tíðindablaðið
I S0Sial
Køvid ikki allar
nýroyndir
EIN afturvendandi spurningur í fiski-
vinnutjakinum her á landi seinastu
árini hevur verið góðska. Fyri yvir-
høvur at kunna framleiða fyrsta floks
dygdarvørur til hægsta pris mugu vit
fáa so góðan fisk til lands sum
yvirhøvur til ber.
MENN eru ymiskir å måli um,
hvussu góður fiskurin er, sum verður
landaður til virkini. Tað vit oftast
hoyra er, at trolveiddur fiskur er verri
enn útróðrarfiskur. Utróðrar- og
línumenn serliga halda, at teirra
veiðuháttur gevur virkjunum tann
besta fiskin at virka til dýra vøru.
TAÐ hava so eisini verið gjørdar ein-
stakar royndir at byggja nýggj skip til
heimaleiðirnar, har serligur dentur
hevur verið lagdur á innrætningin
umborð fyri harvið at geva fiskinum
tær bestu umstødurnar at koma heil-
skapaður til lands. Í hesum sambandi
hava vit oftani hoyrt tey bæði skipin,
Fugltúgvuna og Saturn 3 nevnd.
Abyrgdarbladstjori Jan Múlier I
Fyritaksstjóri. Kristjan Dahi
Ljósmyndar: Kalmar Lindenskov i
HESI skip vórðu bygd tl at føra góð-
an fyrsta floks fisk til lands. Og
royndirnar av hesum báðum skipu-
num eru eisini tær, at tað hevur verið
framúr góður fiskur, tey hava lagt
upp. Hetta hava vit hoyrt bæði virkis-
leiðarar og vrakarar vátta.
HERFYRI komu so tey heldur ringu
tíðindini, at Saturn 3 hevur givið
skarvin yvir í Føroyum og er farin til
Grønlands at fiska og avreiða ul virki
har. Orsgkin sigst vera tann, at skipið
fekk ongar sømdir frá landsstýrinum,
tá tað galt íslandsloyvi. Og harvið
metti eigarin, at skipið rætt og slætt
var óynskt í Føroyum. Hann tók
avleiðingina av tí og rímdi.
HVOR so enn orsøkin er til, at skipið
er farið til Grønlands, so er tað stórt
spell, at júst tey skipini, sum leggja
tann dýrasta fiskin upp á land, verða
tvingað av aftur landinum. Her áttu
myndugleikarnir at sett seg saman við
umboðum fyri vinnuna og hesi skip
og tosa um, hvussu vit loysa tílíka
ósemju, fyri at varðveita hesi góðu
skip í flotanum. Tað átti at verið
stavnhaldið hjá fiskivinnuumsiting
og politikarum at rikið ein politikk,
sum miðjaði ímóu at premiera menn
Ein lítil viðmerking til
greinina: »Filadelfia skilir
ikki grannarnar«
Biadtéik Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
Útgevari Pit Sosialurin
Uppseting P/f Sosialurin Í
Prent
og skip, sum leggja góðan fisk upp
heldur enn at venda teimum bakið.
AT so hesir somu menn ikki skulu fáa
betri pris fyri henda góða fiskin er
eisini ein skeivleiki í skipanini.
Hvussu kunnu vit fáa fiskimenn at
gera sær stórri ómak við fiskinum,
um teir fáa somu løn sum ein, ið er
líkasælur við, hvussu fiskurin sær út,
tá hann kemur upp á land! Og hvussu
kunnu vit eggja monnum til at byggja
betri skip, um tað ikki sæst aftur í
fiskaprísinum.
TAÐ verður tosað vítt og breitt um
fiskivinnuupprit og um nýggjan fiski-
vinnupolitikk við veruliga itøkiligum
úrslitum. Nú skal okkurt henda siga
tjóðveldismenn og gera seg til høv-
uðstalsmenn fyri at fremja broytingar
í fiskivinnuni. Men hvar finna vit
broytingina, sum hevur við sær hetta,
at tann besti fiskurin fær tann besta
prísin!
VIT harmast um, at eitt skip sum
Saturn 3 ikki longur avreiðir sin
frálíka fisk til okkara egnu virki. Vit
kunnu so bert vóna, at menn , sum í
framtíðini skulu sita við ábyrgdini,
eru so mikið at sær komnir, at teir
| Bústaður: Argjavegur 26
P!f Pressan 1981 | Telefon
Argir 110 Tórsharn
11820 Í Telefax 14720
royna at skilja, hvussu stóran tydning
tað hevur, at hesi góðu skip fáa
liviumstødur í Føroyum. Vit vita
eisini um umsóknir, sum liggja í
landsstýrinum, har menn ynskja at
byggja nýggjar útróðrarbátar til
Føroyaleidina, bátar, sum júst hava til
endamáls at fáa sum mest burtur úr
fiskinum. Okkum kunnugt hava menn
enn ikki fingið nakað positivt svar.
TAÐ er greitt, at trýstið á grunnarnar
er ov stórt, og tiskil kann tað í fyrstu
atløgu tykjast bakvent at loyva
vygging av nýggjum skipum. Men
her mugu okkara politikarar duga at
skyna ímillum, soleiðis at endumygg-
ing av flotanum, ið hevur til endamáls
at fáa skip, ið føra bara fyrsta floks
fisk til lands, sleppa at royna seg. Tað
kann ikki vera rætt bara at siga nei og
vísa gllum nýggjum royndum aftur.
Latið okkum ikki fella heilt í fátt,
latið okkum eisini taka undir við
nýggjum tiltøkum, sum vit síggja
kunnu geva samfelagnum meira fyri
okkara fisk.
Jamii
Fyrst er at takka Randi
Jacobsen frå Sosialinum,
at hon roynir at fåa upp-
lýsingar fram um hetta
fyri okkum í grannalag-
num hjá »Filadelfia« so
áhugaverda mál.
Í 1960-unum búðu eini
eldri hjún á tí staði, hetta
húsið nú stendur. Tey
hevdu eini vanlig feroysk
hús og vakran urtagarð
uttanum. So doyði maður-
in og einkjan seldi húsini.
Tey, sum keyptu, búðu
har eina tíð, men tá tey
ikki sluppu at byggja út,
seldu tey húsini. Tá ið
»Filadelfia« keypti húsini,
var leyst og liðugt. Teir
fingu loyvi at byggja stór
hús við brandmúri til båd
ar grannarnar, tó við teim-
um treytum, at parker-
ingsplåss i tveimum
hæddum skuldi vera å
ognini. Hetta parkerings-
plåss sæst tydiliga å hesi
myndini:
Henda mynd broyttist
tó rættiliga skjótt fyri
okkum grannar at síggja.
parkeringsplássið í neðra
bleiv ístaðin brúkt til
garasju, og skjótt kom
hurð fyri og lás á. Ovara
parkeringsplássið legdu
tey heldur ikki í at brúka
til annað enn spælipláss
hjá bernum o.t.
I ferðslulógini, $ 33 a,
stk. 2,1 stendur: Heldur
ikki má parkerast út fyri
inn- og útakstri til og frá
eigindómi ella soleiðis, at
akstur til og frá eigindómi
tarnast munandi.
Tann, ið kemur fram til
»Filadelfia« á kveldi ella
sunnudag, hevur sæð ta
rød av bilum, ið stendur
allan vegin frá Bryggjarí-
num og oman til Málinga-
handilin, meðan parker-
ingsplássið hjá »Fila-
delfia« og parkerings-
plåssini vid Bryggjariid
standa tóm. Kanska onn-
ur fólk skilja, at vit arg-
ast, hóast »Filadelfia« ikki
skilir tað.
Byggihugurin hjá hesi
samkomuin hevur altíð
verið góður. Seinasta
heyst vóru tey enntá farin
at byggja uppá í erva (upp
frá brandmúrinum), men
bygginevndin steðgaði
teimum. Samstundis var
rættiliga = týðuligt at
síggja, at byggivirksemi
eisini var í gongd í neðra,
og nú gjørdist ovboðið hjá
okkum í grannalagnum.
Vit heittu á Býráðið um at
geva »Filadelfia« boð um
at halda tær treytir, tey
hevdu fingið ásettar í
byggiloyvinum. Hetta
mótmæli gjerdi, at >Fila-
delfia« nú sekti um byggi-
loyvi til ta utbyggingina,
teir nú vóru um at vera
lidnir við. So ótrúligt tað
ljóðar, so mundu teir fing-
ið byggiloyvi, men tíbetur
vóru býráðslimir á fundi,
ið tóku málið í álvara og
syrgdu fyri, at hetta ikki
hendi.
Teir fingu also ikki
byggiloyvi, men hvat so
— gjerdi tað nakran
mun?? Tað sær ikki so út,
tí enn er hurð fyri tí niðara
parkeringsplássinum,
sum missionerurin sigur,
teir hava latið upp. (Hver
hevur annars hoyrt um
parkeringspláss, ið verða
stongd, tí tey eru ikki nóg
turr?) Missionerurin
gremur seg annars um,
plássið er ov lítið, men har
er loysnin sera einføld.
Takið ovastu hædd í
nýlslu til ungdómsarbeiði,
so“ kann missionerurin
leiga sær eina íbúð onkra
aðra staðni.
At siga við ein journal-
ist, at vit hava klagað, tí
vit bera agg til hesa sam-
komu, er undir alt lág-
mark, tá ein hugsar um,
hvussu tolin vit hava ver-
ið ell hesi árini. Men tað
sæst nú týðiliga, at vit
hava verið alt ov tolin alt
ov leingi.
Við heilsan
Marjun Berg, Landavegur 26
Jensina Bærentsen,
Landavegur 13
Asa Christiansen, Landav. 15
Birgit Christiansen,
Landavegur 15
Debes Christiansen,
Landavegur 21
Óli Kurt Hansen, Landav. 26
Gunnar Jacobsen, Landv
Hanna Joensen, Landav
Jón Joensen, Landav
Jona Joensen, Landav
Arni Nicolajsen, Landv
Árant Olsen, Landav.
Postadressa: Postsmoqe 76
, 19
. 16
.2
. 11
. 12
23
Brynhild E. Poulsen,
Landavegur 24
Karl Poulsen, Landav.
Bogi Winther, Landav.
Ebba Winther, Landv.
Eitt parti av
BILIGARI
24
17
17
TRÆVERJU
til at grunda og
liva viðin upp við.
2%: 1. fyri 110,
BECKERS
FARVUHANDIL
Box 363 - T/f. 18187
|